fríggjadagur 9. november 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sakaris Joensen gav í summar út
eina fløgu, sum ber heitið I Have
Beautiful Eyes. Hendan fløgan
kom út í Føroyum, og í næstum
kemur hon eisini út í Danmark
og í Týsklandi.
Sakaris spældi á G! festivalinum
í ár, og hendan konsertin gav
honum møguleikan at fara út um
Føroyar at framføra.
- Eg fekk fleiri góð sambond
eftir
konsertina
í
Føroyum,
og ein teirra var ein persónur,
sum arbeiðir fyri eitt týskt
bookingfelag.
Hann
gjørdist
áhugaður í mínum tónleiki,
og soleiðis havi eg fingið fótin
innum týska marknaðin, sigur
Sakaris Joensen.
Hann fegnast um, at tað ber til at
knýta slík sambond einans við at
spæla á einum lokalum festivali.
- Tað er rættiliga kul, at G!
festivalurin er so væl vitjaður av
útlendskum gestum, tí so kunnu
vit føroyingar fáa nógv burturúr,
um onkur teirra dámar okkara
tónleik, sigur Sakaris.
Tað er í januar, at hann byrjar
sína rundferð í Týsklandi.
Súni Thomassen og Sveinur Dam
vitjaðu í Ghetto Føroyar í gjár, og
teir báðir greiddu frá, hví teir
hava valt Føroyar frá. Sveinur er
tónleikari, og hann heldur, at før
oyskir politikarar hava ein keðil
igan hugburð til mentan og list.
– Tónleikur og list liggur mær
nær at hjartanum, og tá ið eg
merki, at politikarar ikki virða
mentanina í Føroyum, so verið eg
frástoyttur av tí, greiður Sveinur
Dam frá.
Hann heldur, at politiska rák
ið í Føroyum nærmast eggjar úti
setum at velja Føroyar frá, tí eing
in politiskur vilji tykist vera fyri
at fáa føroyingar heim aftur.
Súni Thomassen er vágbingur,
og arbeiðir í dag hjá einari multi
nationalari fyritøku í Danmark.
– Eg meti ikki at arbeiðsmøgu
leikar eru til mín í Føroyum. Í
Vági tosa tey til dømis bara um
hvørt man skal lata upp aftur
flakavirkið ella ikki. Tað er ikki
nóg stór mál at seta sær, um man
ynskir, at fólk skulu koma aftur,
sigur Súni Thomassen.
Hann heldur, at eitt nú trygg
leiki, at koma hvørjum øðrum við
og so framvegis eru virðir, sum
føroyingar leggja stóran dent
á, men hetta ber eisini til at fáa
aðrastaðni.
– Um man metir hetta verða
týdningarmikið, so kann man
akkurát tað sama flyta til eina
lítla bygd í Danmark, sigur Súni.
Tryggleikin dregur
Marita Gunnarstein Joensen er
eisini vágbingur, og hon ætlar sær
heim aftur til Vágs at búleikast.
Tað er tryggleikin, og dreymurin
um at geva børnunum ein upp
vøkstur í Vági, sum dregur.
– Barna og ungdómsárini eru
ómetaliga týdningarmikil, og eg
havi havt ein fantastiskan barn
dóm í Vági, og tað vil eg geva víð
ari til míni børn, sigur Marita,
sum eisini heldur tað vera ein
fyrimunur, at tað ber til at keypa
sær stór hús fyri lutfalsliga lítla
prís á bygd.
Marita vísur á, at í Keypmanna
havn búgva fólk mangan í lítlum
íbúðum í íbúðarblokkum, har
ein hvønn dag skal ganga uppá
6. hædd fyri at sleppa til hús.
Harumframt er ein noyddur til
at bíða eftir bussinum, metroini
ella tokunum fyri at sleppa til
arbeiðis, og hetta tekur mangan
langa tíð. Tað er eisini hetta, sum
Marita vil sleppa undan.
– Í Føroyum er vit góð við
hvønn annan. Vit rópa ikki eftir
hvørjum øðrum í bussinum, ella
lata okkara gomlu fara einsamøll
til handils. Vit ansa eftir hvørjum
øðrum, og tað er ein eginleiki,
sum eg ikki kann vera fyriuttan,
sigur Marita Joensen.
Útbúgvingarmøguleikar
eru ein fortreyt
Vit tosa nógv um hvat skal gerast
fyri at steðga fólkminkingini í
Føroyum, og Høgni Reistrup vís
ur á, at tað er týdningarmikið
at geva fólki møguleikan at lesa
í Føroyum, soleiðis at tey ikki
eru noydd til at leita sær uttan
lands.
60% av teimum sum flyta úr
Føroyum, fara fyri at nema sær
eina útbúgving. Tað talið er ógvu
liga høgt í mun til onnur lond, og tí
eru fleiri útbúgvingarmøguleikar
ein fortreyt fyri, at vit steðga
gongdini í Føroyum, sigur Høgni
Reistrup.
Bókin EXIT Føroyar kom á
marknaðin í vikuni, og kann
keypast í bókahandlum kring
landið.
Tað snýr seg um at broyta hugburð
– Vit kunnu fokusera uppá, at veðrið í Føroyum er keðiligt, at tað kostar nógv at ferðast
úr Føroyum og at arbeiðsmøguleikarnir eru ov fáir, men vit kunnu eisini velja at hugsa
um tryggleikan, um lága húsaprísin uttanfyri Havnina, um stuttu frástøðuna millum
bygd og bý, tí í síðsta enda snýr tað seg jú um at hava rætta hugburðin til Føroyar, sigur
Høgni Reistrup, sum saman við Hera á Rógvi hevur ritstjórnað bókina Exit Føroyar
Sakaris á rundferð í Týsklandi