fríggjadagur 9. november 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tað ber til at síggja, hvar í
landinum ein fartelefon er
stødd, tá ið hon gevur frá
sær sms, tekur ímóti ella
tosað verður í telefonini.
Fartelefonir við Føroya
Tele haldi geva eisini av
sær sjálvum boð regluliga,
hvar tær eru, bara tær eru
tendraðar.
Tá ið Piddi endaði sína
seinastu samrøðu 4. nov
ember klokkan 03.31, var
hann heima, og tá var
telefonin eisini heima hjá
honum.
Men ein tíma og 20
minuttir seinni var tale
fonin nærindis Norðoya
tunlinum.
− Nei, eg var ikki har.
Eg fór heimanifrá tá, segði
tann ákærdi.
− Hann segði, at hann
tá var á veg til tunnilin at
kanna, um nakað var at
síggja, tí hann hevði sæð
bilin fara inn í tunnilin
um náttina.
Ákærin greiddi frá, at
báðar telefonirnar vóru á
sama øki um sama mund
ið, men tgann ákærdi
maðurin helt fast við, at
hann ikki hevði havt tele
fonina hjá Pidda. Nakað
seinni boðaði telefonin
hjá Pidda frá, at hon var
stødd á økinum, har tann
ákærdi búði.
Og nakað seinni var
telefonin á økinum, har
bústaðurin hjá Pidda var.
Løtu eftir var telefonin
aftur á Nesi, og so varð
hon sløkt.
− Nei, eg hevði ongan
tíð telefonina hjá honum,
segði ákærdi.
−
Týsdagin
greiddi
ákærdi annars frá, at
fyrrverandi konan hevði
rætt honum telefonina
hjá Pidda, men í gjár segði
hann, at hetta ikki varð
satt.
Telefonin hjá Pidda
varð í februar funnin í
bjálvingini í húsunum hjá
ákærda á Nesi. Hvussu
tað bar til, visti hann ikki.
Maðurin fekk undir
eini avhoyring at vita, at
hansara DNA varð funnið
á telefonini.
Hann helt í rættinum í
gjár fast við, at hann ikki
hevði nortið telefonina.
Um hansara DNA var á
telefonini, mátti onkur
annar hava gjørt tað fyri
at fella hann.
Seinnapartin 4. november
vóru tann ákærdi og
kvinnan inni í húsunum,
sum Piddi búði í.
Tey høvdu tá bara
verið í niðaru hæddini.
Tann ákærdi hevur bæði
sagt, at tey bara teðgaðu
í 10 minuttir og upp til
kanska trý korter.
Dagin eftir fóru tey
aftur í húsini, og tá ið
tey komu í kamarið, sóu
tey blóðug klæðir hanga
á ovninum, og blóð var
eisini at síggja á madrass
ini.
Hann toldi ikki at sígg
ja blóð fór út, fór út og læt
hana um at vaska.
Blóðugu klæðini koyr
di hon í ein posa.
Hesum hevur hann
ikki greitt frá áður.
DNA hansara
á telefonini
Toldi ikki at
síggja blóð
Tá ið tey sóu blóð í kamarinum
hjá Pidda, fór hann út, tí
hann toldi ikki at síggja blóð.
Hon var tí einsamallur at
vaska, segði tann ákærdi
urin var blóð, olja ella ann
að, men hann hevur sagt
ymist tær ferðirnar, hann er
avhoyrdur um hetta. Heldur
ikki segði hann fyrr enn
seinni, at trý fólk vóru í stol
na bilinum, tá ið bilurin fór
inn í Norðoyatunnilin, og at
tvey fólk vóru í bilinum, tá ið
hann kom út aftur úr tunli
num.
Eina ferð segði hann,
at hann gitti, tað var blóð.
Hann hevur sagt, at bilurin
aftur var stolin 9. november.
Páhaldið hjá ákæranum
er, at tann ákærdi sigur bilin
vera stolnan fyri at káva út
yvir, at hann brúkti bilin til
at beina líkið burtur við.
Piddamálið