Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar Musikkskúli hevur tað ikki gott. Hann er spardur inn á bein og ídag eru bert 45 fulltíðarstørv á skúla­ num og næmingatalið er 150 færri enn í 2007 ! Og nú skal sparast enn meira. Við asocialu og mentanarfíggind­ar­ ligu fíggjarlógini hjá núverandi Landsstýris­ samgongu skulu 20 % afturat sparast komandi árini. Hetta vil merkja enn færri lærarar, minni undirvísing, og enn færri nýggjir næmingar. Her fer at enda galið og nógv børn á bíðilistanum verða fólkapensionistar áðrenn tey sleppa framat á skúlanum. Eg havi sitið í nevnd­ ini hjá Tórshavnar Musik­skúla seinastu 4 árini so eg veit hvat eg tosi um, hetta er syrgilig gongd. Nevndin hevur ikki havt gott stev við fráfarandi Býráð. Ment­ anardeildin hjá Býráð­ num hevur niður­priori­ terað og negligerað arb­eiði bæði at bøta um verandi kor á skúlanum og fyri ikki at tosa um nýggja musikkskúlan, nevndin er ongantið tikin uppá ráð. Tórshavnar Musikk­ skúli er ídag niðurskorin til at fáa árligar skallutar 6 mio frá Býráðnum. Td., hevði ein meirjáttan uppá 1 mio fyri 2013 gjørt at skúlin kundi tikið 225 næmingar inn av bíði­ listanum ! Tøl sum tala. At Býráðið nú, beint áðrenn valið, sigur at nú skal nýggjur Musikkskúli byggjast ivast vit stórliga í, ongin føst upphædd er sett av til endamálið men bert ein leyslig formulering um flyting millum konti. Musikalskt valflesk ? Tórshavnar Musikk­ skúli er perlan í okkara mentanarlívið í Høvuðs­ staðnum. Tess lærarar, umframt at undirvísa, eru sjónligir so manga aðrastaðni í Symfoni­ orkestri, Havnar Orkest­ ri, Aldurbáruni, í dansi­ orkestrum osfrs., og so ikki at gloyma okkara gávuríka næm­ingar sum ríka okkum dagligdagin. Eisni vita vit hvussu innlæringin hjá børnum mennist av at spæla ymisk ljóðføri í barna­ skúla­num, vit síggja hvussu væl okkara næm­ ingarnar klára seg uttan­ landa bæði við víðari lestri innan tónleik og so ikki at gloyma allar kapp­ingarnar har føroy­ ingar gera seg galdandi. Eg heiti á tykkum 2.409 foreldur um at stuðla mær til Valið. Sum Býráðslimur, heldur enn nevndarlimur í Musikk­ skúlanum, vil eg fáa ávirk­an. Játtanin til Tórs­havnar Musikkskúla skal økjast so at okkara lærarar og næmingar aftur fáa sømulig kor, fleiri næmingar skulu inn á skúlan og so skal nýggjur skúlu fáa fyrsta prioteritet, tað lovi eg ! Hjálpið mær at hjálpa tykkara tónleikagávaðu børnum. Eg heiti á tykkum 650 foreldur kommunuval 2012 Johan Mortensen Valevni til Tjóðveldi Fígging av vallyftum og framtíðar­ætlanir Nógv verður tosað um, at valevnini til kommunuvalið geva veljarunum alt ov nógv tóm lyfti bara fyri at verða vald inn í býráðið. Men her hetta rætt fyri øll? Eg skal ikki tosa fyri onnur, men flestu vallyftini, eg gav velj­ arunum við síðsta val, eru gjøgnumførd. Verið eg aftur­ valdur, ætli eg mær at syrgja fyri, at tey vallyfti, eg havi givið veljaranum hesaferð, eisini verða gjøgnumførd. Hetta eru ikki tóm orð, men byggir á neyvar metingar um, hvat kommunan hevur ráð til at raðfesta. Eg havi t.d. givið ymisk lyfti í sambandi við býar­ ætlanir og íløgur í nýbygging í kommununi, um meira og betri brúk av bygningum, sum kommunan longu eigur, um betri útbygdar frítíðar- og ítróttarfasilitetir og betri umstøður fyri børn og ung á stovnum og í frítíðini - ikki bara í Havn, men eisini í útjaðaraøkjunum í kommun­ uni, umframt onkur lyfti aftrat. Her fari eg at greina nærri, hvussu eg ímyndi mær, at ætlanirnar skulu fíggjast. Lív í miðbýin At vit skulu hava lív aftur í miðbýin í Havn, er helst eingin ósamdur í, men tað er mátin, vit fáa lív í býin aftur, fólk hava ilt við at semjast um. Eg havi verið við til at samtykkja, at 6 mió. kr. skulu setast av til arbeiðið at fáa lív í miðbýin tey næstu árini. Eg og onnur hava sett okkum fyri, at ein miðbýarætlan skal samtykkjast og verk­set­ast komandi valskeið – harímillum ein ætlan fyri Steinatún, fyri Skálatrøð og fyri Tjóðpall Føroya, sum eisini skal vera partur av heildarætlanini fyri mið­ býin. Pengar av hesi upphædd eru harumframt settir av til at gera eina serstaka byggi­ samtykt fyri eldri og sið­søgu­ lig sethús í býnum. Vit mugu tryggja, at ávís grannaløg verða varðveidd í gomlum líki – t.d. í eldsta býarparti­ num. Tíbetur eigur Havnin enn nógv varðveitingarverd eldri hús. Útlendingar há­ meta okkum fyri, at vit ikki hava latið hesi vøkru hús fara fyri skeyti. Tey, sum vitja okkum, streyma til fyri at uppliva gomlu grannaløgini. Hetta er stórur partur av hugnum í býnum, sum vit mugu syrgja fyri, ikki hvørv­ ur. Hin vegin eru onnur øki, har høvuðsferðsluæðrir fara ígjøgnum, ið veruliga treingja til at nútímansgerast, soleiðis at Havnin fær ein meira mod­ ernaðan dám t.d. í Steinatúni. Hetta fari eg at arbeiða fyri at fáa gjøgnumført. Íbúðir eldri, støk og lesandi Saman við Búðstaðir – er ein ætlan at byggja íbúðir á Óðins­hædd at gera 22 íbúðir her er tað Búðstaðir sum fíggjar og ikki vit. Somuleiðis vil ein privat fyritøka vil byggja 64 eldra íbúðir við Sundsvegin. Hitastova til heimleys Kr 500.000 eru settar av í 2013 Talgildar tænastur Utbyggja okkara tænastur meira gjøgnum raksturin, hettar arbeiði er longu byrja. Tónleika- og mentanarmiðstøð 13.3 million settar av til Mussikskúlan í 2013 Reinsariði eru 3 million settar í 2013 Ítróttur Golfvøllurin á Glyvursnesi, 5 millionir eru settar av í 2013 50 metra svimjihylur, 10 millionir eru settar av í 2013. Fótbóltsvøllur í Hoyvík, har eru longu 3 milliónir settar av FIFA vøllur í Kollafirði og úti í Svanga eru eisini pen­ ingur til. Hesu arbeiði er byrja. Frítíð: Frítíðartilboð til triðja til fimta flokk í Badminton­høll­ini Ungdómshús í Kaldbak, á Velbastað, á Argjum og í Kollafirði her eru 1.500.000 settar av. Spælipláss í Gundadali, peningur er settur av í 2012. Natturupplivingarøki/ Djóra­depil = 1.500.000 kr. settar av í 2013 Ferðsla Vit hava sett 1,5 millón av í 2013 til farðstøð í Kollafirði og í Kaldbak. Framtíðarmál, sum eg meti vit skulu arbeiða víðari við. Lendi til Barnagarð í Kolla­firði. At fáa vinnu­ lívsdeildina at lata uppaftur. Gera ein nýggja frítíðarstovn til børn og ung í Hoyvík, har er eitt økið við Karla­magn­ usarbreyt tøkt. Serstovur til børn við serligum tørvi í Hoyvík, her kunnu útbbyggja verandi karmar í Hoyvíkar skúla. Vetrarfriðing í Kollafirði her kunnu vit byrja í smáum, tí økið er stort. Svimjihylurin í Nólsoy er eisini eitt mál, sum vit skulu finna fígging til. Ítróttarhøll í Vesturbýnum og á Argjum, skulu eisini raðfestast í framtíðini. So­ muleiðis mugu vit gera ferðslu­tryggan veg við Skúl­ an á Løgmannabreyt. Levi Mørk Pláss og rúm fyri okkum øllum Framsókn heitti á meg um at stilla upp til býráðsvalið. Eg játtaði. Demokratiið er grund­ arlagið undir okkara sam­ felagsskipan, so hví halda seg undan? Mær dámar væl ta liberalu, tjóðskaparligu kós­ina hjá Framsókn. Mær dámar sera væl, at Fram­sókn legg­ur dent á, at pláss skal vera fyri øllum menniskjum í okkara samfelag. Fólk spyrja meg: “Nær fert tú at skriva valgreinir?” Svar­ ið gevi eg her: Tað ber ikki til hjá mær at lova øllum gull og grønar skógir. Eg fylgi væl við øllum sum fyriferst í Føroyum, og tí eisini í Tórs­ havnar Kommunu. Eg havi avgjørdar mein­ ingar um at styrkja Havnina sum eitt livandi lestrar­um­ hvørvi við øllum tí sum har­til hoyrir av lestraríbúðum og ment­an. Eisini havi eg eina ætlan um at broyta bústað­ ar­mynstrið, so øll kunnu at búleikast her. Tey tungu málini skal eg nokk seta meg væl inn í eins og eg vil gera mína ávirkan galdandi við eini langtíð­ar­ planlegging av íløgum og viðlíkahaldi av ognum í Tórs­ havnar Kommunu. Mítt lyfti til veljararnar er, at velja tit meg í Tórshavnar Býráð, so skal eg arbeiða fyri, at allir borgarar fáa best møguligu sømdir at liva undir. Óluva Waagstein ...sum hava næmingar í Tórs­ havnar Musikkskúla og tykkum 1.759 foreldur sum hava børn á bíðilista til Tórshavnar Musikk­ skúla um at hjálpa mær at bjarga skúlanum!