Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Miðflokkurin og Sambands­ flokkurin varðveita sama tal av tingfólkum, Fólkaflokkurin missir ein tingsess, og Sjálv­ stýrisflokkurin rýkur út úr føroyskum politikki. Tað er niðurstøðan av nýggjastu veljarakanningini hjá Gallup Føroyum, sum vísir, at samgongan varð­veit­ ir meirilutan á Føroya Løg­ tingið, hóast hon missir tveir tingsessir til andstøðuna. Kanningin vísir, at Fólka­ flokkurin hevur størstu aftur­gongdina. Flokkurin missir 2,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið í fjør og ein tingsess. Men kort­ini gongur flokkurin mun­andi fram í mun til sein­astu veljara­ kanning í juli, tá flokkurin einans fekk undir­tøku frá 15,7 prosentum av veljarunum. Tjóðveldisflokkurin hevur størstu framgongdina í velj­ ara­kanningini. Flokkurin fær 21,8 prosent, sum er ein fram­ gongd í mun til valið upp á 3,5 prosentstig, tí flokkurin fekk á valinum undirtøku frá 18,3 prosentum av veljarunum. Næststørstu fram­gongd­ ina fær hin stóri and­støðu­ flokkurin, Javnaðarflokkurin, sum gongur trý prosentstig fram. Flokkurin fær í kann­ ingini undirtøkur 20,8 pro­ sentum av veljarunum, og tað gevur Javnaðarflokkinum ein tingsess afturat teimum seks, so flokkurin fær sjey ting­sessin. Flokkurin hjá løgmanni, Sambandsflokkurin, hevur lutvíst minstu afturgogndina av samgonguflokkurin. Flokk­ urin gongur 1,2 prosentstig aftur og fær 23,5 prosent í mun til 24,7 á valinum. Hend­ an afturgongdin er tó so mikið lítil, at hon ikki nevar ting­fólkatalið hjá Sam­bands­ flokk­inum, sum varð­veitir sínar átta sessir í løg­ting­ inum. Av teimum smáu flokk­ unum er tað Sjálv­stýris­ flokk­urin, sum er ringast fyri. Hetta er triðja kanning av fýra síðani valið, sum vísa, at flokk­urin ikki hevði verið um­boðaður á tingi, um val var í dag. Flokkurin fær bara undirtøku frá 2,7 prosentum av veljarunum, og tað er væl undir sperrimarkinum, sum er 3,03 prosent. Á løg­tings­ valinum seinast, sum var eitt ringt val hjá flokkinum, fekk hann 4,2 prosent. Framsókn er tann av teim­ um smáu flokkunum, sum stendur seg frægast. Flokk­ urin fær undirtøku frá 5,9 pro­sentum av veljarunum sambært kanningini, og tað 0,3 prosent minni, fenn flokk­urin fekk á val­inum 29. oktober í fjør. Flokk­urin varð­ veitir báðar tingsess­ir­nar. Miðflokkurin missir sam­ bært kanningini eitt hálvt prosent av veljarunum sam­ bært kanningini. Hann fær 5,8 prosent móti 6,3 á valinum í fjør. Miðflokkurinm varð­ veitir eisini sínar báðar ting­ sessir. Sambært kanningini varð­ veitir samgongan meiri­lutan, tó at hon missir tveir ting­ sessir. Tá samgongan varð skip­að seinast, hevði hon til­samans 19 tingsessir móti teim­um 14 hjá andstøðuni. Hendan myndin verður broytt við hesi kanning til 17 tingessir til samgonguna og 16 til andstøðuna. Tað merkir, at samgongan, sum á valinum hevði undirtøku frá 57,8 pro­ sentum av veljarunum, nú hevur undirtøku frá 51,6, og at andstøðan, sum hevði undir­tøkur 42,2 prosentum nú hevur undirtøku frá 48,4 pro­sentum. Tað vil við øðr­ um orðum siga, at 6,2 pro­sent av føroysku veljar­unum eru farnir frá samgongu­flokk­ unum til andstøðu­flokk­ar­ nar. Hóast undirtøkan er minkað, so hava samgongan og løgmaður framvegis stuð­ ul frá einum meiriluta av Føroya fólki. eirikur@sosialurin.fo veljarakanning Løgtingsvalið okt 2011 29-10-2011 22,5 24,7 17,8 4,2 18,3 6,3 6,2 8 8 6 1 6 2 2 19 14 Gallup desember 2011 30-11-2011 19,2 24,9 20,2 2,7 18,9 5,9 8,4 7 8 7 0 6 2 3 17 16 Gallup februar 2012 21-02-2012 19,0 24,4 20,2 3,3 20,8 4,9 7,4 6 8 7 1 7 2 2 17 16 Gallup juli 2012 03-07-2012 15,7 22,2 23,1 2,9 22,1 7,2 6,8 5 8 8 0 8 2 2 15 18 Gallup november 2012 09-11-2012 19,6 23,5 20,8 2,7 21,8 5,8 5,9 7 8 7 0 7 2 2 17 16 Undirtøka í mun til valið -2,9 -1,2 3,0 -1,5 3,5 -0,5 -0,3 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Samgongan tils. Andstøðan til s. Fólkaflokkurin 101 3 2 1 2 1 6 2 2 Sambandsflokkurin 7 140 5 1 1 1 1 4 4 Javnaðarflokkurin 2 16 113 5 1 1 6 1 1 Sjálvstýrisflokkurin 2 8 1 Tjóðveldi 10 2 4 116 2 2 1 1 1 Miðflokkurin 2 21 2 1 1 Framsókn 5 1 1 1 13 1 Veit ikki 15 15 10 3 4 2 1 10 2 3 3 Vil ikki svara 1 Fer ikki a val 2 3 2 1 2 7 3 3 Blankt 1 1 1 4 Ikki valrætt 1 1 2 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldi Miðflokkurin Framsókn Minnist ikki Stemmadi ikki / blankt Var ikki á vali Ikki valrætt Mánaðir síðan síðsta val: 12 Nýggir veljarar: 0,1 Vandrings- matrisa Samgongan varðveitir meiriluta Hóast samgongan gongur 6,2 prosentstig aftur og missir tveir tingsessir, so varðveitir samgongan meirilutan, hóast hann er tódnaður úr 19 niðru í 17 tingesessir Veljarakanningar síðan valið 2011 Mynd: Álvur Haraldsen