Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Einsporað talufrælsið og larmandi tøkn Varaborgarstjóri uttan veruliga ábyrgd! Men eg undrist á og sakni at síggja ung fólk ella vaks­in argumentera í móti Tjóð­veld­ inum. Tit eru har; sam­bands­ fólk, neutral fólk, javn­aðar­ fólk og øll hini; men tit tora ikki alment at mót­argu­ mentera tjóðveldis­politikk­ inum, haldi eg sjálvur. Og eg óttist og undrist enn ein vanda, tí um yvir­ gang­urin til meiriluta av tjóð­veldi í Føroyum kemur ein dag við fullveldið sum resul­tat, so verður tað dekan ov knapp­liga. Ella kanska verð­ur yvirtøkan av Føroyum framd so líðandi. Skilið var ein gýsari í Íslandi í sínari tíð, tí tað størra landið, Danmark, logiskt nokk eins og yvir fyri Føroyum hevur orku og ráð til at fremja propaganda og spenna bein yvir fyri tí minna landinum tá dagurin kem­ur. Hettar sjálvsagt fyri at fremja egnar fyrimunir. Ís­ lendingar hava als ikki sama privilegium í dag sum vit hava. Stoltsheit og indentitet er eitt luksusproblem fyri okk­um. Vit skilja ikki hvussi íslendingar hava tað í dag. Til dømis hava tey 2-3 arbeiði í Íslandi, lesa í Danmark kanska av neyð og kanska bara tey sum hava ráð at lesa, og tey virka ikki at vera stolt av at tosa danskt – fyri bara at taka nøkur sjónlig dømi. Politiska rákið á Facebook millum føroyingar er ein larm­andi tøkn. Sum ein duld­ur grønur sannleiki: »Antin er mann ON og inni í heitu fjøldini, har mann ER tjóð­veldis­fólk ella orginal og inndirekta spiltur«. Sum ein dominerandi sam­funds­ normur: »Statt ikki uttan­ fyri«. Hettar kann hugsast at vera ein einsporað moderna jantelóg. Eitt nokk so farligt rák, tí Føroyar kemur í stóran vanda kanska við tilvildarligum stór­um avleiðingum, eitt nýtt og naivt rák, eitt sindur fanat­iskt rák, eitt teoretisk rák uttan erfaringar og sum um­leið 80% av teimum gomlu í Føroyum vildu for­kasta. Farligt tí um nú Tjóðveldis­ flokkurin ein dag far valdið í stórum fleiritali og loysa frá Danmark, so verður kanska eitt kaos í Føroyum. Ella spurningurin er, hvussu stórt kaos verður hjá lille- put-Færøerne. Serliga um fulveldið hendir uppá stutta tíð. Danmark vil tá ikki vísa nakra kenslu ella hjálp, tvørt­ ur ímóti. Tað sær tíverri út til at vera tabu hjá ungum fólki, alment at konstruktivt kritisera Tjóðveldisflokkin ella tjóðveldisfólk. Eg havi so ongan­tíð uppliva tað enn. Spennandi er at vita, um hettar er nevnt í nýggju bókini »Exit Føroyar« ella í »Hvítu Bók«. I wonder. Í stutt­ leika og í álvara fari eg her at ivast, um henda jom­frúliga jantelóg byrjar í studenta­ skúlunum og í framm­halds­ deildunum. Eg veit væl, at sera nógv eldri ikki eru aktiv á Face­ book. Sostatt dominerar tjóð­ veldisrákið meira á Facebook enn tað veruliga føroyska rák­ið, logiskt nokk. Vit eru mong sum fegnast um, at meirlutin í býráðnum nú er til reiðar at fara undir hart tiltrongda sambýlið fyri sinnisveik. Og eg skilji eisini væl, at varborgarstjórin, sum borg­ ari eisini fegnast um hetta avrikið hjá meir­lutanum (saman við lands­myndug­ leikum) og at nú kann veru­ liga nakað henda her. Tí tað kann ikki vera ann­ að enn, sum vanligur borgari, at Bogi fegnast um hetta. Hann vildi ikki vera við í meirlutanum, men hoppaði yvir til sínar »borgarligu« vinir, men tvíhelt um vara­ borgarastarvsheitið og hevur síðani næstan bert roynt at heglað niður á meirlutan, sum bert kann fatast, sum at hann als onga ábyrgd hevði av nøkrum sum »bara vara«. Nú, at hoppa »yvirum aftur« og taka sær eina stóra æru av hesum góða málið, er eftir mín hugsan beinleiðis »politiskt óerligt« og »den går ikke«, Bogi! Takk fyri enn eitt megnar­ átak tit í meirlutanum í bý­ ráð­num! Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Sjáldan sær mann ungan føroying á Facebook alment kritisera tjóðveldisfólk ella Tjóðveldisflokkin, sum kanska ein dag eiga einavaldið og fullveldið í Føroyum Í litfagra húsinum á Vallingaváli livir Pippi sorgleysa lív sítt. Hon býr einsamøll saman við stóra hesti og lítlu apu síni. Pippi hevur avbjóðandi hugsanir um, hvussu lívið eigur at livast, hon er sterkari enn tann sterkasti og hevur avgjørda meining um næstan øll viðurskifti. Júst hendan søgan hevur í mong ár givið bæði børnum og vaksnum lívligt hugflog og hevur við vissu eisini víst á skeivleikar viðvíkjandi sambandinum ímillum børn og vaksin. Um vit nú eina løtu seta ævintýr og bókligan lærdómin annars til síðis, kunnu vit fyri barnið í dag hóskandi spyrja: Hvør skal syrgja fyri mær? Í flogfarinum lá eitt blað á stólinum, og eg setti meg at lesa. Har stóð hugtakandi søgan um Lisbeth Zornig Andersen, sum hevur verið formaður fyri “Børnerådet”, har hon hevur arbeitt fyri grundleggjandi rættindum hjá børnum til verju, ávirkan og umsorgan. Longu sum barn lærdi Lisbeth at klára seg sjálva. Hóast hon tey fyrstu árini livdi heima, vóru foreldur hennara ikki før fyri at geva henni tað, henni tørvaði. Mamman varð við jøvnum millumbili bankað, hon og systkin hennara livdu í órøkt, og tey róku fyri vág og vind. Hugvekjandi sigur hon sjálv nakað soleiðis: »Tey, sum høvdu avgerandi ávirkan á lív mítt, vóru grannin Holst, lærarin Grethe og námsfrøðingurin Karen«. Upplivingarnar av harða barndóminum og ørkymlandi ungdóminum er tí í dag avgjørda drívmegin hjá Lisbeth Zornig Andersen. Hóast hon sjálv er ein fyrimynd fyri mong, so vísir hon á, at børn einsamøll ikki megna at gera munin, sum skal til. Hóast nøkur undantøk, so vísir Lisbeth á týdningin í menniskjunum, sum børn møta á lívsleiðini. Hóskandi er nevniliga spurningurin: Hvør skal syrgja fyri mær? Líknandi var kenslan, tá ið eg herfyri hoyrdi Lisbet Pipping í Norðurlandahúsinum siga sína søgu um lívið saman við mammu síni, sum orsaka av menningartarni ikki megnaði avbjóðingina. Eins og hon sjálv legði herðslu á, er tað ikki nóg mikið fyri barnið, at sagt verður: »Tey gera tað, so væl tey kunnu«. Her er eingin umbering. Børn hava krav á, at grundleggjandi tørvir verða nøktaðir. Víðari kunnu vit siga, at tá ein góður gerandisdagur er treytaður av teimum, vit eru saman við, er avgerandi, at vit síggja týdningin í, at ikki »sam­ felagið« einsamalt ger munin, men at tú og eg, sum eru samfelagið, gera mun! Nei, Pippi trívist ikki uttanfyri bøkurnar. Barnið uttan onkran vaksnan, sum sýnir tí kærleika og tekur sær av tí, er einki barn. Skeivleikarnir, ið Pippi sjálv vísir á, kunnu vit taka til okkum, men tó er ikki høpi í, at børn skulu megna gerandisdagin sjálvi. Kenslan hetta kvøldið við litríku, frísku og reyðhærdu Pipping, sum segði søgu sína, var eins og ferðin út úr ævintýraheiminum inn í náðileysa veruleikan í sorgfyltu søgu hennara. Ófatiligt, men hóast eina slíka søgu hevur svenska Lisbeth, eins og danska Lisbeth, dirvi at siga sína søgu. Hvat vit læra av slíkum søgum, er torført at siga, tó kunnu hesar søgurnar hava við sær, at vit oftari geva okkum far um tey, sum vit eru saman við – og við takksemi taka til okkum, at vit veruliga kunnu gera mun í lívinum hjá øðrum. Tóra við Keldu lærari EYGA MÁLIÐ Har tú og eg gera mun! Edmund S. Jacobsen Gunnleivur Dalsgarð fyrrverandi fakfelagsformaður