Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Veruleikar í og hugsjónir fyri Runavíkar kommunu (4. partur av 5) Øki 6 (Teknisk mál): Kommunan er stór og víð og á hesum øki er nógv fyri neyðini at gera, bæði í rakstri og íløgum. Í 2009 og 2010 var økið fyri ógvusligum sparingum or­ sak­að av tí fíggjarligu støð­ uni, og hevur tað sjálvsagt merkt økið. Tey seinastu tvey árini hava vit so megnað at bøtt um hetta, men her er brúk fyri nógvum peningi. Serliga eru tað vegir og øki, saman við gøtulyktum, sum hava brúk fyri, at nakað munagott verður gjørt. Til hetta krevst nógvur pen­ ingur, og koma nokk fleiri ár at ganga, áðrenn vit eru dag­ førd við hesum, men hetta má nakað gerast við, og neyðugt verður at raðfesta. Sum teim flestu kunnugt er spillivatnsætlan gjørd fyri alla kommununa, og á hesum øki stendur ikki nóg væl til. Kunngerð sigur okkum, at 1. jan. 2015 eigur spillivatns­ ætlanin at vera framd, men hesum hava vit ongan møgu­ leika at røkka. Kommunan hevur avgjørt at nýta 5 mió. árliga til hetta, men tað koma at ganga nógv ár, áðrenn spilli­vatnsætlanin er framd í verki. At fáa hesi viðurskifti í rættlag er av størsta týdningi, ikki bert tí at landsins mynd­ ugleikar áleggja okkum hetta, men sanniliga eisini tí vit eiga at hava eitt reint um­ hvørvi. Á vatnøkinum standa stórar íløgur fyri framman. Tann størsta íløgan er vatn­ verkætlanin á Skála, sum fer at framtíðartryggja bæði vinnu­lívi og húsarhaldi nógv ár fram í tíðina, bæði á vest­ ara og eystara armi í kom­ mununi. Vit eru byrjað í ár, og eiga vit at fáa nyttu av hesi íløgu sum skjótast, og tí verður neyðugt at bera skjótt at. Tey seinastu árini hevur ikki verið stórur eftir­spurn­ ingur eftir grundstykkjum, men hóast tað eiga vit at ogna okkum lendi til enda­ málið, so vit eru fyrireikað, tá eftirspurningurin aftur veks­ ur. Vit hava ognað okkum nakað av lendi og eiga fram­ haldandi at gera tað. Øki 7 (Kommunal virki): Til hetta øki hoyra m.a havn­ ir, lendingar og bátahyljar. Á nøkrum av havna­løg­ unum í kommununi er virk­ semi, og tað fegnast vit um. Vinnulívið leggur fram­tíð­ar­ ætlanir, og hava tær stundum við sær útbyggingar. Her ynskir kommunan at vera ein góður viðspælari og vil gera tað, sum hon kann fyri at skapa so góðar karmar, sum tað nú letur seg gera. Í ár hava vit gjørt nakrar út­fyll­ ingar, soleiðis at virksemið kann útbyggjast, og eftir ætlan halda vit fram næsta ár eisini. Kommunan sær tað neyðuga í at hava gott og mennandi samskifti við alt vinnulívið, tí vinnulívið er krumtappurin í kommunu­ búskapinum. Fleiri av havnaløgunum í kommununi hava verið og eru eisini í dag nógv brúkt. Stórt slit sæst eisini á í fleiri støðum, og her eiga vit at gera eina støðulýsing av havna­løgunum og so raðfesta umvælingar og dagføringar, sum eru neyðugar at gera. Yvirskipað hevur verður arbeitt við eini havnaætlan fyri øki á Skálafjørðinum, sum Runavíkar kommuna varar av. Hetta arbeiðið er ikki heilt liðugt enn, og tað verður arbeitt víðari við hesum út frá tí tilfari, sum fyriliggur í dag. Alneyðugt er allatíðina at leggja ætlanir fram í tíðina, soleiðis at vit kunnu vera so væl fyrireikað til framtíðina, sum tað nú einaferð ber til. Oljuveitingar­ havnina hava vit, og vit bjóða okkum fram, tá um oljuna ræður, men vit eiga at vera árvakin og fylgja sera væl við tí, sum hendir á hesum øki soleiðis, at vit eru til reiðar, tá oljan verður funnin. Endamál og ynski mítt er, at Runavíkar kommuna fram­haldandi skal vaksa og mennast, og at vit bjóða okk­um fram bæði í heim­ ligum og altjóða umhvørvi. Magnus Rasmussen Borgarstjóri Listi A Ósmædna Helena! Eri noydd at koma við eini rættleiðing til Hele­nu Dam á Neystabø, tá ið hon í lesarabrævi, “Ráð at liva í Havn”, skrivar, at Javnaðarflokkurin hev­ ur við góðum lógarsmíði tryggjað, at Húsaláns­ grunnurin nú hevur neyð­ugu heimildirnar til at fara undir at byggja leigu-, luta- og lestrar­ íbúðir. Og framhaldandi sigur hon, at fá mál hava so stóran týdning fyri framtíð okkara sum samfelag, sum at tryggja ungum fólki møguleikar at seta búgv í Tórshavnar kommunu, uttan at draga milliónaskuld upp á seg. Býráðið hevur í ára­ tíggju bíða eftir lógar­ heimildini frá løg­tingi­ num til at fara undir leigu- og lutaíbúða­bygg­ ing. Og Helena Dam á Neystabø umsat sjálv Húsalánsgrunnin frá 1998 til 2001. Hon noktaði tá Húsalánsgrunninum at virka í kapping við bankarnar á húsa­mark­ naðinum. Í 2009 átti Javn­aðarflokkurin fíggj­ armálaráðharran, ið tók allar heimildir frá Húsa­ lánsgrunninum, so hann bert fekk heimild at veita orkulán, og um somu tíð sat Helena Dam á Neystabø eisini í landsstýrinum. Tað var Tjóðveldi sum legði trýst á minniluta samgonguna og syrgdi fyri at fáa víðkað heim­ ildirnar hjá Húsa­láns­ grunninum til bæði at taka stig til og fíggja og reka leiguíbúðir, lestr­ar­ íbúðir umframt luta­ íbúð­ir og bústaðir til eldri og fólk við serligum tørvi. Og harumframt at kunna veita real­kreditt­ lán. Og eydnaðist hetta eftir ómetaliga stórt trýst frá Tjóðveldi beint undan valinum í oktober 2011, tá lógarbroyting­ar­ nar vórðu samtyktar. Tað var eisini Tjóð­ veldi, sum upprunaliga setti Húsalánsgrunnin á stovn. Hann hevur havt ómetaliga stóran týdn­ ing fyri, at fólk við lág- og miðalinntøkum kun­ du seta føtur undir egið borð, og sum eisini var endamálið við grunni­ num. Nýggja navnið hjá Húsalánsgrunninum er Bústaðir – Føroya bú­ staða­felag. Umframt ver­andi virksemi á Húsa­ lánsgrunninum verða Bústaðir somuleiðis ein týðandi leikari á bú­stað­ amarknaðinum í fram­ tíðini. Í býráðnum navigera vit eftir hesi kærkomnu heimild. Kommunan og Húsalánsgrunnurin, arb­ eiða við fleiri verkætl­an­ um um at byggja fleiri fjølbroyttar íbúðir; ávi­ kavist bæði, í Mattalág, á Óðinshædd og á Berja­ brekku. Tað eigur og skal vera ein rættur hjá einstak­ lingum, lesandi, støk­um uppihaldarum, eldri o.ø. at hava ein bíligan, trygg­ an, heilsu- og umhvørvis vinaligan bústað. Hesum verður arbeitt við í bý­ ráðnum, og helma verður ikki í, fyrr enn komið er á mál. Men tó kann eitt nýtt og øðrvísi býráð broyta kósina og, tí fari eg at heita á tykkum veljarar um at geva lista E stuðul til býráðsvalið, tí tað er tryggleikin fyri trivnaði og at ætlanirnar við at útvega bíligar leigu- og lutaíbúðir verð­ ur veruleiki. www.marinkatrina.fo Marin Katrina Frýdal Býráðslimur fyri lista E Skipað uppvenjing til øll sjúku- og vanlukkurakt Tá uppvenjing, eisini kallað rehabilitering, hevur verið nevnd er hetta bert sett í samband við røktarheim og okkara eldru. Tað er sjálvandi gott at búfólk á røktarheimum, og eldri yvirhøvur, fáa venjing og uppvenjing. Tað skulu tey fáa og tað er neyðugt fyri lívsgóðsku og heilsu. Men tað eru altso eisini yngri fólk, ið hava tørv á uppvenjing, og harvið størri lívsgóðsku og betri heilsu. Hvørt ár eru tað fleiri fólk, ið verða rakt av blóðtøppi, heila­bløðing, vanlukku og ymiskum sjúkum, ið viðførur skerdan førleika. Hesi hava onki skipað tilboð um upp­ venjing. Tá tosa verður um upp­ venjing, er tað kropsliga sera nógv í fokus, men vit mugu ikki gloyma at vit ikki bert eru kroppar. Vit mugu hava eina heildarætlan fyri upp­ venjing, har endamálið er at endurvinna likamligu, sálar­ ligu og sosialu førleikarnar, sum eru neyðugir fyri at megna gerandisligt virksemi og virkna luttøku í sam­ felagnum. Her má Tórshavnar Kom­ muna gera sítt fyri at stuðla undir hesum virksemi. Kom­ munan skal lurta eftir og taka ímóti ráð frá teimum, ið arbeiða innan økið. Í felag skulu vit lyfta uppgávuna og gera tað besta fyri teir borgarar, ið hava tørv á hjálp at endurvinna heilsu, tað verði seg bæði kropsliga, sálarliga og sosialt. Vit eru nógv, ið vita um ella kenna fólk, ið stríðast við hesi viðurskifti. Lat okkum fáa raðfest og skipað økið til frama fyri borgara og kom­ munu! Marja L. Gjógvará Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi kommunuval 2012