fríggjadagur 9. november 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá ið eg 1967 kom til Fuglafjarðar
at verða lærari, so fekk eg ein 2.
real í støddfrøði og í fimleiki. Her
gekk ein fittur gjógvarádrongur
í flokkinum. Hann hevði hárið
líkt Elvis Presley, men klæðini
vóru meira lík bygdadrongjum.
Hann var í eini brúnmynstrutari
troyggju og myrkum buksum.
Tað vóru kanska meira genturnar,
ið settu hárið upp í valkar og
okkurt annað upp í rógv, sum
gjørdu tær líkari t. d. Brigitte
Bardot, Elisabeth Taylor og Sophia
Loren. Næstan allir dreingirnir
í flokkinum høvdu eina aldu
í hárinum frammantil. Onkur
hevði sítt hár sum hjá Bitlunum.
Í fyrstani vórðu teir síðhærdu
dreingirnir illa sæddir, men sum
frá leið, høvdu flestu dreingir,
ið komu inn um skúlans gátt í
framhaldsdeildina, sítt hár. Onkur
helt fyri, at nú fóru lýsnar at hava
lív og góðar dagar í skúlanum,
men hetta bleiv ikki øðrvísi
enn vanligt. Genturnar høvdu jú
sítt hár, tær fingu ikki fleiri lýs
enn dreingirnir. Onkuntíð komu
harraboð frá leiðslu skúlans, at
nú vóru lýs á skúlanum, og kundi
onkur lærari gera eitt gleps og geva
teimum síðhærdu dreingjunum
skylduna, men var hetta ikki
øðrvísi enn Jesuspápaseyður, ella
kongalús - reytt undir steini, niðri
í fjøruni. Sært tú mannfólk í dag
ganga við síðum hári ella hesthala,
so er hetta eins natúrligt sum at
vera stuttkliptur, kumlaður ella
berskøllutur.
Musikalitetur
Flokkurin
var
ein
ljóðkátur,
musiskur
flokkur.
Fleiri
av
teimum, sum gingu í hesum
flokki
vóru
sera
musikalsk.
Har vóru Jógvan og Martin
hjá
Smiðjumeistaranum
stak
musikalskir. Teir kundu seta seg
við klaverið og so spæla. Hetta
var hugtakandi, at so ungir
dreingir høvdu so góða føling við
akkordunum. Herluf Berthelsen
og Arnold Abrahamsen gjørdu
eitt blandað kór í skúlanum í
framhaldsdeildini til jólini hetta
árið og somuleiðis til jólini 1968.
Umframt at syngja jólasangir
varð eisini sungin ein partur úr
satsinum í skapanini av Haydn -
The Heavens are telling. Hetta var
sera sjaldsamt, at hetta kundi lata
seg gera. Stanley Samuelsen og
Heðin Kambsdal gingu 1967 i 3.
real. Genturnar sungu reint, ljóst
og onkur hevði eitt livandi vibrato,
sum enn tann dag í dag kemur fyri
oyrað. Tá var eingin trupulleiki í
barnaskúlanum at fáa flokkarnar
at syngja tví- og tríraddað, tí var
tað natúrligt at hava eitt blandað
kór til jólini í framhaldsdeildini
um hetta mundið.
Lagsmiður
Nú er at siga um Jógvan, at hann
hevur fingið nógv í vøggugávu,
men hann hevur eisini dugað væl
at farið við sínum evnum , sum ein
góður lagsmiður og sangari. Hetta
kom væl í ljósmála, tá ið hann
var lærari í Fuglafjarðar skúla frá
1977 til 1989, har vit samstarvaðu
í sangi. Maðurin vendi aftur á
blóðið, og nú vóru so nógvir sang
- og tónleikalærarar við skúlan
sum ongantíð áður - alt gekk bara
ein veg. Herluf og Arnold høvdu
gjørt
eitt
dygdargott
arbeiði
sanginum og kórsanginum at
frama. Ikki bert tað, men hevði
hornblásturin, sum Arnold tók
sær av, eisini góð kor í skúlanum.
Hetta var ein tíð, sum vit minnast
aftur á við gleði. Lat meg nevna
teir
lærararnar
afturat,
sum
høvdu sang og tónleik: Heðin
Kambsdal, Jógvan Ólason, Atli
Hansen, Niels Midjord, Jógvan
Dahl og Jónsvein Poulsen. Onkur
helt, at nú var ov mikið við hesum
“tra, la, la” ljóðinum í skúlanum,
men tá ið jólini stundaðu til,
og øll skúlabørnini stóðu og
sungu í fimleikahøllini, tá táraðu
abbar og ommur og frøddust
yvir henda ljóm. Ja, hetta vóru
glæstridagar, og úr hesum sangi
spratt
Fuglafjarðar
gentukór,
sum tók henda ljómin til sín og
bar hann víða um Norðanlond
og Føroya land frá 1980 til ár
2001. Úr hesum ljóðfylta samljóði
stakk
Jógvan
kríllin
undan
kavi sum tónasmiður og gjørdi
nøkur dygdarløg, sum eru vorðin
fólkaogn í dag. Ja, tak bara lagið
til Gakk tú tryggur, sum næstan
hvørt barn í Føroya landi dugir
uttanat.
Organisturin í
Hverðagerða kirkju
Eitt
árið,
organisturin
úr
Hverðagerða kirkju í Íslandi var
og vitjaði í Føroyum, spældi hann
á einari konsert upp á orglið í
Fuglafjarðar kirkju. Hann spurdi,
um hann skuldi improvisera yvir
okkurt føroyskt lag, og víst varð á
lagið Gakk tú tryggur. Hetta var
stak sjáldsamt at hoyra, hvussu
hesin
dugnaligi
organistur
dyrgdi
millum
tónlistavindar,
hvussu hann kastaði uppá, læsti
av og legði rendur á fraseringar,
sum fóru upp í Keldufellið og
Kelduna Vígdu, tóku seg niðan
á Nón og Húsar og endaðu uppi
á Gjógvarafjalli. Hvíldu seg eina
skamma stund ovast uppi á
hesum fjalli. Hesin vakri ljómur
fór upp ímillum skýggja og
spann eitt væl vovið adantino,
sum setti seg á hamrar, túvur
og brýr kring bygdina – eins og
flykrur ein stillan vetrardag.
Hetta var vakurt. Tá ið lagið tolir
eina so drúgførda gongd, so er
spunatráðurin í hesum tónalag
bæði haldgóður, væl vovin og
slitsterkur.
Sofus Joensen
Sofus Joensen, lærari okkara í
føroyskum á Føroya Læraraskúla,
tosaði
mangan
um
sangir
(yrkingar) og løg, sum ikki sótu
so væl saman. Tá plagdi hann at
siga, at hetta var spell, tí lagið tók
so nógv frá yrkingini, um lagið
ikki hevði sama tónamál sum
yrkingin. Sum dømi nevndi hann,
Tú gakk tær fram við ánni av Chr.
Matras, sum varð sungið til lagið
Ein Skortlitt kúgv við garðaliðið,
har lag og yrking fóru hvørt um
annað sum á skeringi. Nú hevur
Jógvan við Keldu gjørt eitt nýtt
lag til hesa yrking, sum hóskar seg
munandi betri til hesi frægu orð.
Tessvegna legst ein annar dámur
yvir yrkingina, um hon verður
sungin.
Vøkur er verðin
Nú er Jógvan á Lakjuni hugtikin
av Hans Andr. Djurhuusi og
mangur við honum. Hann hevur
tikið henda yrkjara til sín, og fleiri
løg hevur hann sett til yrkingar
hansara, sum t. d. Fuglafjarðar
gentukór sang á sínum útferðum
í áttati - og nítiárunum, men
hóast tað, so løgdu vit ofta
fyri
við
yrkingini
Vøkur
er
verðin av Mikkjali á Ryggi, sum
Jógvan setti lag til. Her renna
lag og yrking saman sum ein
lívligur keldusproti á vári. Tage
Mortensen, sáli, plagdi at tosa um
“kvasirytmurnar”
hjá
Jógvani,
tá ið hann bant saman t. d.
rytmisku áttandapartarnar bæði
um taktlinju og í kenslusomum
fraseringum. Hetta gav eitt annað
ljóð, sum fylti sinnið á teimum
ungu sprundunum, sum lyftu
hetta lag upp ímillum bitar og
bjálkar. Gloymi aldri 1986, tá ið
kórið var á konsertferð í Íslandi,
og vit sungu í Langholtskirkju
og í kirkjuni í Selfossi. Kórið kom
syngjandi inn eftir gólvinum
Vøkur er verðin, eins og floygdur
fuglur. Jógvan sat við klaverið
inni í kór . Hetta var stak vakurt,
og vóru fólk hugtikin av at hoyra
henda alfagra føroyska ljómin,
sum Fuglafjarðar gentukór var
kent fyri... sum John Høybye segði:
“ Det har en personlig klang!”
Úr
hesum
jørðildi,
undan
Jógvansa hond í juni 1986, spratt
sangbólkurin Bros. Hesin bólkur
gav kasettuband út 2. juni 1986.
Flestu løg - eini 8 í tali av teimum
14 løgunum, sum vóru á hesum
kasettubandi, átti Jógvan. Eyðun,
bróðirin, og Jógvan gjørdu eitt
í felag - Sum smádrongur lítil og
Victor, beiggi teirra, átti orðini.
Somuleiðis átti Eyðun 2 løg t. d.
Tað brenna túsund ljós, sum eisini
er vorðið fólkaogn. Ja, sigast má,
hóast vit bert eru eini 1500 fólk í
bygdini, so eru vit rík. Vit kunnu
vera eitt sindur ójøvn á máli um
t. d. politikk ella okkurt hissini,
sum bert er eitt stoytkók eina
løtu, sum lítlan og ongan týdning
hevur, tá lívið leggur seg við
gjar, flidnarendur og andar í inn
- og útsúgi í tónlist, skaldskapi,
myndlist,kærleika og vinskapi.
Endi
Øll árini, eg havi leitt kór og heitt
á Jógvan um at spæla undir, ella
hjálpa til í tenorinum, hevur hann
ongatíð borið seg undan. Enntá,
tá ið vit hava havt kvøldsetuna,
Seyður og seyðahald, so hevur
hann spælt undir til sálmin, Nú
hvítna tindar, har røktingarmenn,
bóndur
og
fjallmenn
hava
sungið sum heimstenorar ella
heimsbasssar,
so
væl
hevur
tað svingað. Hetta hevur verið
mongum til stóra gleði, og takk
fái hann fyri tað.
Ja, tað er so mangt annað,
sum kundi verið at trivið í. Tað
politiska lati eg liggja. Nú um
dagarnar frættist, at feðgarnir
báðir, Jógvan og Bárður, geva
fløgu út. Ja, hetta er stórbært og
poetiskt, nú Jógvan verður seksti.
Jógvan er giftur við Odvør og
eiga tey 4 børn saman, Høgna,
Bárð, Herborg og Rógva. Odvør
hevur verið leiðari í Piddasahandli
og Ribarhúsi í 15 ár, har dagsins
setningar
hava
litað
tað
mentanarliga her í bygdini til gleði
fyri tey, ið virka pløgg - bundin og
seymað - og somuleiðis lutir, sum
koma undir brúkslist. Hetta er til
sølu í Piddasahandli. Ribarhús er
so gallaríið hjá okkum, sum hevur
goymt at mongum framsýningum
í tí farna. Bæði Jógvan og Odvør
virka á tí listaliga økinum, sum er
teimum til mikla tign og miklan
sóma og til gleði fyri onnur.
Hjartaliga til lukku við teimum
seksti 13. novembur.
Frits
Jógvan á Lakjuni
seksti 13. novembur 2012
nøvn