Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Tað verður neyðugt at fáa fleiri fólk í miðbýin at búgva. Tað heldur Elin Linden­ skov, valevni fyri Javn­aðar­ flokkin í Havn. Í hennara hugaheimi er mið­býurin alt frá sjúkra­ húsi­num, niðan í Gundadal og oman á Skansan, og tað sum er innan fyri tað. - Fleiri fólk, sum búg­ va tætt, skapa fleiri tæn­ as­tu­størv og virksemis- og tænastutilboð til kvinn­ ur.

Vit fáa kafe­ir, matstovur, fri­sør­sa­long­ir, handlar, ser­ handl­ar, vælverustøð, bio­ graf­ar, sjónleikarhús, list, designfyritøkur, lýs­inga­virki og eina rúgvu av øðrum tæn­ astu- og aktivi­tets­til­boðum og arbeiðsplássum, sum ikki eru á bygd. Og hon heldur, at tað er pláss fyri væl meiri fólki í mið­býnum. Í økinum, hon sjálv býr í og sum gongur frá lækna­ mið­støðini í Jón­as Broncks nið­an til stats­kass­an, yvir í Lon og oman á politi­støð­ina búgva kanska 50 fólk í dag. - Í hesum øki kundu sam­ bært arkitekti saktans búð upp móti 500 fólk um bygg­ ingin var skipað øðrvísi. Men skal miðbýurin broyt­ast, skal tað leggjast væl til rættis. - Tórshavnar kommuna má seta tíð og neyðuga pen­ ing­in av til at leggja ætlanina fyri miðbýin.
 Hon vísir á, at uttan at himpr­ast brúkar Tórshavnar bý­ráð milliónir til einstøk hús til ymisk endamál. - Her snýr tað seg um at legg­ja eina ætlan fyri hjartað í Havnini og eisini hjartað í Før­oyum. Tí fer hon at mæla til, at Tórshavnar kommuna fyrst í næsta ári fer at halda eina ráð­stevnu um økis- og býar­ m­en­n­ing. - Henda ráðstevna skal svara spurningunum um, hvat skal verða í býnum, hvussu vit skipa bústaðir, handl­ar, skrivstovur, arbeiðs­ pláss, havnir, parkeringsøki, til­haldsstøð og ferðsluna til og frá miðbýnum.

 - Eftir ráðstevnuna mugu vit seta ein fakligan bólk at arbeiða saman við bý­ráð­num og borgarunum um mið­ býar­menn­ingina, sigur Elin Linden­skov. - Tað kundi gott verið fleiri handl­ar í miðbýnum Tað sigur Oddvá Natte­ stad, sum er valevni hjá Sjálv­stýris­flokki­num til bý­ ráðs­valið í Havn. - Skal miðbýurin mennast er neyðugt at fáa fleiri fólk í býin, tí fólk skapa lív Men so hvørt sum tekn­ isku møguleikarnir eru ment­ir, eru eisini møguleikar hjá vinnuni til at fara út um mið­býin og tað hevur eisini ver­ið gongdin í Havn, eitt nú er apotekið og Posthúsið farið. Hon kundi væl hugsa sær at fleiri deildir av handl­ um og stovnum vórðu latin upp aft­ur í Havnini. Hon heldur eisini, at tað er rættiliga uttanhandað, at tað ikki er ein lítil mat­vøru­ handil í miðbýnum. Annars heldur hon, at vit eiga at hava eitt mentanar- ráð­gevara hús í Havn, har tað skal bera til hjá mentafólki av øllum slagi at venda sær til at fáa ráðgeving. Marin Katrina Frýdal, sum stillar upp fyri Tjóðveldi á býráðsvalinum í Havn, held­ur, at tað var ein dára­ gerð, tá ið býráðið á sinni kvetti miðbýin í Havn av í Steina­túni fyri at sambinda Vestur- og Eysturbýin. - Síðani tá hevur mið­ býur­in spakuliga bløtt út. Nú heldur hon, at Tórs­ havn­ar Býráð eigur at seta eina virkisætlan fyri mið­ býin í fremstu røð, tí hjarta í býn­um má ikki kódna. Miðbýurin skal skipast so, at fólk trívast har, tí tað fer at skapa grundarlag fyri tænastu­vinnu, handils- og vinnu­lívi. Hon heldur, at verk­ ætlan­in ” Havnin innanfyri Stóra­garð”, sum Hans Mort­ en­sen legði fram fyrr í ár, vís­ir á nógvar áhuga­verd­ar møgu­leikar. Hon heldur, at eitt Parker­ings­hús eigur at verða gjørt beinanvegin í sam­skifti við ferðavinnu og flutningsvinnu, tí so hevði borið til at skipa fleiri stutt­tíð­ar parkeringspláss í sjálv­um miðbýnum. Hon heldur eisini, at mið­býur­in eigur at koma burt­ur úr støðuni, sum er nú, at eitt miðbýarfelag bara umboðar nakrar hand­ l­ar. Eitt nú eru upp- og aft­ ur­lat­ing­art­íð­ir ymiskar. Hon heldur, at Havnin eigur at ganga undan, tí er skal vera rúmsátt at liva og virka. Í hesum sambandi held­ ur hon, at kommunan eigur at hava ein virknan leiklut at skapa eitt fjølbroytt bú­ stað­ar­tilboð, tí tað eigur ikki at vera ein forðing fyri, at fólk búsetast í Havn. Samstundis skal kommunan skapa vinnu­ ni góðar karmar og Vágs­ botn­ur er eitt gott dømi um samvinnu ímillum kom­mu­nu og vinnulív, har kommunan legði kloakk­ ir­nar og gjørdi Vestaruvág reina og vinnan skapti síða­ ni virksemi. Bilarnir skulu heilt burtur úr gongugøtuni og av park­ er­ings­plássinum í gamla Kommunuskúlagarðinum við býráðshúsið í Havn Tað heldur Charlotta á Váli Olsen, sum er valevni hjá býráðnum. Hon helt, at tað er syrgi­ ligt, at miðbýurin, sum var so hugna­ligur og livandi, nú er so steindeyður. Men hennara uppskrift upp á at fáa lív aftur í sjálv­ an miðbýin er fyrst og fremst at fáa bilarnar heilt burt­ur úr miðbynum. - Gongugøtan skal gerast til eina veruliga gongugøtu úr Steinatúni oman á Vaglið og parkeringsøkið skal ger­ ast til eitt øki, sum vísir, at her endar gongugøtan. Hinvegin skeyt Char­ lotta á Váli Olsen at gera parkeringskjalla inn undir park­er­ingsøki á Vaglinum. Har er pláss til tvey parker­ings­dekk við pláss­ um til einar 50 bilar. ,Hon helt annars, at nógva­ sta­ðni í Havnini r stór­ur jarðarmunur, so tað ber væl til at gera park­er­ings­pláss av hesum slagi fleiri staðir í Havnini. Hon sær fyri sær, hvus­su hugnaligt hetta kann verða, ikki um at tala um so verður, at tekja verður løgd á gongugøtuna. KOMMUNUVAL Miðbýurin hevur spaki­ liga bløtt út Bilarnir burtur úr gongugøtuni Saknar handlar í miðbýnum Fleiri fólk í miðbýin at búgva Hesi mannaðu pallborðið á valfundinum hjá Kvinnu­felag­ num mánakvøldið. Frá vinstru eru tey Sunniva Bjarnastein fyri Fólka­flokkin, Oddvør J, Mohr fyri Sambandsflokkin, Elin Lindenskov fyri Javn­aðar­flokkin, Oddvør Nattestad fyri Sjálvstýrisflokkin, Marin Katrina Frýdal fyri Tjóðveldi, Ruth Vang fyri Frsamsókn og Charlotta á Váli Olsen fyri Miðflokkin