Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í míni tíð í Tórshavnar Býráð havi eg altíð lagt meg eftir at betra við­ urskiftini hjá bátaeig­ arunum í Havn. Bíðilistin eftir bátaplássi er sera langur, og bátahavnirnar í kommununi kunnu ikki hýsa fleiri bátum. Eg havi fylgt málinum gjølla og havi havt tað uppi á fundi í Havnar­ nevndini. Tíverri er hetta málið dotti ð niður fyri eftir at eg gjørdist ov stuttur til seinasta val, og eingin í sitandi býráði hevur tikið málið upp í staðin. Eg bjóði meg fram aftur til hetta býráðsvalið tí eg ikki haldi, at hetta eru kor at bjóða bátaeigarum í Tórs­havn. Málið snýr seg um, at vit skulu leingja pirin á Argjum. Tá tað er gjørt er klárt at fara undir at byggja eina nýggja báta­ havn í Álakeri. Hetta vil stytta um bíðilistan, betra korini hjá báta­ eigarum, og samstundis gera umstøðurnar hjá útlendskum bátaeigar­ um, at vitja okkara fan­ tastiska bý, munandi betri. Ein nýmótans býur kann ikki liva við, at hava so langar bíðilistar eftir bátaplássum. Tað sum so kann undra ein er, at so lítið hevur ver­ andi býráð gjørt fyri at bøta um hesi kor. Vilja vit hava onkran í býráðið, ið vil arbeiða fyri bátaeigarum, og tað skal ikki bert vera í valstríðnum, so er at velja ein persón, ið vil tala hesa søk, og tað vil eg fegin gera. Nýggja bátahavnin í Álakeri hevur ligið á láni ov leingi, men nú er tíð at standa saman um ein persón, so ætlanin við báta­havnini verður framd. Tí vil eg heita á tykkum, at velja meg, sum tykkara rødd í bý­ ráðið, at tala tykkara søk. Uppskot og tekningar, í sambandi við smá­báta­ havn í Álakeri, varð latið býráðnum fyri mongum árum síðani, men enn er einki hent. Nú krevst politiskur vilji at fremja tað í verki. Skulu báta­ eig­arar bíða í 4 ár afturat? kommunuval 2012 Dagstovnaøkið á breddan Um aldarskiftið varð dag­ stovnaøkið lagt út til kom­ mun­urnar at umsita. Tað hendi tí at trýstið frá borg­ arunum varð stórt, og lands­ politikararnir vórðu ikki sinn­aðir at gjalda fyri hesari neyðugu tænastu. Og nógv er hent á økinum síðani – so nógv, at t.d. Tórs­ havnar Kommuna í dag brúkar einar 140 milliónir kr til rakstur av barna- og ung­ dómsøkinum. So Tórshavnar Kommuna hevur ikki ligið á boðunum. Tað, sum vit nú skulu leggja stóran dent á, er at førleika­ menna starvfólkini, sum arbeiða í dagstovna­skip­anini í Tórshavnar Kom­mu­nu. Tí einki er virðismiklari enn okkara børn, og at tey vaksa upp í kørmum, sum eru tíðarhóskandi – eisini fakliga. Vit hava eitt fólkaskúlaráð, ið skal tryggja fruktagott sam­ skifti millum brúkaran av fólkaskúlanum og pol­it­iska myndugleikan. Og hvussu vit menna fólka­skúlan fakliga og námsfrøðililiga. Sum landsstýriskvinna í mentamálum tók eg stig til at stovna eitt samsvarandi Dagstovnaráð, sum skuldi hava somu mennandi og fólka­ ræðisligu uppgávur sum fólka­skúlaráðið. Men tað ikki er virkið í løtuni. Eg fari at at streingja á, at Dagstovnaráðið kemur at virka beinan vegin. Starvsfólk á dagstovnum og Pedagogfelagið ynskja eitt breitt samansett forum, sum kann vísa á framburð, ný­ hugsan og gongdar leiðir. Og tey umsita tað dýrabarasta, sum vit eiga. At kalla øll børn í Tórs­ havnar Kommunu eru á dag­ stovni. Teimum skulu vit tryggja bestu tilboðini yvir­ høvur. Høgni Mikkelsen Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Menning og útbúgving av børnum byrjar ikki í fólkaskúlanum. Hon byrjar nógv fyrr. Og námsfrøðingar okkara gera eitt risastórt arbeiði at útbúgva børnini til eitt samfelag við nógvum avbjóðingum. Miðflokkurin handlar, meðan aðrir tosa! ... vert at hugsa um, tá veljast skal Her hugsi eg m.a. um fá­tæ­ kra­markið. Hin 24. februar 2011 legði Miðflokkurin upp­ skot fyri Løgtingið um áset­ an av einum fátækramarki. Knapp­ar tríggjar mánaðir seinni, 13. mei, samtykti Løg­ tingið álitið frá trivnaðar­ nevndini, og í løtuni situr ein nevnd av serkønum og til­ evnar lógaruppskotið. Hetta nevndararbeiðið skal verða liðug 1. apríl 2013. Annars er hetta ikki fyrstu ferð Miðflokkurin handlar, meðan onnur tosa! Av døm­ um úr rúgvuni kann nevnast Umboðsmansstovnurin, sum varð samtyktur eftir upp­ skoti Miðfloksins og avtøkan av kringvarpseinka-rætti­ num, sum Miðflokkurin mið­ víst virkaði fyri, til Løgtingið broytti støðu og tók undir við okkum. Jenis av Rana, Valevni Miðfloksins til Býráðsvalið Í Havn eru nógv listafólk. Felags fyri tey flestu er, at tey arbeiða einsamøll, og kanska av tí sama kenna, at tey ikki fáa burturúr tað, tey kundu hugsað sær. Gamaní hava summi listafólk rættar umstøður við atelier, studio o.s.fr - men tey flestu munnu hava givið seg til tols við trongar umstøður at arbeiða í. Býráðið kann veita lista­ fólki onkran bygning at arb­ eiða í. Hesin nýtist ikki at vera nakar nýggjur og flottur bygningur. T.d. kann Skúlin á Frúutrøð, tá ið musikkskúlin er fluttur niðan í Sortudíki, brúkast, ella kanska høli úti við Bacalao, sum kommunan eigur. Bygningurin kann verða býttur upp í rúm til fleiri ymsar listagreinar, har bæði serstøk rúm og stór rúm við uppsettum skila­ veggum eru tøk. Bygningurin kann skipast á tann hátt, at listafólk leiga seg inn fyri ein bíligan penga, t.d. í sambandi við komandi framsýningar, verkætlanir og annað - ella bara fyri at fáa íblástur frá øðrum listafólki. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar. Býráðið kann veita neyð­ uga útgerð til listaframleiðslu so sum pressur til grafiskt prent, ovn til brenning av leiri og annað. Listahúsið kann fevna um øll sløg av listafólki – rithøvundar, tón­ leikarar, myndlistafólk, foto­ grafar, leirlistafólk, leik­lista­ fólk, installatiónslistafólk, byggilistafólk, filmslistafólk og onnur listafólk. Bert hug­ flogið setur mørk. Endamálið við hesum er at samansjóva føroysku lista­ fóllkini, at skapa eitt dy­na­ miskt listaumhvørvi í býnum, at skapa grundarlag fyri menn­ing av føroyskari list, at veita listafólki góðar arb­eiðs­ umstøður, at skapa grund­ arlag fyri tvørfakligum listar­ ligum samstarvi og at lata upp nýggjar listarligar møgu­ leikar. Møguleiki skal eisini vera hjá útlendskum listafólki at gera brúk av listahúsinum. Somuleiðis skal pláss vera fyri at halda work shops av ymsum slag. Hetta kann geva okkara høvuðsstaði eitt spenn­ andi umdømi í út­lond­um. Hetta kann t.d. gerast í samstarvi við Norðurlanda­ húsið, sum kann virka sum sambindingarlið við hini norð­urlondini og veita lista­ húsinum møguleika at søkja pengar úr ymsum norður­ lendskum grunnum. Til seinast loyvi eg mær at vísa til eina orðing um framtíðarmynd (visión) um mentan og list í Tórshavnar Kommunu, sum varð samtykt á býráðsfundi 18. mars 2010. Hon er soljóðandi: "Høvuðsstaðurin hevur ein bæði sterkan og tiltiknan mentanarpall, sum á mong­ um økjum kappast við um­ heimin í dygd, um enn ikki í vavi. Tónlist, myndlist, leik­ list og onnur list blóma á ein hátt, so bæði leikfólk og úr­ mælingar kunnu troyta sína skapanargleði og menna síni evni. Umstøðurnar at spæla leikir og hava konsertir skara framúr í dygd, sniði og origi­ naliteti í góðum samsvari við allan høvuðsstaðin. Tær savna allar føroyingar og gera okkum ernar, og tær draga at sær bæði gitin listafólk og kræsið publikum uttan úr heimi....” Jamen, hvat er tað ikki undurfult! Hetta skuldi jú sostatt verið beint til høgra beinið! X - mentan, X - list, X - Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari Les meira her: http://www. politikkur.fo/vis- leivur+thomsen-greinar Leivur Thomsen Skapandi HEILAR í sama húsi