Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 23. oktober fingu Lydia Samson, Klaksvík og Allan Sigmund Joensen, Miðvágur eina dóttur. Hon var 51 cm og vigaði 3780 gr 27. oktober fingu Marianna Wang Olsen og Hans Olsen, Sørvágur eina gentau, hon var 55 cm og vigaði 4400 g Hósdagin 18.10.2012 fingu Asta og Kári Nielsen, Argir, eina dóttir. Hon vigaði 4240 gr og var 57 cm long. 25.10.2012 fingu Hildigunn Niclasen og Bergur Lutzen, Leynar, eina gentur, hon vigaði 3810 g 19. oktober fingu Paulina og Heri Norðberg, Hvalba, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3860 gr. 31. oktobur fingu Berit Heinesen og Pauli av Reyni, Hoyvík, eina dóttir.  Hon var 52 cm long og vigaði 3190 gr. nøvn Í gjár, hósdagin 8. nov­ em­ber, vóru 40 ár liðin, síða­ni Aksel Vilhelmsson Johanne­sen á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Aksel er for­ mað­ur í Javn-að­ar­flokki­ num. Foreldrini eru Johild og Vilhelm Johannesen í Klaks­vík. Aksel er yngstur av fimm systkjum: Líggjas (1964), Signhild (1967), Betuel (1968), Ragna (1970) og Aksel (1972). 40 ára føð­ ing­ar­dagsbarnið er upp­ kall­aður eftir abbanum á Hædd, sum í síni tíð var út­róðr­armaður í Klaksvík. Tað var í Víkunum, at Aksel vaks upp. Hann leyk í 1997 HF prógv nakr­ar hundr­að metrar frá barna­ heimi­num, og sum flestu ung­ling­ar­nir í bygdini royn­di hann seg sum fótbólts­spæl­ari í KÍ, har hann var við til at vinna FM heitið í 1991, og í níti áru­num spældi Aksel heilt fitt á næstbesta og viðhvørt besta liðnum. Teir báðir eldru beiggj­ ar­nir eru óførir sjómenn. Eisini Aksel royndi sjólívið í unglingaárunum, tá ið hann var við Jákupi B og Klakki og annars ar­beiddi fisk á Kósini og á Royki­ virki­num og eisini var í timbur­handlinum. Við góðum mið­náms­ prógvi fór Aksel til Keyp­ mannahavnar at lesa løg­ frøði. Lestrarárini gekk hann við posti í Keyp­man­ na­havn í eini 3 ár. Tað gekk tó ikki út yvir lesturin, sum tað gekk skjótt og væl at fáa frá hondini. Eftir lest­urin arbeiddi Aksel frá 2004 sum advokatur á Advokatskrivstovuni í Havn, men síðani 17. juli í 2009 hevur hann verið full­ tíðar politikari. Á løgtingsvalinum í 2008 var tað javnaðarfelagið í Norð­oyggjum, sum stillaði Aksel upp. Tað eydnaðist ikki í fyrsta umfari Akseli at vinna løgtingssess. Hann var fyrsti tiltaksmaður, og tí­skil var hann viðhvørt á tingi. Jóannes Eidesgaard var formaður í Javn­að­ar-flokki­ num, og hann duldi ikki, at hann fegin vildi sleppa úr formanssessinum og sessinum sum fíggj-ar­mála­ ráðharri. Aksel Johannesen varð landsstýrismaður í heilsu­málum 16. juli í 2009, og so gekk tað skjótt. 21. febru­ar í 2011 loysti hann Jóan­nes Eidesgaard av í fíggj­ar­málaráðnum, og tvær vikur seinni – 5. mars 2011 – varð Aksel valdur til floksformann. Tað var merkis­vert, tí Aksel var ikki valdur á ting, tá ið hon­um var víst álitið at taka við evstu leiðsluni í Javn-að­ar­ flokkinum. Avbjóðingin var stór, tí veljara­kanningarnar bendu á, at tað ikki fór at ganga so væl á valunum, sum stóðu fyri framman. Aksel hevur gott fólkatekki, og hann er arbeiðssamur. Sum lands­stýrismaður hevði hann víst politiskt tev, og at hann var førur fyri at taka avgerðir, hóast tær ikki altíð smakkaðu ster­ku áhuga-bólkunum og fjøld­ ini so væl. Á løgtingsvalinum 29. oktober í fjør vístu veljar­ ar­nir nýggja javn­að­ar­ for­manninum stórt álit. Nakrar vikur fram­man­ undan hevði flokk­urin vunnið annan fólka­tings- sessin – Aksel er varamaður hjá Sjúrði Skaale – og á løg­tingsvalinum fótaði flokk­urin sær, og Aksel V. Johannesen varð fyrst vald­ur. Hóast hann býr í Hoyvík, so tóku klaksvíkingar og norð­oyingar dyggiliga und­ ir við Akseli, men nýggi javnaðarformaðurin fekk eisini atkvøður í høvuðs- stað­num og kring alt land­ ið. Pápin, Vilhelm Johanne- sen, hevði góðar gávur at fáast við politikk, og tað hevur Aksel eisini. Hann er hugsjónarliga skúl­aður, hann er kringur í orða­ skift­um, og hann er semju- søkj­andi samstundis, sum hann fyri stuttum hev­ur markerað, at Javn­að­ar­ flokkurin fer ikki at sam­ starva í samgongu við Fólka­flokkin so leingi, sum hann er formaður. Aksel er giftur Katrini Apol, og børnini eru Luitjen Aksels­son Apol (2006) og Elias Akselsson Apol (2009). Áhugin fyri fótbólti og KÍ er framvegis stórur. Fyrstu árini, eftir at hann var komin heim aftur á klett­arnar, var Aksel uppi í leiðsluni í Klaksvíkar Ítróttar­felag. Nú fer poli­ tikk­urin við mestu tíð­ ini, men treyðugt so, so er Aksel ofta at síggja fram við girðingini, tá ið klaks­víkingar stríðast á vøllinum, um tað so er á heimavølli ella í Gunda­ dali. J Aksel V. Johannesen 40 ár Formaður Javnaðarfloksins Aksel V. Johannesen fyllir 40 ár í dag. Við sjáldsomum gløgg­ skyg­ni og hóvligu medferð síni, er ungi politikarin, Aksel V. Johannesen eftir bert fáum árum rokkin langt í føroyskum politikki. Hann gjørdist vara­ mað­ur Javnaðarfloksins á løg­t­ings­valinum í 2008. Í juli 2009 tók hann við sum landsstýrismaður í heilsu­málum, og longu á vári árið eftir gjørdist hann landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hin 5. mars 2011 varð ungi klaks­víks­ maðurin vald­ur í for­mans­ sess Javn­að­ar­floksins eftir Jóan­nes Eides­gaard. Á løg­ tings­valinum 29. okto­ber 2011 var Aksel V. Jo­han­ne­ sen fyrstvaldur á Javn­að­ ar­lista­num við 1204 at­kvøð­ um. Aksel V. Johannesen varð føddur í Klaksvík hin 8. november 1972. For­eldrini eru Johild og Vil­helm Johannesen. Hann hevur lokið prógv sum løg­frøð­ ingur frá uni­ver­si­tetinum í Keyp-man­na­havn, og virk­ aði sum advokatur í Havn frá 2007. Aksel V. Jo­han­ nesen er giftur við Katrin D. Apol úr Havn, og saman eiga tey synirnar Luitjen og Elias Akselsson Apol. Javnaðarflokkurin ynsk­ ir formanninum hjartaliga til­lukku við runda degnum, við ynskjum um alla eydnu og góð javnaðarúrslit fram­ yvir. Javnaðarflokkurin Leygardagin 01.12.12 giftast Karina Finnbjørnsdóttir, Trongisvágur og Tórður Thomsen, Hvalba. Vígslan verður í Salem kl. 13 og drekkamuður verður aftaná, har møguleiki er at heilsa upp á brúðarparið. Veitslan verður fyri innbodnum á Seglloftinum kl. 18.00 Leygardagin 17. november kl. 13, giftast í Siloa í Fuglafirði, Anna Maria Erlingsdóttir Antoniussen Fuglafjørður og Sólberg Kárason Jacobsen Vágur. Eftir vígsluna verður Reseptión í Siloa. Veitslan verður fyri innbodnum. brúðleyp føðingar Silvurbrúdleyp Mikudagin 5 des hava Hallgunn & Jarmund Berthelsen verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin 21 des í Bygdarhúsinum á Strondum kl 18. Tey,ið ynskja at halda dagin saman við okkum,vinarliga sigi frá á tlf. 253805/277105 ella á 447105 innan 30 nov. 60 ára føðingardagur Tórsdagin 8. november verður Danjal Bjarkhamar 60 ár. Í samband við føðingardagin, verður opið hús í Stóra Pakkhúsi í Vági, leygardagin tann 10. november frá kl. 12 til 19, har øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur. Ónsdagin, 14. novembur, fyllir Gretha Lassen í Vági, 75 ár. Dagurin verður hildin í meinigheitshúsinum fríggjadagin 16. novembur frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Eg verið 75 ár og havi eina hugnaløtu við náttura hósdagin 15. November frá kl. 16-22. Føðingardagurin verður hildin í hølinum hjá Starvsmannafelagnum J. H. Schrødersgøta 9 Tórshavn. Ynski at hitta familju og vinir. Fanny Joensen, Hellutún 11 Tórshavn 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 9. nov. verður Daniel Jacob Mortensen, (D.J. Mortensen) Tórshavn 85 ár. Dagurin verður hildin á Lágargarði saman við familjuni. merkisdagar Formaðurin fyllir 40 í dag