Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Skulu vit fáa ein livandi mið­bý, er tað avgerðandi at vinnan hevur tað gott, ser­ liga smávinnan, har tað skal bera til at reka vinnu, uttan at skuldarbinda seg upp um oyru­ni. Tað heldur Sunniva Bjar­ na­stein, valevni til Fólka­ flokk­in til býráðsvalið í Havn. Hon heldur í hesum sam­ bandi, at býráðið kundi havt eina ráðgeving, sum kundi hjálpt smáum vinnurekandi við ivaspurningum, eisini fól­ ki, sum ætla sær undir onkra vinnu. Hon hugsar serliga um mat­vøru­vinnuna, sum hon heldur kann mennast. - Torgið í Vágsbotni kundi verð­ið nógv meiri enn tað er, held­ur hon. Hinvegin heldur hon, at skal lív fáast í miðbýin verð­ ur neyðugt at gera eitt park­ er­ings­hús, tí tað er alneyðugt hjá fólki at sleppa av við bilin beint við. Annars heldur hon, at politikkurin má miðja eft­ ir at fáa fólk at vilja búgva í Havnini og í hesum sam­ bandi heldur hon, at ein virk­ in bústaðarpolitikkur er heilt av­gerðandi við fjølbroyttum bú­staðum fyri rímiligan prís. Skulu vit hugsa um trivn­ aði­n í Havn, hevur tað av­ bera stóran týdning við ein­um virkishúsi onku­ stað­ni í miðbýnum í Havn til ung­dómin, sum ikki eru so bókliga áhugað. Tað heldur Oddvør J. Mohr, val­evni hjá Sam­ bands­flokki­num til Býráðs­ val­ið í Havn. Men tað verður avgjørt neyð­ugt at fáa betri park­er­ ings­viðurskifti og tí verð­ur neyðugt at raðfesta park­er­ ings­hús. Annars er hon samd við teimum sum halda, at tað er neyðugt at fáa betri bú­ stað­ar­tilboð. Tað er eisini neyðugt við betri útbúgvingartilboðum. Hon heldur, at ein máti er at finna útav, hvørjar út­ búgvingar eru best um­ tókt­ar uttanlands og so at stov­na tær her á landi. - Skal Havnin vaksa, má kommun­an bera so í bandi at fólk hava ráð at búgva í Havn. Tað heldur Ruth Vang, sum stillar upp fyri Fram­ sókn til býráðsvalið í Havn. Hon sigur, at útrokningar vísa, at sjálvt hjá heilt van­ ligum húskjum við miðal­inn­ tøkum, er sera torført at fáa endarnar at røkka saman, tá ið húsalán, ansingarpláss, bil­ lán og aðrar fastar útreiðslur eru goldnar. Hon sigur, at serliga er tað bú­staðurin, sum er dýrur. Í hesum sambandi mæl­ir hon frá, at lækka skatta­pro­ sentið í Havn næsta ár. Ístaðin fyri skal barna­frá­ drátt­urin hækkast munandi. Hetta skal vera ein barna­ styrkur, sum merkist. Hvørt skattaprosent svar­ar til eina inntøku upp á einar 28 milliónir. So ístaðin fyri at lækka skattin, mælir Fram­sókn til at brúka 28 milliónir eyka til barnastyrk. Vit hava roknað út, at hetta kann geva hvørjum barni ein eyka styrk upp á 500 krónur um mánaðin. Orsøkin til, at vit raðfesta barna­styrk fram um ein van­ ligan skattalætta, er tann, at kommunuskatturin er flatur. - Tí fer ein vanlig skatta­ lækking bara at koma teim­ um somu til góðar, sum frammanundan hava fingið ágóð­an av flatskattinum. Somuleiðis eiga vit at hava eitt høgt tænastustøði, tí tað er fortreytin fyri trivn­ aði í býnum. Sjálv heldur hon, at ein fjøl­táttað bústaðarbygging er sera átrokandi. Hon sigur, at ein sterkur høvuðss­taður er tað einasta, sum kann forða fyri frá­ flyt­ing, tí tað er einasti møgu­leiki hjá føroyingum at kappast við stórbýirnir uttan­lands og sum sostatt kann forða fyri fráflyting. - Tí má útjaðaramenning ikki merkja, at høvuðs­staður­ in viknar, eitt nú við at flyta skúlar og stovnar út á bygd. Ein vælvirkandi høvuðs­ stað­ur er ein fortreyt fyri at fáa fólk at trívast í Føroyum. Annars heldur hon, at politik­arar eiga at seta í verk, at arkitektar og onnur fáa til upp­gávu at stinga út í kortið, hvussu ein góður býur kann skip­ast. Men undir øllum um­støð­ um heldur hon, at fleiri av skrivstovunum í miðbýnum eiga at verða fluttar út um býin, so at bústaðir kunnu gerast í miðbýnum til fólk í øll­um aldri. Áki Bertholdsen Tá ið kommunuval verður týsdagin, verða kvinnurnar verri umboðaðar á val­evnis­ list­unum, enn tær vóru á kom­munu­valinum fyri átta ár­um síðani. Tað stafesti Annika Sølv­ ar­á, tá ið hon setti val­fund­in, sum Kvinnu­felag­ið í Havn skip­aði fyri mánakvøldið. Hóast fundurin var al­ menn­ur, var uppmøtingin av­markað, tí tilsamans vóru ikki meiri enn eini gott 20 fólk og lurtaðu og tá vóru summi av teimum við fyri­ reikingunum. Og tað vóru heldur ikki meiri enn eini trý, fýra mann­fólk, sum høvdu leitað sær á landsbókasavnið hetta kvøldið at vita, hvat kvin­nu­ligu valevnini høvdu upp á hjartað. Annika Sølvará, sum varð orðstýrari, staðfesti, at tá ið allir vallistarnir til kom­munu­val­ið vóru liðugir, var greitt at kynsbýtið á listu­num er, at 65% av val­ evnu­num eru mannfólk og 35% eru konufólk. Til samanberingar nevn­ di hon, at á valinum í 2008, vóru 61% av valevnunum mann­fólk og 39% vóru konu­fólk, og sostatt er javn­ støð­a­n á listunum versnað. Í tølum er talan um, at á vali­num hesuferð eru tað 387 mannfólk, sum hava still­að upp og 211 konufólk. Tað eru tvey mannfólk og 36 konufólk færri enn í 2008. Á valfundinum mán­a­ kvøl­d­ið hevði eitt kvinnuligt um­boð fyri hvønn flokkin eina stutta framløgu, har tey søgdu sína hugsan um, hvus­su lív kann fáast í mið­ bý­in í Havn og, hvussu vit fólk at støðast. Eitt, sum gekk, sum reyð­ur tráður ígjøgnum hjá øllum valevnunum, var, at tey halda, at tað er sera átrok­andi, at vit fáa betri og bíligari bú­stað­ar­møgu­ leik­ar. Men semja var eisini um, at vit skulu ikki bara hugsa um smærri íbúðir til støk, ella stakar, tí tað er eisini neyð­ugt at byggja stórar íbúð­ir til vanlig húski. Hinvegin varð eisini ført fram, at tað er neyðugt, at íbúð­ir­n­ar eru væl bíligari enn sethús, tí tað er púra ólog­i­skt, at lítil og ongin prís­mun­ur er á eini íbúð og ei­n­um sethúsum við gras­ plenu og bilskúri. Í hinum greinunum nema vit við nakað av tí, tey ein­støku valevnini høvdu at bera fram. Gongur skeivan veg við javnstøðu Tað gongur skeivan veg við javnstøðuni á listunum yvir valevnini til kommunuvalið týsdagin KOMMUNUVAL Ungdómurin má fáa virkishús 500 krónur til hvørt barnið Vinnan má hava tað gott