fríggjadagur 9. november 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BankNordik stuðlar sendingini
Eri sera hugtikin av, at fólk
meta seg vita, hvat fólkatal
og folkasamanseting verður
í 2050. Hetta kann eingin
sjálvandi hava ánilsi um,
hetta svarar til at framskriva
veðurvánirnar, og meta hvat
veðurlíkindini verða somu tíð
næsta ár.
Ja... Løgmaður var sera
greiður á facebook-síðu síni í
vikuni um ein blog hjá einum
vísundamanni, sum enntá er
stjóri á Hagstovuni.
Uttan at vera serfrøðingur
á nakran hátt, so kann eg for
telja løgmanni, at tað gongur
ikki so væl í Føroyum – men eg
meini ikki við búskapin. Har
gongur tað væl í alivinnuni
og í fiskivinnuni, tí nakrir
fáa massar av makrelum og
sildum, sum onnur sleppa at
frysta.
Orsøkin til, at eg sigi, at
tað gongur illa í Føroyum er
handan – set lýsingarorð inn
eftir egnum vilja – fráflyt
ingin. 150 fólk minni búgva í
Føroyum um árið.
Hetta er sjálvandi rotnasta
evnið í verðini at skriva um
í einari klummu. Tað er fyri
mitt viðkomandi rotnari enn
makrelur. Men eg siti kort
ini og skrivi orð aftaná orð
um hetta evnið, sum vit hava
hoyrt um upp í saman síðan...
Ja, sirka síðan stóratjørn
verkætlanin varð løgd fram,
og Bárður Nielsen rýmdi frá
rokningini.
Tað vísir seg, at veit onkur
ikki nakað gott argument
fyri sínum pástandi, ella bara
manglar okkurt eyka fyri at
siga, at okkurt er eitt gott hug
skot, so siga tey: »fólk flyta av
landinum«.
Sjálvt sexologurin – sum vil
sleppa at snakka fúlt uttan, at
tað skal vera ósikkiligt – tosaði
um fólkafráflyting.
Enn er tó onki hent á
frontinum. Øll siga; fólkafrá
flytingin er ein trupulleiki,
og at hetta skal millum annað
loysast við útbúgving og at
fáa føroyingar at skilja, at teir
ikki búgva í Føroyum av prak
tiskum orsøkum, og at teir tí
skulu vera meira patriotiskir.
Men tað er har ein partur
av
trupulleikanum
liggur.
Nøkur fólk búgva í Føroyum
av
praktiskum
orsøkum.
Nøkur fólk høvdu neyvan
sloppið at flotta sær so nógv
sum tey gera, um tey ikki vóru
í Føroyum. Og hetta hevur
onki við útbúgving ella kon
sekvensin; fólkafráflyting at
gera. Tað hevur nakað at gera
við flytingar FRÁ fólkinum,
har fólkið missir meira og
meira vald, sum politikararnir
luta út til ætt, vinir og kenn
ingar, antin í formi av kvotum
ella størvum hjá tí almenna.
Men tað verður tó ongantíð
meira enn tosa, ella skrivað.
Og skuldi tað verið soleiðis,
at útbúgvingarstovnar hjálpa
uppá fráflytingina, so er tað
ikki í lagi at útseta skúlabygg
ingarnar, sum annars hava
ligið í kortinum.
Eg veit satt at siga ikki við
vissu, hvat kann vera best fyri
at forða fólkaminkingini í Før
oyum, men kanska er tað eitt
gott hugskot at finna ymisku
kanningarnar
fram,
sum
longu eru gjørdar, og so bara
at GERA nøkur ting.
Og tað sigur Johan Dahl
seg eisini hava gjørt við at seta
ein skjóttarbeiðandi arbeiðs
bólk, sum skal kom við einum
kvikum áliti um økið.
Ja, gerið so væl.
Men tað er faktiskt nokk
so rotið – fyri ikki at siga bein
leiðis deprimerandi – at vera
vísur í, at tað verður minni og
minni spennandi at flyta heim
og at fólkatalið helst verður
niðri á sirka 40.000 í 2050.
For hundin. Sjálvt nøkur fólk,
sum hava alt lívið í Føroyum
høvdu rýmt av landinum, um
tey høvdu ráð til ferðaseðilin.
Og hendan fólkaminkingin
er líka viss, sum at koma ikki
onkrar garvillar broytingar,
so verður veðrið fríggjadagin
8. november 2013 umleið: 5 til
15 m/s, eitt sindur av avfalli og
gott sýni millum ælini.
Vinarliga eg.
Ella sum løgmaður hevði
sagt. v. Kaj Leo. Sendt med
min iPhone.
At flyta frá
fólkinum
Ghetto klumman
Tað heldur sjónleikarin, Olaf
Johannesen, sum er forsætisráð
harri í væl umtóktu sjónvarps
røðini hjá DR. Fimti hvør dani
hyggur eftir honum hvørt sunnu
kvøld. Men sjálvur hevur hann
ongan part sæð enn.
– Eg havi rætt og slætt ikki
havt tíð at hyggja, sigur Olaf
Johannesen, sum hevur havt úr
at gera seinastu tíðina. Hann er
við í tveimum ymiskum leikum
í Týsklandi. Men hann ætlar at
hyggja eftir øllum pørtunum í
einum.
– Tað verður undarligt at
síggja meg sjálvan á sjónvarps
skíggjanum. Eg vænti, at eg síggi
undarligur út. Øðrvísi enn vanligt.
At síggja at nøsin hjá mær er so
stór og eitt sindur skeiv eisini og
slík tápulig ting verða undarlig at
síggja á skíggjanum, heldur Olaf
Johannesen. Hann er tó spentur
at síggja Brotsgerðina.
– Serliga spentur eri at at
síggja, hvussu røðin er sum ein
heild.
Um
spenningskurvan
heldur. Og hvussu mín leiklutur
mennist gjøgnum alla røðina,
sigur Olaf Johannesen.
At venja seg við at standa
framman fyri einum myndatóli,
hevur kendi sjónleikarin brúkt
nógva tíð uppá.
– Eg havi arbeitt leingi við,
at myndatólið skal vera mín besti
vinur. At tað fangar alt. Eisini
tað, eg hugsi. Og eg havi funnið
útav, at eg ikki skal spæla mín
leiklut við líka stórum rørslum,
sum eg annars havi verið vanur
við at gera á einum sjónleikar
palli.
At vera við í Brotsgerðini
er eitt tað størsta, sum Olaf
Johannesen hevur verið við í
sum sjónleikari:
– Brotsgerðin er góð fyri mína
yrkisleið, sigur Olaf Johannesen,
sum longu er bjóðaður at vera
við í fleiri »castings«.
– Fólk kenna meg eisini aftur,
tá eg gangi á gøtuni. Nógv koma
yvir til mín og síggja út, sum vit
eru í familju og hava kenst alt
lívið. Tað er bara stuttligt, sigur
hann.
Tá Brotsgerðin varð tikin upp,
fingu leikararnir bert handrit
til ein part í senn. Sostatt visti
eingin, hvør drápsmaðurin var,
fyrr enn seinasti parturin varð
gjørdur:
– Tá vit høvdu lesiroynd til
seinasta partin, var spenningurin
øgiligur. Vit veddaðu um, hvør
av okkum var drápsmaðurin.
Og tað vóru nógv, ið hildu, at tað
vóru tey, sigur Olaf Johannesen
at enda.
Næsta sunnukvøld verður 8.
partur av Brotsgerðini vístur. Í
alt eru 10 partar.
Undarligt at síggja meg
sjálvan í Brotsgerðini
Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn
hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio.
Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og
Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna
Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum
sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma«
Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra
kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum
eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin.
– Brotsgerðin er góð fyri mína yrkisleið, sigur Olaf Johannesen