Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Mangt broytist á mannsins ævi – og soleiðis skal tað vera Men við hvørt rennur mær tó onkur kensla til hugs, sum eg hevði ynskt var sterkari í dag. Eg varð smágenta, búði - eins og ómetaliga nógv før­ oysk børn gera tað í dag – í Danmark, og eg gleddi meg til at koma til Føroyar at ferð­ ast á sumri og á jólum – longdist. Eg bleiv eldri, og gleddi meg framvegis til at koma til Havnar. Tí Havnin var full av lívi, miðbýurin lá opin og vinarligur og bjóðaði øllum vælkomnum. Og loks­ ins fluttu vit úr Danmark til Havnar. Og tað var tað besta sum kundi henda fyri meg. Síðani tá hevur Havnin sjálvandi fingið enn meira at bjóða sínum borgarum, bæði teimum sum búgva her, og teimum, sum ikki búgva her beint nú. Men um vit lurta eftir, so er longsulin eftir at koma heim, og at seta búgv her í Tórshavnar Kommunu nógv kølnaður í hjøtunum hjá teim­um nógvu, sum fara. Eg haldi at eitt nývalt býráð skal leggja stóra orku í at kanna gjølla, hvat skal til, til tess at kveikja áhugan fyri, at ung fólk velja Havnina til. Ikki bara hissini metingar. Ikki minst skulu vit kanna eftir, hvat er neyðugt til tess at teir heimsborgarar, sum í støðugt størri tali velja at búseta seg í Havn og í Før­ oyum, fáa ta skúlagongd, ta frálæru í føroyskum máli og ta móttøku, sum sømir seg. Kenna fólk seg vælkom­nan, geva tey eisini sítt íkast til felagsskapin og fram­burð­in. Tórhavnar Kommuna kann sum einki finna svari­ ni, og broyta gongdina. Tað snýr seg sjálvandi fyri ein stóran part um bústaðir til ein sámiligan prís, og at tryggja fólki ráð til at liva í Havn, at skapa vinnulig arb­ eiðspláss, og fjølbroyttar út­ búgvingar og granskingar­ møguleikar. Og so at menna ta ment­ an, sum fær hjartað at banka av longsli hjá ungum og gomlum. Ansa eftir at tol­ semið altíð ræður, og at afturhald og snævurskygni ikki fær fastatøkur á okkum. Og at fáa lív aftur í mið­ býin. Eitt hugskot er at við­ gera framtíðarvisjónina um Havnina gjølla, sum varð løgd fram av hugsjónarfólki fyri kortum – og gera eina realistiska raðfesting. Nógv av tí sum har er hugsað, ber til at fremja fyri smærri upp­ hæddir. Og sum kunnugt varð Rom ikki bygt eftir ein­ um degi. Helena Dam á Neystabø Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar Kommunu Mentan og list á breddan Tórshavnar kommuna er undan­gongu­kom­mu­ n­an í landinum, sum við góðum kreftum dregur Føroyar aftaná sær. Hóast landsuppgávur, so átekur høvuðs­staðar­ kommunan sær gleðiliga nógvar tílíkar. Tær mest umrøddu uppgávurnar, sum áttu at verið landsuppgávur, men eina og aleina liggja hjá Tórshavnar kommu­ nu, eru høli til Tjóðpallin og stuðul til Klippfisk. Í báðum førum hevur Tórs­havnar kommuna verið einasti stuðul, tí landið svevur og ger einki. Samstundis er tað hent, at landið hevur skorið Mentanargrunnin við einum fimtingi, so aftur her verður minni av tøkum peningi til kreativt virksemi, sum longu framman undan er niðurpínt. Tí kunnu vit skjótt koma til tað greiðu niðurstøðu, at tað er bara í Tórshavnar kommunu at mentanin eigur politiskan stuðul. Men stuðulin til ment­ anarligt virksemi í høv­ uðsstaðnum kundi verið munandi dyggari, tí tað er her, at flestu føroy­ ingar búgva. Eg vil virka fyri at mentan og list verða raðfest enn hægri, so vit fáa ein enn ríkari bý, ikki bara at liva í, men eisini at trívast í. Mentan og list skulu umsitast á høgum fak­ ligum støði og í tøttum samstarvi við borgaran í Tórshavnar kommunu. Vel meg á lista E! Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/ hallbjorg Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga! Hallbjørg Lamhauge Valevni til býráðsvalið í Tórshavn á lista E Hækkan av hallarstuðuli til ítróttar­ feløgini Í býráðnum havi eg virk­ að fyri at fáa strika hall­ arleiguna, sum ítróttar­ feløgini í Tórshavnar kom­munu hava at drag­ ast við. Sum ein bata, so verður hallarstuðulin hækkaður við 20 % frá 1. januar 2013. Hetta er ein bati, men her verður ikki helma í fyrr enn hallarleigan er heilt burtur. Tað er jú ein stór ”leiga” í sær sjálvum, ið ítróttarfeløgini geva sum íkast við at reka alt frítíðar- og ítróttar­virk­ semi í Tórshavnar kom­ munu. Hetta verður framt! Jákup Símun Simonsen býráðslimur Tjóðveldi listi E Jákup Símun Simonsen Býráðslimur Val og valskeið! Tað er stuttligt at lesa um alt sum lova verður, nú tað stundar til val. Eg kom at hugsa um hvussu eins tað í roynd og veru ljóðar. Í val­ stríðnum er ikki tann stóri munurin, at fáa eyga á, tá ið tað ræður um, at sníkja seg inn í “høga almens land”. Tað undrar meg almikið, at síggja hvussu samdir allir flokkar eru, um hvussu farast skal fram eftir valið. Um hetta er veruleikin, so er ongin grund til at stilla upp politiskt. So eru allir flokkar líka, og valevni kunnu tískil bara stilla upp hvør sær. Kanska er hetta grundin til, at fólk halda, at býráðsval er ópolitiskt. Men býráðsvalið er langt frá ópolitiskt, sjálvt um tað kann sýnast soleiðis, tá ið val stundar til. Men pípan fær eitt annað ljóð, tá ið upp­ standurin við valið hevur lagt seg, og tað aftur er gerandisdagur. Tá ið tað verður gerandis­ dagur aftur, fara vit at síggja gomlu muruna aftur. Er nøkur grund til at halda at borgarligu flokkarnir í bý­ ráðnum fara at føra annan politikk enn borgarligu flokk­ arnir í Løgtinginum. Tað sama er sjálvandi gald­andi fyri hinar flokkarnir í pol­it­ isku skipanini. Tað er stórur munur á hvat verður sagt í einum valstríði, og hvat verður gjørt í einum valskeiði. Ongin flokkur kann byggja eitt valskeið burtur úr vallyftum, sum parkeringshús og off- road breyt, tað verður ov soltið. Pressa samgonguna? Ein av andstøðuflokkunum lovar, at geva barnakekk og fáa rættlag á fíggjarpolitikkin hjá kommununi. Flokkurin metir sjálvur at hann hevur gjørt seg galdandi longu. Hesin andstøðuflokkur hev­ ur pressa samgonguna til at geva barnafrádrátt. Hetta mugu vit líka hava aftur. Ein borgarligur andstøðuflokkur gerst so firtin, um førda sosialpolitikkin hjá sosial­ istisku samgonguflokkunum, at hann krevur barnakekk, tí annars so.....ja, hvat so! Hvussu kann hann pressa samgonguna. Kann ikki onkur greiða mær frá, hvussu hetta gekk fyri seg. Nei, kæri vinur, hetta var stungið út í kort, langt áðrenn listi A fekk tuflurnar upp á. Tað sama er galdandi fyri barnafrá­drátt­ in. Hví viðgera partar av fíggjarpolitikkinum? Flokkurin gremur seg um førda fíggjarpolitikk, sum er farin heilt av leið. Reksa verður upp ein rúgva av tølum, sum øll peika skeiva vegin. Tað sum man ikki kemur inn á, eru kring­ umstøður og líkindir. Hetta hevur ikki áhuga hjá teimum, í einum valstríði. Vit vita øll at kreppa í fíggj­ argeiranum, hevur ávirka allan heimin – serliga vestur­ heimin. Kommunan hevur valt at halda fast í íløgunum, her undir skúlin við Løg­ mannabreyt og á Argjahamri, Boðanesheimið o.a. Á hendan hátt hevur kommunan, gjørt sítt og nakað afturat, fyri at minka um avleiðingarnar kreppuni. Vinnan og borgarin í Tórshavnar kommunu, er tískil sloppin væl burturúr kreppuni, sum heimurin venar seg undir í løtuni. Hetta er andstøðan tó ikki áhuga í, at draga upp teirra viðgerð av førda fíggjar­poli­ tikki. Frádrátt ella barnakekk? At geva stuðul til barna­ familjur kann eg taka undir við. Haldið sjálvur at tað eigur at vera sum frádráttur heldur enn barnakekk, men báðir hættir eru góðir. Eg haldi at frádráttur gevur betri búskap alt árið, meðan kekkur gevur góðan búskap tá ið kekkurin kemur, við vanda fyri at barnakekkurin bert gerst ein løtuvinningur. Sámal Ímundarsson Valevni Tjóðveldi