fríggjadagur 9. november 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jú javnari, jú betri og sterkari samfelag
Tað fíggjarliga waterpassið:
Nú USA og forsetavalið hevur
staðið ovast á tíðindabreddanum
í langa tíð, er nógv at undrast á
hagani frá. Hvussu ber tað til, at
samstundis sum hetta er heimsins
ríkasta land, so hevur tað eisini
lutfalsliga flest fólk í fongsli,
størsta pinkubarnadeyða, ringasta
harðskap, flest morð, verstu
likams- og sálarheilsustøðu, versta
fátækradømi, verri barnavælferð
og størsta ovurfita millum fólk,
samanborið við hini londini í ríka
vesturheiminum?
Hvussu ber tað til, at júst í
slíkum viðurskiftum standa lond
sum USA, Bretland, Portugal og
Australia so langt úti í tí skeiva
borðinum, meðan vit heilt úti
í hinum borðinum finna lond
sum Noreg, Japan, Svøríki, Belgia
– og Føroyar? Hvat er tað fyri
grundleggjandi eyðmerki, ið skilja
hesi londini og ger hendan munin?
Tað kunnu vit nú siga við eini
vísindaligari staðfesting: tað
avgerandi eyðmerkið er tann
fíggjarligi ójavnin í samfelagnum:
a) Jú størri fíggjarligur ójavni
millum landsins borgarar, jú
verri stendur landið seg á øllum
mátum fyri trivnaði, sosialari
og heilsuligari vælferð í víðastu
merking.
b) Hetta er ikki bara galdandi
fyri tey »á niðastu rókum«, men
fyri allar samfelagsbólkar, frá
teimum fátæku upp til tey væl
bjargaðu.
c) Jú størri ójavni, jú meira
skaðar tað samfelagið sum heild
og ger tað veikari.
d) Jú javnari ráðini eru býtt
millum borgararnar, jú betri eru
livilíkindini hjá øllum samfelags
bólkum, lágum eins og høgum.
Størri javnaður gagnar øllum
samfelagnum.
Javnaður og vælferð máld
og vigað í 20 londum
Hetta er høvuðsniðurstøðan
í størstu samfelagsfrøðiligu
verkætlan higartil, ið saman
ber fíggjarviðurskifti og livikor
hjá borgarunum í 20 londum
í vesturheiminum. At saman
beringin júst fevnir um hesi
londini er fyri tað fyrsta, tí
tey líkjast meir og eru betur
samanberilig enn onnur, sum
framkomin lond við sama
marknaðarbúskapi og demo
kratisku stjórnarskipanum. Í
øðrum lagi er avmarkingin treytað
av tøkum einsháttaðum data
grundarlagi til vísindaliga hald
góðar samanberingar.
Hetta er úrslitið av 30 ára
longum kanningarverki hjá
bretsku vísindafólkunum
Richard Wilkinson, professara
í sosial- og heilsufrøði, og Kate
Pickett, professara í epidemiologi,
samanfatað í bókaverkinum
»The Spirit Level«. Undirheitið á
fyrstu útgávuni frá 2009 var »Why
greater equality makes societies
stronger«, altso »Hví størri javn
aður ger samfelagið sterkari«. Á
myndini niðanfyri av nýggjastu
útgávuni er undirheitið broytt á
sigandi hátt til: »Hví javnaður er
betri fyri ein og hvønn«.
Spirit Level sipar ikki til nakað
andaligt fyribrigdi, men er enska
heitið fyri tað, sum vit úr týskum
kalla waterpas – handverkstólið
vit brúka fyri at finna ta vatnrøttu
javnvágina.
Samanhangurin millum
ójavna og vælferð
»The Spirit Level« lýsir saman
hangin millum:
a) fíggjarliga inntøkuójavnan,
máldur sum lutfallið millum
inntøkuna hjá tí fátækasta fimt
inginum og tí ríkasta fimtingin av
fólkinum, og
b) vísital fyri sosiala, heilsuliga
og trivnaðarliga vælferðarstøðið,
sett saman saman av sonevndum
indikatorum sum: lívsævilongd,
útbúgvingarførleiki, barnadeyði
ligheit, fongsling, harðskapur
og morð, teenage-føðingar, álit
borgaranna millum, ovurfiti,
sálarsjúka, rúsmisnýtsla og sosial
fastlæsing.
Wilkinson og Pickett lýsa ikki
bert tað sterka sambandið millum
fíggjarliga ójavnan og hetta
samansetta vælferðarvísitalið. Tey
lýsa eisini í 9 kapitlum, hvussu tað
fyri hvønn einstakan av hesum
9 indikatorum er eitt óreingiligt
samband við fíggjarliga ójavnan í
samfelagnum.
Datagrundarlagið hjá
Wilkinson & Pickett er offisiellar
skráir og rapportir frá ST, OECD,
WHO, UNICEF, US-census Bureau,
London School of Economics
o.ø. altjóða stovnum, frá árunum
2000-2007. Føroyatølini eru frá
Hagstovuni fyri 2010.
Grafiska myndin vísir, hvussu
tey 20 londini í »The Spirit Level«
standa seg í hesum sambandi
millum fíggjarligan ójavna og
samansetta vísitalið fyri sosiala,
heilsu og trivnaðarliga vælferð.
Jú verri stendur til, jú longri
høgrumegin og ovarliga standa
londini á stiganum. Jú longri
vinstrumegin og niðarliga, jú betri.
Føroyar havi eg sett inn á
myndina, hóast tað bert er upp
lýsingargrundarlag fyri nøkrum av
sosialu indikatorunum. Í teimum
førunum liggja vit tó í nógv besta
endanum av norðanlondum,
so eg havi loyvt mær at seta
føroyska vælferðarvísitalið sum
miðaltal fyri Noreg og Svøríki.
Hinvegin hava vit fullgott og
altjóða samanberiligt vísital
fyri fíggjarliga inntøkuójavnan
(sí heimasíðuna hjá Hagstovu
Føroya).
Eg havi sjáldan lisið eina bók
um samfelagsviðurskifti, ið setir
so nógv upp á pláss sum »The
Spirit Level«. Samstundis so
lættlisin. Men hon er eisini blivin
ein tann mest slóðbrótandi og
umrødda bókin um samfelagið
í okkara parti av heiminum
seinastu árini. Hon skjalfestir,
hvussu flestu lívskor, frá deyði
ligheit til sálarheilsu, frá harðskapi
til útbúgvingarførleika, eru bein
leiðis ávirkað av – ikki hvussu
ríkt samfelagið er – men hvussu
javnt tað er skipað; at samfeløg
við stórum inntøkuójavna er ringt
fyri øll, eisini tey vælbjargaðu.
Men hon peikar eisini á, hvussu
vit kunnu finna positivar loysnir
og flyta okkum fram móti eini
eydnuríkari framtíð. Eggjandi,
avbjóðandi og sannførandi er
»The Spirit Level« boðberi fyri eini
nýggjari positivari hugsan um
okkara politisku virkismøguleikar
fyri at skapa eitt betri samfelag.
Sum skoðsmálið frá bretska
dagblaðnum The Guardian: »A
big idea, big enough to change
political thinking«.
»The Spirit Level« hevur sett
røring í politisku og almennu
debattina víða um, um tann týdn
ing fíggjarligur javni og ójavni
hava fyri samfelagsmenningina,
enntá tvørtur um vanligu
politisku mørkini. T.d. hevur
bretski konservativi forsætis
málaráðharrin David Cameron
sagt um bókina, at hon vísir, »that
among the richest countries, it's
the more unequal ones that do
worse according to almost every
quality-of-life indicator«. Eins og
Ed Miliband, Labour-formaðurin:
»I do believe this country is too
unequal and the gap between rich
and poor doesn't just harm the
poor, it harms us all.«
»The Spirit Level« er komin út
í 20 londum. Ein donsk útgáva er
komin nú í oktober á Informations
Forlag.
»Yes, we are all
in this together«
Soleiðis kalla rithøvundarnir eina
stutta grein, tey hava skrivað í
smb. við nýggjastu útgávuna, við
eftirmeting og viðmerkingum
til móttøkuna, umrøðuna og
kritikkin, sum bókin hevur fingið:
http://www.newstatesman.com/
society/2010/11/inequality-social-
health-essay
»We are all in this together«
sipar til, at stríðið móti ójavna er
eitt felags projekt, at tað snýr seg
um samfelagsdygdina, til gagns
fyri okkum øll.
Á heimasíðuni (við heitinum
»The Equality Trust« ) er hópur at
lesa um bókina, ummæli, nærri
frágreiðingar og supplerandi tilfar,
m.a. slides frá øllum myndum í
bókini:
http://www.equalitytrust.org.
uk/resource/the-spirit-Level
Í endan av nevndu grein hava
tey ein hugvekjandi boðskap:
»Nú er tíðin, at javnaðarsinnað
(»egalitarians«) reisa seg á al
menna pallinum. Tað kunnu
vit gera, sannførd um, at sann
leiksvirði í okkara hugsanum er
blivið váttað í størri mun, enn tey
flestu okkara ímyndaðu sær«.
»Javnaðarsinnað« gongur sjálvsagt
langt út um tann týdning, orðið
hevur í føroyskum flokspolit
iskum týdningi.
»The Spirit Level« er krút til
øll teirra, ið vilja striðast móti
niðurgangsleiðini hjá føroysku
høgrasamgonguni hjá Jørgen &
Jenisi, Kára og Kaj Leo.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi løgtingsmaður og lands
stýrismaður fyri Javnaðarflokkin