fríggjadagur 9. november 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Leysgangandi
hundar
Trupulleikin av leysgang
andi hundum í Tórs
havnar Kommunu er
stórur. Fólk ið hava
onnur kríatúr, fólki ið
ikki dáma hundar og
ábyrgdarfullir hundaeig
arar hava ofta havt stór
an ampa av leysgangandi
hundum.
Tosaði nú ein dagin
við eina konu ið hevur
ein høsnagarð tætt við
heimstað
teirra.
Har
hevði hundur fyri triðju
fer í ár, brotið seg inn og
tikið hønur í innhegnaða
høsnagarðinum.
Sera
harmiligt tílíkt hendir,
bara tí fólk ikki taka
ábyrgd av teirra hund
unum.
Fleiri fólk hava gjørt
vart við teirra keðiligu
upplivingar, av leysgang
andi hundum. Fyri fólk
ið ikki føla seg tryggan
við hundum, kann tað
lættliga vera sera ræð
andi, at møta ein leys
umgangandi hundi.
Eg sjálvur og aðrir
hundaeigarar ið eg havi
tosa við, hava ofta havt
keðiligar upplivingar av
leysgangandi hundum.
Hetta er serliga tí vit
koma gangandi við okk
ara hundi, og møta ein
um aggressivum ella
ósosialiseraðum hundi.
Hetta endar tíanverri
ofta við, at hundarnir
bresta saman. Líkamikið
hundaslag og stødd á
hundi, er hetta sera
óheppið og nakað vit
helst vilja vera fyri uttan.
Trupulleikin
við
hundalorti á gøtunum
hevur ofta verið um
røddur. Tó ikki allir
hundaeigarar taka upp
eftir hundinum, tekur
ein leysgangandi hundur
als ikki upp eftir sær
sjálvum.
Hendan trupulleikan
vil eg gera nakað við.
Okkara
hundafangari
skal blíva meira sjón
ligur, har hann millum
annað sjálvur tekur upp
leysgangandi
hundar.
Tað
skal
somuleiðis
ALTÌÐ vera gjørligt, at
fáa leysgangandi hundar
upptiknar við, at venda
sær til løgregluna. Hetta
er ein ítøkiligur trupul
leiki; eg vil loysa henda
trupulleikan.
Tórshavn, ein fram
søkin høvuðsstaður.
Rúni Sundberg
Patursson
Valevni á listanum
hjá Framsókn
Ein kommuna fyri øll.
Neyðarróp frá tveimum kvinnum
“Vit standa úti á gøtuni
skjótt”. Hesi vóru neyðar
rópini hjá 2 arbeiðsleysum
kvinnum í 40’unum í sam
bandi við, at lógin um for
sorgarhjálp verður broytt 1.
januar
2013.
Kvinnurnar
løgdu sína kostnaðarætlan
fram fyri meg – ávikavíst í
verandi støðu og eftir 1.
januar, tá ið lógin um for
sorgarhjálp verður broytt.
Hetta er liður í einum so
nevndum "pakka við arbeiðs
fremjandi tiltøkum", sum
samgongan hevur sett í verk.
Hetta merkir i stuttum, at
forsorgarhjálpin eftir 1. jan
uar verður skattað.
Kvinna A:
Sonurin júst fyltur 18 ár og er
fluttur í kamar, t.v.s. hon
hevur júst mist stuðulin til
einligar forsyrgjarar, sum var
einar 1600 krónur um árs
fjórðingin,
umframt
1000
krónur um mánaðin í barna
pengum frá pápanum.
Hennara kostnaðarætlan
í dag sær soleiðis út:
Inntøka: Forsorg 10200
Útreiðslur: Húsaleiga (við
olju) 6000, SEV 700, KVF 300,
trygging 200, internet 500,
medisin 200, telefon 300
Útreiðslur tilsamans: 8200.
Eftir til mat og klæði: 2000
um mánaðin
Kostnaðarætlan eftir, at
broytingin í forsorgarlógini
kemur í gildi 1. januar 2013:
Inntøka: Forsorg 10248 –
skatt 2618 = 7630
Útreiðslur tilsamans: 8200.
Eftir til mat og klæði: -570
um mánaðin – altso negativt (!)
Kvinna B:
Dótturin vorðin yvir 18 ár, og
tískil fær hon onki fyri hana.
Kostnaðarætlanin hjá henni
sær soleiðis út í dag:
Inntøka: Forsorg 10200
Útreiðslur: Húsaleiga 5147,
SEV 600, KVF 300, telefon
400, lán 1000, medisin 300,
leasing av sjónvarpi 250.
Útreiðslur tilsamans: 7997.
Eftir til mat og klæði: 2203
um mánaðin
Fíggjarætlan eftir, at
broytingin í forsorgarlógini
kemur í gildi 1. januar 2013:
Inntøka: Forsorg 10248 –
skatt 2618 = 7630
Útreiðslur tilsamans: 7997
Eftir til mat og klæði: -367
um mánaðin – altso negativt (!)
Hesar báðar kvinnur eru
stakar uttan forsyrgjaraplikt.
Hetta er ein samfelagsbólkur,
sum fullkomiliga dettur nið
ur ímillum við lógarbroyt
ingini. Samgongan kallar
hetta ”arbeiðsfremjandi til
tøk” – púra uttan, at fleiri
arbeiðspláss
eru
skapað.
Gevur hetta meining? NEI!
Um tað skapar ein stóran
samfelagstrupulleika á tann
hátt, at vit fara at síggja fleiri
heimleys fólk í havnargøtum?
JA! Flatskatturin gav teimum
ríku pengar, tey ikki høvdu
brúk fyri – og nú tekur sam
gongan pengar frá teimum
fátæku, sum hava teir fyri
neyðini.
Hvat kann
kommunan gera?
Um vit vilja tað ella ei, so
verður hendan lógarbroyting
ein stórur samfelagstrupul
leiki. Støk fólk uttan for
syrgjaraplikt fara ikki at
hava ráð at hava tak yvir
høvdið. Uml 6000 krónur fyri
innivist um mánaðin við ljós
og hita er tað bíligasta, man
kann finna i Havn. Tórshavn
ar Kommuna hevur, sum er,
ikki nakað bíligari at bjóda –
her er snøgt sagt onki, og tað
er for galið. Alt meðan borg
arstjórin tekur upp í saman
"vit fremja úrslit", tá ið jú
ongin úrslit innan bústað
arøkið, hetta týdningarmikla
kommunala øki, eru at vísa á.
Nøktandi
bústaðarviður
skifti eigur einhvør mod
ernað kommuna at hava – og
tað hevur Tórshavnar Kom
muna ikki! Men hesar báðar
umrøddu kvinnurnar, og ikki
bara tær, men fleiri við
teimum, hava tørv á hjálp her
og nú. So inntil vídari, til vit
hava fingið bygt bíligar
kommunalar leigu íbúðir, so
mugu hesi fólk onkursvegna
fáa hjálp frá tí almenna. Ein
loysn kundi verið íbúðar
stuðul
(boligsikring).
Vit
mugu finna uppá okkurt, og
tað skjótt.
X-bústaðir, X-hjartað á røtt
um stað, X-Leivur Thomsen,
ein samvitskufullur politikk
ari, listi E
Les meira her:
www.politikkur.fo/vis-
leivur+thomsen-greinar
Leivur Thomsen
Sterkan Lista E í býráðið
Ein sterkur Listi E í Tórs
havnar býráð er borgan fyri
góðsku og góðum stýri. Tað
hava vit víst hesi átta árini,
vit í hesum umfarinum hava
verið í samgongu á Vagli
num.
Vit hava tvey tey seinastu
býráðsvalini, 2004 og 2008,
fingið fýra umboð av 13 vald
í Tórshavnar býráð.
Hetta er størsta umboðan,
sum Listi E nakrantíð hevur
havt í býráðnum, og tann
góða undirtøkan tryggjaði, at
vit eftir bæði valini komu í
eina samgongu, sum hevur
lagt nógv og gott eftir seg.
Vit eru ikki komin á mál.
Tað koma vit ætlandi ong
antíð, men vit mugu javnt og
samt arbeiða fyri framstigum
og góðum trivnaði í kommu
nuni.
Tí bjóða vit okkum fram
aftur til at stýra høvuðsstað
num valskeiðið 2012-2016.
Vit vóru størsti flokkur í
samgonguni 2005 við fýra
umboðum.
Ikki skerst burtur, at á
seinasta vali fór okkara sam
starvspartnari við megin
partinum av heiðrinum fyri
framd avrik og reyk frá tri
mum upp í fimm býráðslimir,
meðan vit vóru standandi á
fýra.
Tað er gott at hava fleiri
javnstórar flokkar í býráð
num. Tá verða økini og máls
økini væl umboðað. Gerst
undirtøkan ov einvís, verður
valdið ov einvíst og minni
demokratiskt í stýringini.
Fjølbroytni í býráðnum er
borgarans besta trygd. Tá eru
fleiri, ið við ávísari megi
kunnu minna hvør annan á,
at vit eru vald til at tæna
borgarunum – og ikki at
fremja eitt nú seráhugamál
hjá nøkrum fáum.
Veljið ein sterkan Lista E í
býráðið – borgan fyri góðsku
og góðum stýri.
X við E
Jógvan Arge, Tórshavn,
Valevni á Lista E
Besta trygdin fyri hollari og demokratiskari stýring av kommununi
er, at javnsterkir flokkar stýra henni í felag. Gerst umboðanin
ov einvís, kann valdið gerast ov einvíst, og tá er vandi fyri, at
seráhugamál verða tikin fram um áhugamálini hjá heildini