fríggjadagur 9. november 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Fyrsta evnið á rættarfundi
num í nevningatinginum í
Føroya rætti í gjár var ætlan
in hjá tí ákærda manninum
og fyrrverandi konu hansara
um at yvirtaka húsini, sum
fyrr var heimið hjá Pidda og
henni.
Politiið hevur gjørt eitt
stórt arbeiði við at leita øll
sms-ini og boðini teirra mill
um á Facebook fram. Fyrr
verandi kona Pidda lætti tó
um hetta arbeiðið við bein
anvegin at geva politinum
sína telefon og at upplýsa, at
hendan telefonin var nýggj,
men hon hevði havt eina
aðra, sum helst var skadd av
vatni.
Tann skadda telefonin
hevur verið til kanningar í
Hollandi, har tey hava ser
liga útgerð at kanna skaddar
telefonir.
Fleiri av hesum boðum
teirra millum vórðu løgd
fram í rættinum.
Í sínum boðum skrivaði
tann ákærdi fleiri ferðir
um boss og big boss og um
advokatar.
Tráðspurdur svaraði tann
ákærdi, at hann nevndi fleiri
á Bakkafrost, har hann ar
beiddi fyri bossar.
Eina ferð skrivaði hann til
hennara, at hann hevði fing
ið lykil frá bossinum, men
hvat tað merki mintist hann
ikki. Hann hevði í hvussu er
ongantíð havt lykil til húsini
á Mýrivegi.
Var ótolin
Hann var ótolin eftir, at tey
kundu yvirtaka húsini, sum
Piddi búði í, og tá ið einki lag
var á henni, og tey klandr
aðust, royndi hann at fáa
hana at trúgva, at advokatur
hansara hevði tosað við
hennara
advokat.
Hann
hevði logið fyri henni fleiri
ferðir.
Nøkur boð vórðu torfør
at skilja, men hann nevndi
í eini viðmerking, at hann
hevði fingið fleiri ávaringar
frá leiðsluni fyri at sms-a í
arbeiðstíðini.
Tað kom fram, at tey bæði
høvdu verið í Havn og bí
lagt innbúgv og annað fyri
samanlagt fleiri ferðir 10.000
krónur.
Ákærin fekk einki svar
uppá, hví tey keyptu alt
hetta, áðrenn húsini vóru
teirra.
Eisini kom fram, at vøran
varð bíløgd til Mýriveg, har
tey ætlaðu at keypa hús.
Hann segði, at tað hevði hon
skrivað. Hann rættaði ikki, tí
hann helt hana hava skriv
að, at bílagda vøran skuldi
til húsini á Nesi, har hann
leigaði.
Hann
skrivaði
sjálvur
ein sáttmála um at yvirtaka
húsini. Tað var ein sáttmáli,
sum hann hevði funnið á
internetinum og umsett við
google translate.
Tann ákærdi segði, at
hann hevði tosað í telefon við
nakrar advokatar, men hann
mintist ikki nøvn teirra.
Einastaðni skrivaði hann
um ein advokat, hann hevði
tosa við á Bakkafrost.
Tá ið hann varð spurdur
nærri um hendan advokain
segði hann, at hann kendi
ongan advoka hjá Bakka
frost. Tá ið hann skrivaði
advokat, menti hann við
starvsfelagar, sum hann ikki
kendi navnið á á Bakkafrost.
Hann hevði ikki tosað
við advokat hennara ella við
advokatin hjá Pidda, men
hon hevði ringt til advokat
sín annað ella triðja hvørt
kvøld. Hann kundi ikki so
væl tosa við advokatar, tí
hann dugdi so lítið av ensk
um.
Leyg illa
Hann var sannførdur um, at
hon altíð hevði tosað satt,
men hann hevði ikki skil á,
nær hann sjálvur hevði tosað
satt ella logið.
Tá koyrdi ákærin Linda
Hesselberg á hann:
− Leyg tú eisini, tá ið tú
segði, at tú ikki hevði dripið
Pidda.
− Órørdur svaraði maður
in, at hann hevði logið eina
ferð fyri politinum, um tað
var um samskiftið, men hann
hevði ikki dripið Pidda.
Fleiri sms og boð á Face
book kundi hann ikki greiða
nærri frá, tí hann mintist
ikki.
Í
einum
boðum,
har
advokatar
vóru
nevndir,
snúði tað seg ikki um advo
katar.
Hetta var 23. oktober, tá ið
hann skuldi í føðingardag hjá
tveimum starvsfeløgum, og
føðingardagurin var í Lam
ba. Nøvn hevði hann eingi at
nevna.
Eini boð frá tí ákærda til
kvinnuna kundu ljóðað sum,
at hon hevði skilt á honum,
at tey kundu flyta inn 1. no
vember. Hon skrivaði tá, at
ljós var í húsunum hjá Pidda,
og har var einki politi at
síggja. Tað legði ákærin út
sum, at politiið skuldi koyra
mannin út, fór hann ikki
sjálvur.
Nógv annað hevði hann
sagt fyri at blíðka hana.
Til dømis segði hann hen
ni, at hann fór at vitja Pidda.
Tað var eisini lygn.
Hetta var um sama mund
ið, sum Piddi var og tók út
pening fyri seinastu ferð, 3.
november.
Randi Jacobsen
Ákærin brúkti nógv uppá at
finna útav, hvar maðurin var
ta nattina, tá ið Piddi seinast
tosaði í telefon, og morgunin
eftir.
Tann ákærdi segði, at
hann kvøldið fyri hevði ar
beitt til midnátt og fór heim
til kvinnuna at sova.
Men tá ið hann varð
spurdur nærri, fór hann at
ivast.
Tað kundi verið, at hann
var farin heim til sín sjálvs
fyrst at vaska sær, tí hann
stinkaði av fiski, og so at eta.
Tá ið hann varð spurdur
nærri, hvussu tað bar til, at
tey tá høvdu skrivað saman
á Facebook, helt hann, at tað
kundu tey hava gjørt, meðan
hann var á Nesi.
Síðan var hann farin
til hennara, og um náttina
vaknaði hann av, at onkur
fór avstað við bili hansara.
Hann fór so avstað við hon
um bilinum.
Hann varð mintur á, at
hann ta náttina hevði roynt
at keypa brennievni til bilin
og at taka pening út, men
eingin peningur var á kontu
hansara.
Maðurin hevur áður sagt,
at meðan hann stóð á bensin
støðini, sá hann ein politibil
koma framvið. Hví steðgaði
hann ikki bilin fyri at boða
frá, at bilur hansara var stol
in. Tað gjørdi hann ikki, tí
hann fonglaðist við gjalds
kortinum, segði hann.
Hann koyrdi víðari, og tá
sá hann sín stolna bil, sum
hann elti líka til Norðoya
tunnilin. Hann bíðaði uttan
fyri á einum parkeringsplás
si, og tá ið bilurin vendi, fór
hann aftaná, segði hann.
Morgunin eftir fór hann
í Norðoyatunnilin og sá í
einum víkiplássi inni í tunli
num ein myrkan blett.
Hesum
greiddi
hann
ikki politinum frá fyrr enn
nógv seinni. Hann segði seg
ikki hava vitað, um blett
Eingin peningur á kontuni
Áðrenn hann fór heim til kvinnuna, royndi hann at keypa brennievni
til bilin og taka pening út, men tað eydnaðist ikki
Piddamálið
Leyg fyri unnustuni
Í vónini um at fáa blíðka unnustuna royndi tann ákærdi maðurin at billa henni inn, at tað var klárt hjá
teimum at flyta inn í húsini, har Piddi búði. Hann viðgekk at hava logið fyri henni fleiri ferðir