Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Kommunan eigur 65 mió kr til góðar Serliga minnilutin í býráð­num roynir at mála eina mynd av eini kommunu á vandakós. Veruleikin er tó, at Tórs­havn­ ar kommuna er sera væl fyri. Sambært yvirlitinum hevði kommunan 154 mió. kr. í langfreistaðari skuld. Hetta er lántøka tikin í sambandi við, at skúlarnir við Løg­ manna­breyt og á Argjahamri vórðu bygdir í ringastu kreppu­tíð í valskeiðnum. Henda skuldin minkar í hvørjum. Kommunan hevði eisini 49 mió kr í stuttfreistaðari skuld. Við langfreistaðari og stuttfreistaðari skuld til­sam­ ans var skuldin 202 mió. kr., men soleiðis kann rokni­ stykkið ikki lesast aleina, tí ognirnar skulu eisini við. Tøki peningurin hjá Tórs­ havnar kommunu var 112 mió. kr., og goymslur og áogn vóru 156 mió kr. Hetta gevur tilsamans 268 mió kr. Gera vit so upp, hvussu kommunan er fyri við skuld og ogn, er úrslitið ein nettoáogn á 65 mió kr. Sjálvandi er sera um­ráð­ andi ikki at skuldarbinda kommununa fyrilitaleyst, og vandi er heldur ikki á ferð við verandi skuld. Hon er langt frá álíkningini á 613 mió kr, sum Tórshavnar kommuna kann skylda. Uppgerðin hjá Fíggjar­ mála­ráðnum, ið er grundað á roknskapin 2011, sigur enn­ tá, at í øðrum kommunum svar­ar kommunuskuldin til 20.000 kr pr. borgara. Tórs­ havnar kommuna eigur í so máta pengar á, sum svara til 3.000 kr fyri hvønn borgara. Fólkafloksmenn og sam­ bandsmenn, sum bara tosa um roknskap og kassar, eiga eisini at hava í huga, at Tórs­ havnar kommuna hevur ført fyrimyndarliga góðan bú­ skap­arpolitikk, síðan heimur­ in og landið komu í kreppu í 2008. Vanlig búskaparteori sig­ ur, at er búskapurin slakur, tí privata virksemið er mink­ andi, eigur tað almenna at spaða til við íløgum, sum halda virkseminum uppi. Hetta gjørdi kommunan við m.a. skúlabyggingunum og Boðanesheiminum. Í Tjóðveldi siga vit, at vit byggja land og bý í Tórs­ havnar kommunu. Hetta siga vit, tí vit halda, at øll framtøk í Tórshavnar kommunu tæna øllum landinum. Er ongin sterkur høvuðsstaður, viknar landið, og framtíðarútlitini sum heild versna. Vit ætla at halda fram at stýra kommununi forsvarliga og útbyggja hana. Ein partur av okkara setningi verður at skunda undir løgtingið at seta ferð á Marknagilsdepilin, áðrenn tunnilsøði aftur tekur seg upp á tingi. X við E Jógvan Arge, Býráðslimur og valevni á Lista E Tórshavnar kommuna hevur so nógvan pening tøkan ella útistandandi, at hon eigur meira, enn hon skyldar. Nettoáognin er 65 mió kr, vísir eitt yvirlit hjá Fíggjarmálaráðnum Tvøroyri og Tórshavn Tað var sera heppið fyri Tvøroyri at sitandi Býráð við skjótari viðgerð og vinnulívssinni gjørdi tað møgulligt at Varðin Pe­ lagic kundi fara undir virksemi á Tvøroyri. Síðani virkið byrjaði eri sløk 50 fólk flutt suður, lønar og skattainn­tøk­ urnar vaksnar í sera stór­an mun og fer virk­ semið hjá Varðanum uttan iva at vaksa fram­ yvir við eisini meira góðsk­ing. Sitandi Býráð á Tvør­ oyri kann gera eitt gott hál afturat til frama fyri Tvøroyri; Tvøroyri er ídag næsta havn bæði hjá møgulligum olju­ fundi hjá Statoil á føroyska økinum og hjá teim útbyggingum sum fara í gongd nú beint við markið og har Tvøroyar Kommuna longu hevur samband við fyristøðu­ feløgini og har tað skilst at stórur áhugi er fyri at kanna møgulleikarnar at nýta Tvøroyri sum út­ gerðarstøð. Suðuroyggin er ídag størsta vakstrarøkið í Før­oyum og hetta kunnu bæði Heðin Mortensen og undirritaði sum suð­ uroyingar fegnast um. Men Heðin og undir­ ritaði liva og virka báðir í Havnini og her verður galið um ikki produktiv og kommerciell kreativ vinna beinanvegin byrj­ ar aftur. 60 % av inn­tøk­ unum hjá Havnini stava frá almennum lønum og her byrjar at sansa at í stórum. Høvuðssetningurin hjá nýggja Býráðnum í Havn má verða at fáa vinnuligi hjólini aftur at mala í okkara Høvuðs­ staði og sum nakað tað fyrsta má og skal Baca­ lao fara undir góðsking av makreli og sild og arbeiða frystan fisk ! Hetta vil eg arbeiða fyri verði eg valdur. Johan Mortensen Valevni hjá Tjóðveldinum Skúlin í Tórshavnar kommunu Skúlaøkið er útbygt nógv hesi seinastu árini, so karm­ arnir eru sum heild í lagið. Haldi at tíðin er komin til at hyggja eftir innihaldinum. Kommunuskúlin hevur í ár royndarkoyrt eina fót­bólts­ breyt, sum at síggja til, gongur væl. Haldi tí tað er ynskiligt at skúlin gerð fleiri tilboð til okkara skúla­ung­ dóm! Tað er bert hugflogið, sum setur mark fyri hvat fyri breytir vit kunnu bjóða okkara ungdómi, nevnast kunnu: KT-, innovation-, al­ tjóða-, miðla-, natúr-, ítrótta­ breyt. Hugskoti er at blása nýggja orku í tey ofta skúla­ troyttu tannáringarnar. Við at geva teimum møguleika at velja, eftir hvar tey eru í teirra lívið, motivera vit tey og geva teimum hugin aftur at ganga í skúla. Komunalur fólkaskúli? Ætlanin er at leggja fólka­ skúlan undur kommunalan rakstur og eftirlit. Her eri eg eitt sindur ivasamur. Ikki vegna Tórshavnar kommunu, sum eg haldi er lutfalsliga væl fyri á skúlaøkinum. Men tað eru ikki allar kommunur, sum eru so væl fyri. Um vit ikki ansa væl eftir, so kunnu vit skjótt fáa A og B fólkaskúlar. Tað er sjálvandi ikki ynskiligt, og eg haldi vit missa so ótrúliga nógv, um hetta verður so. Fólkaskúlin er nakað av tí mest grundleggjandi í ein­ hvørjum samfelagið, vit ferð­ ast øll somul gjøgnum fólka­ skúlan í barnaárunum, vit hava børn gangandi har tá ið vit eru í bestu árum, og vit heinta ommu- og abbabørn tá ið vit verða eldri. Fólka­ skúlin og barnagarðar, saman við foreldrum, leggur í okkum øll tey evnir og virðir, sum skulu verða grundarlagið í okkara lívi. Fólkaskúlin má hava eins rættindir, tilboð og skyldir til øll. Frítíðarskúli Í øðrum norðurlondum er tilboð um frítíðarskúla frá 1. til og við 4. klassa. Aftur her eru vit eftirbátar. Vit hava bert 1 og 2 klassa, tó hevur Tórshavnar kommuna samtykt tilboð til 3 klassa eisini. Tað er gott, nú manglar bert 4 klassi, fyri at vit kunnu við okkara. Tað skal tí verða mítt mál, at tryggja frítíðarskúlan fyri 3. Klassa og arbeiða víðari fyri at fáa 4. Klassa við. Um vit hugsa eitt sindur longri, so kundi kommunan farið í holt við, at fyrireika breytir til frítíðarskúlan eisini. So kundu vit longu her, bjóða børnunum breytir at ganga á. Vit vita øll somul at talentir sum Messi, Wozni­ acki og Mozart byrjaðu rætti­ liga týðiliga at granska og nýta sítt talent og at hetta fór fram í einum umhvørvið sum stuðlaði upp undur børnini. Matskipan í skúlanum Matskipan hevði verði ynski­ ligt! Tað stendur upp til ein­ hvønn at verða við í slíkari skipan. Eg haldi tað verða av týdningi at børn, fáa sunnan og rættan kost. Hetta er ikki eitt skot til mammur og pápar, sum trúliga gera børnum sínum matpakka hvønn morgun. Men tað ein sannroynd, at munur er á matpakkum í skúlanum! Kommunuskúlin Kommunu skúlin stendur sum ein skansi og blokkerar býin hjá okkum. Hetta er rættiliga sjónskt, tá ið koyrt verður omaneftir Hoydals­ vegnum ella Varðagøtu. Vill­ umsgøta endar í einum 12 metrar høgum veggi, sum lokar úti, alt ljós og allan hugna. Eg ímyndi mær hvussu tað hevur sæð út í 1956 tá ið hesin – tá – veldigi skúli var bygd­ur og vígdur. Býar­mynd­ in var ógvusliga broytt við hesum skúlanum. Tó at skúl­ in helst er byggilistarliga í lagið, so er støddarlutfallið fullkomiliga í ólagið. Nakað sum nýggi skúladepilin í Marknagilið. Eg haldi at tíðin er komin til at ríva hann niður og byggja nýtt. Um tað skal verða skúli ella okkurt annað, havi eg mína meining um. Haldið tó at tað hevði verði skilagott, at útskriva eina heildarkapping, sum fevnir um fólkalívsfrøði, býarskipan og arkitektur. Endamálið skal verða at fáa lív og levnað í miðbýin aftur. Sámal Ímundarsson Valevni Tjóðveldi