Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Marknagils­ depilin skal byggjast sum skjótast Sum støðan er við Mark­ nagilsdeplinum, so má Tórshavnar kommuna taka um endan, um gongd skal koma í bygg­ ingina. Hóast mið­náms­ skúlaøkið er eitt lands­ mál, so halda vit í Fram­sókn, at tað er neyð­ugt, at kommunan ger eina íløgu í verk­ætl­ anina. Okkara uppskot er, at Tórshavnar kom­ muna setir 40 mill kr í verkætlanina. So kemur arbeiðið í gongd, og skúl­ in kann standa liðugur um fá ár. Í nógv ár hevur Skúla­ depilin við Marknagil verið á breddanum hjá landsins politikarum, men enn er lítið ítøkiligt hent. Í løgtinginum verð­ ur kjakast dúliga, men har kemur lítið burturúr. Í fjølmiðlunum lesa vit um hvussu skeivt málið er handfarið av mynd­ ug­leikunum, um alt ov høgan kostnað o.s.fr. Rættu­liga vónleyst, má sigast. Eg ivist stórliga í, um depilin yvirhøvur verður bygdur, um tað stendur upp til landsins politikarar. Teir raðfesta ikki hetta týdningar­ mikla mál nóg høgt. Marknagilsdepilin er ein kostnaðarmikil verk­ ætlan. Tað kunnu vit øll vera samd um. Men hetta er ein neyðug verk­ ætlan fyri ein høvuðs­ stað sum Tórshavn og fyri eitt land sum Før­ oyar. Vit vilja verða eitt framkomið samfelag við nógvum møguleikum til bæði ung og vaksin. Ein slíkur miðdepil fyri mið­ námsskúlar í Havn er ein treyt fyri trivnaði, motivatión og lærdóm á hægsta stigi fyri eina stóra fjøld av ungdómi­ num í Føroyum. Við at fáa Skúladepilin við Marknagil lidnan fara vit at hækka lestrar­ støðið munandi. Lærarar fara at kunna undirvísa í fleiri greinum á fleiri økjum, fyrisitingin fyri skúlarnar kunnu sam­ anleggjast, eins og felags­ facilitetir sum kan­t­inu­ viðurskifti verða felags. Tað verður munandi bíligari at reka ein slíkan skúla ístaðin fyri fleiri smærri eindir ymsa staðni í býnum. Vit vilja eisini rað­ festa, at arbeiði at byggja skúlan verður á før­oysk­ um hondum, tí vit vilja stuðla upp undir før­ oysk­ari byggivinnu. Framsókn vil lestrarumhvørvinum tað besta Kristina Ejdesgaard Jógvan grannskoðari svarar Heðini borgarstjóra Sum skattgjaldari eri eg við til at fíggja spunasmiðir og valstríð borgarstjórans. M.a. tí hevði eg væntað mjúkari viðferð, enn at Heðin Mort­ en­sen skuldsetir meg sum grannskoðara, valevni og kanska komandi starvsfelaga í býráðnum fyri at ’siga ósatt’ um fíggjarstýring og út­ reiðsluvøkstur hjá Tórs­havn­ ar kommunu. Stutt sagt havi eg bert víst á: at síðan 2004 eru útreiðsl­ur­ nar hjá Tórshavnar Kom­ munu (TK) til rakstur hækk­ aðar 65% íalt, t.e. yvir 8% um árið, at skattaprosentið hjá TK er hækkað 2%, úr 18,75% upp í 20,75%, at hendan sníkjandi hækking í skattatrýstinum hjá TK kom, hvørja ferð ABC-sam­gongan (Fólkaflokkurin írok­n­aður) linkaði landsskattatrýstið, sum borgarar í TK tískil onga nyttu fingu av. at í 2004 var TK skuldarfrí og átti 50 mió kr á bók, at í 2012 skyldar TK 150 mió kr netto, at sostatt er fíggjarstøðan hjá TK versnað 200 mió kr eftir tvey valskeið, at henda skuldarbinding svar­ ar til 68.000 krónur læntar um dagin(!) hvønn dag(!) í átta ár(!), at í sama tíðarskeiði er inn­ tøkan hjá TK økt 60 mió kr um árið av hægri skatta­pro­ senti, at TK krevur uml 20% meiri í skatti frá fólki við miðal inntøkum, enn landið ger, at ein orsøk til, at TK ’bert’ skyldar 150 mió kr er, at skattabyrðan á barnafamiljur o.o. er hækkað 60 mió kr um árið. Sum valevni á lista A ynski eg, at vend kemur í fíggjar­ politikkin hjá TK. Tað má borgarstjórin skilja og ikki skuldseta meg fyri at ’siga ósatt.’ Tey átøk, eg og hini á lista A, mæla til, eru m.a.: at útreiðsuvøksturin hjá TK verður tálmaður niður til vanligan prísvøkstur, at barnafrádrátturin hjá TK verður hækkaður til 10.000 kr pr. barn um árið, at arbeitt verður fyri, at barna­frádrátturin hjá TK verður broyttur til útgjald, t.e. ’barnakekk’, at hetta uppskot hjá lista A hevur longu ávirkað sitandi býráð til at hækka barna­ frádráttin hjá TK úr 5.500 kr upp í 8.000 kr árliga. at nú resta bert 2.000 kr í til okkara vallyfti um ’barna­ kekk’, at her er einki ’bluff’, Heðin, tí barnafamiljurnar fáa tær 10.000 kr antin sum frádrátt ella útgjald. (Vit á lista A høvdu ynskt útgjald fyri at gera stuðulin til barna­fam­ iljur meiri gjøgnum­skygd­ an), at heimild frá løgtinginum til TK at hækka skattafría botn­ frádráttin verður fingið til vega, so fólk við lág- og miðal­ inntøkum fáa lutfalsliga mest skattalætta, at skattafríi botnfrádrátturin hækkar úr 30.000 upp í 40.000 kr, at barnakekkur (25 mió kr) og botnfrádráttur (28 mió kr) verða fíggjaðir við tí eina skattaprosentinum frá Boðanesheiminum (30 mió kr) og teim øktu inntøkunum í 2013 (20 mió kr). Her resta bert 3 mió kr í, og tað er eitt mikið hóvligt vallyfti. Fólkaflokkurin er ein sosialur flokkur (ikki sosialistiskur). Vit ynskja trivnað í hvørjari familju, og at fólk behalda størst møguligan part av sínum inntøkum. Ein sosialistiskur politikk­ ur harafturímóti miðar eftir, at TK leggur hald á sum mest av inntøkunum hjá fólki til kommunal prestiguprojekt upp á bekostning av familju­ trivnaðinum. Jógvan Poulsen Grannskoðari og valevni á lista A Eiga Nólsoyingar rætt til lækna­ viðtalu í oynni, og ókeypis ferðing sum øll onnur í kommununi? Fyri meg er svarið til oman­ fyrinevndu spurningar ja! ­– sjálvandi! Til tað seinasta virkaði eg fyri, og hetta kunnu fleiri enn borgarstjórin vátta, at varðveita læknaviðtaluna í Nólsoy. Gamaní fara flestu ungu uttan trupulleikar til Havnar, eisini til lækna, men treyðugt so gjørdu mong teirra nýtslu av at vitja lækn­ an, tá hesin kom í oynna á vitjan. Men mest týðandi er, at eldra ættarliðið av nóls­ oyingum fær ta trygdina inn­ aftur í dagliga dag teirra, sum viss­an um, at læknin reglu­ liga kemur, veitur! So vítt eg veit tóku kom­ munulæknafelagið og Heilsu­ trygd avgerðina um at steðga hesum viðtalum, eg skilti ongantíð hví! Eydnast ikki nýggja býráðnum at yvirtala hesi til at endurreisa læna­ viðtaluna, mæli eg til, og farið at virka fyri, at kommunan ger avtalu við læknar, um at røkja eina regluliga viðtalu í Nólsoynni! Hetta verður ikki dýrt, tí heilsutrygd rindar undir øllum umstøðum fyri tær viðtalur og viðgerðir, sum læknin ger har úti! Viðvíkjandi siglingini síggi eg fram til at hoyra argu­ mentir fyri, hví allir borgarar í kommununi, uttan teir, sum búgva í Nólsoy, kunnu njóta ókeypis flutning dagin á tamb, um so skal vera, uttan tey, sum búgva í Nólsoy. Jenis av Rana Býráðsvalevni fyri Miðflokkin www.sosialurin.fo Sosialurin – altíð við tí nýggjasta