Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Byggilistin er ein tann týdningarmesta lista­ greinin, sum er. Tú kanst ikki, eins og við tónleiki, sløkkja fyri byggilistini, um tær ikki dámar hana. Og tú kanst heldur ikki so lætt skifta hana út, tá ið hon fyrst er komin. Góð byggilist skapar trivnað og ring byggilist mistrivnað. Tí er neyðugt at byggilistin altíð er á einum nøktandi støði. Um vit í býráðnum t.d. søgdu við tykkum borgarar, at vit hava tveir bygningar, Ítróttar­ høllina á Hálsi og Norð­ urlandahúsið, og annar teirra skal rívast niður - hvønn vilja tit varðveita? Eg rokni við, at so gott sum øll høvdu valt at varðveitt Norðurlanda­ húsið – júst tí, at byggi­ listin er á einum høgum støði. Hví eg samanberi hesar báðar bygningar? Jú, tí teir faktiskt eru líkir á tann hátt, at teir eru ætlaðir til sama enda­ mál, nevniliga ment­an­ artiltøk. Munurin er bara tann, at Ítróttar (og samkomu) høllin á Hálsi frá 1970 eisini (serliga) er ætlað at hýsa ítróttar­ tiltøkum. Hesin bygning­ ur er sostatt ein “kom­bi­ loysn”. Norðurlandahúsið, sum varð bygt í 1983, varð hinvegin bygt til eittans endamál – ment­ anartiltøk. Hetta húsið er eitt arkitektoniskt meistaraverk. Tað sæst neyvan aftur á húsinum, at tað næstan eru liðin 30 ár, síðani tað varð tikið í brúk. Hetta er prógv um, at man, tá ið tað varð bygt, ikki kom til neyðsemju um nakað, hvørki tað byggilistarliga ella valið av byggitilfari. Mótstøðan var annars øgilig tá fyrst í 80’unum, at tað skuldi vera óneyð­ ugt at brúka so nógvar pengar uppá eitt ment­ an­arhús. Men tíðin er broytt, og í dag gleðast vit øll um Norður­landa­ húsið. Íløgan var jú ikki so stór, um vit hugsa um tað stóra nøgdsemið, sum er komið burturúr. Moralurin í hesum er, at vit ALTÍÐ skulu bygg­ ja vakrar bygningar - uttan mun til, hvat enda­ málið er. Sjálvt eitt FONGSUL skal vera vakurt! Hví? Jú, tí vit skulu liva við bygn­ing­ unum tey næstu hundr­ að árini og helst meir. Um ein bygningur er væl bygdur, heldur hann í fleiri hundrað ár. Og um hann er vakur, er hann jú allar pengarnar verd­ ur. Lat okkum fara burt­ ur frá kombiloysnum og heldur byggja professio­ nelt og málrættað. Mín støða er tann, at allir arkitektar skulu hava javnbjóðis møgu­ leika at bjóða uppá upp­ gávurnar, og at fak­lig­ heitin skal vera í hásæti. Og tað er mín sannføring, at býráðið altíð skal hava tætt samband við borg­ aran, tá ið talan er um bygging. Gittarleikarin og tóna­ smiðurin Frank Zappa skal einaferð hava sagt: “Writing about music is like dancing about archi­ tecture”. Tað, sum hann leggur í hetta er sjálv­ andi, at tónleikurin skal upplivast. Byggilistin er onki undantak - og tann upplivingin skal helst vera góð. X-byggilist, X-estetikkur, X-Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari, listi E Les meira her: www.politikkur.fo/vis- leivur+thomsen-greinar Ljótar bygningar? NEI TAKK! kommunuval 2012 Leivur Thomsen Grøna hurðin í Familjuhúsinum skal verða ENN breiðari Seinastu tíðina, hevur nógv verði tosa um børn, sum hava tørv á serfrøðishjálp. Ráðstevnan ”Brót tøgn­ ina”, almenni fundurin um tagnarskyldu í Norðurlanda­ húsinum og sjónarhornið í kringvarpinum hava øll varpa ljós á ymisk viðbrekin evni. Tað er gleðiligt og gott at sjóneykan nú verður sett á hetta evni. Somuleiðis hevur práti eis­ini snúð seg um, førleikar hjá teimum sum taka sær av hesum børnum, eru tey nóg væl skúlaði til hesar upp­ gávur. Eitt er so heilt vist, tað er, at vit kunnu altíð gerast enn betur, at síggja og lofta tru­ pulleikanum fyrr, og ikki minst at TORA. Tora at møta trupulleikunum og og tora at boða frá og biðja um hjálp. Eg haldi, vit títt og ofta gloyma tað sum er gott og virkar. Oftani verður brúkt nógv tíð og orka uppá at uppfinna ”djúpa tallerkin” um­aftur, tað skal verða okk­ urt nýtt. Eg veit, at vit eru nógv dugnalig fakfólk, lærarar, námsfrøðingar, sosial­ráð­gev­ arar, heilsufrøðingar og onn­ ur, sum seinastu mongu árini hava starvast innan sosiala økið, og tískil eisini hava fing­ið nakrar førleikar sum ein ikki kann lesa sær til. Eisini eru fleiri innan økið, sum hava fingið sær víðari útbúgving, psykotera­peut­ar, familjuráðgevarar og aðrar viðkomandi útbúgv­ingar. Vit kunnu gangnýta hesa vitan enn betur, tað eri eg sannførd um. Eg sum heilsufrøðingur í Kommunuskúlanum, havi tætt samstarv við aðrar fak­ bólkar og stovnar, tá tað eru børn ið hava tørv á serkønari hjálp. Í løtuni er tað soleiðis, at vit ofta venda okkum til barnaverndartænastuna, um vit meta at tørvur er á víðari greinan ella hjálp. Í fleiri førum, venda tey sær síðani til Familjuhúsið, har fleiri fakbólkar arbeiða saman. Eg ímyndi mær, at tað hevði verði gott, at víðka um hurðarkarmin inn í Familju­ húsið. Geva teimum enn størri hús, størri fíggjarligar karmar og enn fleiri fakfólk, soleiðis at tey kunnu veita enn størri hjálp og røkka øllum borgarum. Foreldur, fakfólk og aðrir umsorg­an­ arpersónar, skulu kunna venda sær til Familjuhúsið fyri at kunna fáa ráðgeving og vegleiðing. Hetta kann verða TANN EINA hurðin, har tú sum borgari kann fara inn og fáa neyðuga ráðgeving og veg­ leiðing, soleiðis at tú fær hjálp á einum stað. Tey hava dugnalig fakfólk og førleikarnar til, at vísa á og meta um, hvør tørvurin er og kunnu hjálpa tær við nógvum har á staðnum, soleiðis at tú ikki skal fleiri støð fyri at finnað neyðugu hjálpina. Borgarin hevði soleiðis fingið enn betur tænastu, miðsavna á einum stað. Bjørghild Djurhuus Eigur kommunan eina framtíð við møguleikum? Øll vilja menning - eingin vil broyting, sigur eitt orðafelli. Eg eri borgari í Tórshavnar kommunu, sum bjóði meg fram sum valevni sam­ bandsfloksins til komandi kommunuval. Eg eri mamma at tveimum børnum og starvist dagliga sum leiðari í stórari fyritøku og eri tí von við eitt arbeiðslív, har broyt­ ingar og samstarv hava ein avgerandi leiklut hvønn dag. Fyri meg eru mest týðandi hornasteinarnir í politiska avbjóðingunum búskapur, vælferð og økismenning. Kommunan hevur eitt støðugt inntøkugrundarlag, men er tað ein veruleiki, at skuldin seinastu árini er hækkað til umleið 250 mió.kr. Ein vaksandi skuld minkar um virkisfrælsið og hevur sum heild avmarkingar við sær. Aðrar avbjóðingar eru arbeiðsloysið og at fólkatalið í Tórshavnar Kommunu mink­ar. Tað hevur týdning, at vit leggja okkum eftir einum miðvísum og skynsomum búskaparpolitikki til at trygg­ja búskaparlig úrslit, sum hava við sær eitt størri nyttuvirði. Vit skulu gagn­ nýta møguleikarnar og virka framsøkið mótvegis teimum avbjóðingum, sum eru. Búskaparpolitikkurin skal gera sítt til, at Tórshavnar kommuna – bæði í fyrstu atløgu og sum frá líður - hevur ein sterkan og frískan búskap, sum kann verða grundarlagið undir einum varandi vøkstri og soleiðis tryggja, at vit eisini í fram­ tíðini kunnu veita borgarun­ um eina góða og trygga tæn­ astu. Ein sterkur búskapur er burðardyggur sum merkir, at kommunan hevur eitt frí­ hald, tá umstøður broytast og vit uppliva sveiggj í bú­ skapinum. Búskapurin skal tryggja eina rótfesta vælferð, sum sæst aftur – tað veri seg í mentan, almanna- og heilsu­ øki, útbúgving og økis­menn­ ing. Ein sterkur búskapur tekur langtíðar atlit, sum tryggja, at vit alsamt megna at fíggja menningar­verk­ætl­ anir, íløgur og rakstur – við øðrum orðum at vit eisini í framtíðini hava ein búskap, sum kann varðveita eina kommunu, sum fylgir við tíðarinnar krøvum. Ítøkiliga meti eg, at hesi politisku búskapartiltøk hava týdning at seta í verk kom­ andi árini: • Langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur • Endurskoða vakstrarætlanina fyri kommununa • Fremja virksemisskapandi íløgur Góð leiðsla og miðvís stýring av kommunubúskapinum tryggjar borgarunum góðar tænastur. Í býráðnum fari eg at gera mun. Set kross við mítt navn, soleiðis at vit saman kunnu skapa nakað enn betri! Anja Rein Valevni Sambandsfloksins í Tórshavn