Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Hví stilli eg upp Tí eg eri familjumaður við 5 børnum, og eg veit tí, hvat barnafamiljuni tørvar. Tí eg haldi, at skúlin útbúgvir Føroyar. Tað er lógarfest, at vit øll skulu ganga 9 ár í fólka­skúl­an­ um. Ti hevur tað alstóran týdning, at vit raðfesta skúlan høgt. Eg taki undir við tí tilmæli, ið arbeiðsbólkurin kom til, sum viðgjørdi fram­tíð­ arskúlan í Tórshavnar kommunu. Tí eg veit, hvat tað merkir at búgva í einum av smáplássunum í kom­ mununi, og at tørv­urin av góðari tænastu er eins stórur á bygd­unum, sum í Havnini. Tí at eg veit, hvussu nógv arbeiði liggur í tí frítíðar – og samkomu­ virksemi, sum fer fram í kommununi og tað virði, sum er í hesum ólønta arbeiði. Hesi hava tí uppi­ ­borið góðar karm­ar. Tí at eg haldi, at høv­ uðstaðurin skal upp rað­ festa ferðavinnuna í kommununi. Tørvurin á einum nýggjum og nú­ tímans kampingplássi í kommununi er stórur. Og tørvurin á einum nýggjum og nútímans sjósavni er stórur. Hetta vildi gjørt okkara høv­ uðstað dragandi fyri ferða­fólk. Bæði kamp­ing­ pláss og sjósavn kundu saktans verið úti á bygd­ unum í kommununi, nátt­úran er nærri, og buss sambandi er gott. Fyri teg er valið ein­ falt X við Inga á Smið, listi A Ingi á Smið Grannskoðari sigur ósatt um fíggjarstýring Eitt býráðsvalevni hjá Fólka­ flokkinum mælir nú fólki til at gráta við sær um okkara høvuðsstað, sum plágast so illa av høgum skattatrýsti og vánaligari fíggjarstýring. Jógvan Poulsen, ein ung­ ur grannskoðari, skal veljast, so “skatturin hjá teimum lágløntu kann lækka”. Hetta, sjálvt um hann umboðar flokkin, ið var hart ímóti, at vit í býráðnum markaðu helmingin av skattalækk­ing­ ini hesaferð til tey veikastu í kommununi, nevniliga barna­ familjurnar. Hetta sigur maðurin, sum saman við sínum floks­feløg­ um í Tórshavnar kommunu roynir at billa veljarunum inn, at tað ber til at geva fólki ein stóran barnakekk, tí flokk­ur hansara einaferð ætl­ ar at hækka botnfrá­drátt­in. Men øll vita, at hvørki hann, ella leiðari hansara Jørgen Niclasen, kunnu hækka botnfrádráttin, men bara ein meiriluti í løgtingi­num. Hetta dugir ikki sum býráðsagn! Bluff við kekki Grannskoðari ella ikki, so er staðfest, at hansara barna­ kekkur er framvegis fullkomi­ liga dekningsleysur og tað bera bluff! At fyrigykla sær, at vit fáa nakran kommunal­ an skattalætta, fíggjaðan úr kassanum hjá Jørgen Nicla­ sen, vitnar bara um, at grann­ skoðarin ikki eigur tað minsta av politiskum veru­leikasansi. Vit onnur vita, at hvørt ein­ asta ár hendir tað øvugta, at kommunurnar skulu fíggja vánaligu fíggjar­stýringina hjá Fólkaflokki­num í landsins stýri. Lágløntu barnafamiljur­ nar í Tórshavnar kommunu stríðast enn við avleiðingar­ nar av flatskattaævintýri Fólkafloksins, sum bara tænti teimum vælbjargaðu. Men vit í býráðnum handla øðrvísi, rættvísari og soli­dar­ iskt. Vit vilja, at øll í Tórs­ havnar kommunu fáa eina beinleiðis lækking í skatta­ prosentinum upp á hálvt pro­sent, og at barna­familjur­ nar fáa eina hækking av barna­frádráttinum við 45 prosentum. Alt hetta, meðan Fólka­ flokkurin hevur givið teimum vælbjargaðu flatskatt, hava vit í býráðnum givið øllum lægri skatt og barnafamilj­ unum ein munandi størri bata. Samstundis hava vit bæði hækkað systkinafrá­ dráttin og lækkað dagstovna­ gjaldið. Ódýrur rakstur Ungi og grammi grannskoð­ arin finst at, at Havnin kost­ ar ov nógv at reka, sjálvt um hann reint fakliga eigur at vita, at tað passar ikki! Rakst­ r­arútreiðslurnar komandi ár økjast við 7 mill. kr. og svarar tað til eina hækking uppá 1,3%. Men brúkaraprístalið er frá øðrum ársfjórðingi 2011 til annan ársfjórðing í 2012 hækkað úr 118,4 til 121, sum er ein vøkstur uppá 2,2%. Tað merkir, at kostnaðarstøðið er hækkað væl meira, enn vøkst­urin í rakstrarútreiðsl­ unum. Vit hava eisini lagt okkum eftir, at raksturin skal økjast sum minst, uttan at hetta nervar tænastustøðið. Skil má vera í og skil er í, og enn hevur Fólkaflokkurin ikki fortalt borgarunum, hvørjar tænastur skulu sparast burt­ ur, tá allar skattalækkingar teirra eru innførdar, tí tað verður ikki við mýkindum. Vit hava eisini lagt okkum eftir varisligum íløgum, og lániskuldin hjá kommununi er tí sera lítil í mun til álík­ ningina, umleið 145 mill. kr við árslok. Í 2013 vænta vit eina skattaálíkning uppá 613 mill. kr. Gjaldførið hjá kom­ mununi er harumframt sera gott og langt oman fyri øll krøv. Stendur væl til So her stendur ikki illa til. Tvørturímóti, ein og hvør grannskoðari vil vita, at hetta er tekin um ein sera sunnan kommunalan búskap og fíggj­arstýring. Hvussu er so fíggj­ar­stýr­ ingin hjá Fólkaflokkinum. Jú, vit hava sæð fólkafloks­ menn­irnar komið við fleiri kontantum tilboðum til velj­ ararnar. Jan Christiansen beyð eitt prosent í skattalætta nú og eitt prosent í komandi valskeiði, og samfelt bjóðaðu allir eina tvífalding av barna­ frádráttinum. Hóast eitt pro­ sent var til at taka frá Boða­ nesheiminum, so kostaði restin nærum tvey skatta­ prosent aftrat. Men fólk eru ikki so fá­ vitskut, sum fólkafloksmenn tykjast halda, tí tey vita fullvæl, at skalt tú gjalda meira út, so mást tú antin hava meira inn ella fremja sparingar og íløgusteðg. Eitt skattaprosent er umleið 30 milliónir, og so kunnu velj­ ararnir rokna víðari sjálvir… Annars gongur sjón fyri søgn í landspolitikkinum, har Fólkaflokkurin hevur alla maktina. Við fullari ferð Nei, góðu fólkafloksmenn, hvørki íløgusteðgur ella spar­ ingar eru ráðiligar loysn­ir, nú okkum tørvar at seta fulla ferð á alt virksemi í býnum. Hetta fyri at skapa arbeiði til allar hendur, størri inntøkur og betri trivnað sum alt­av­ gerandi lið í arbeiðinum at skapa búskaparvøkstur og harvið eisini fólkavøkstur. Á øllum økjum eru vit í gongd við arbeiðsskapandi tiltøk, trivnaðartiltøk og til­ tøk fyri beinleiðis at lækka kostnaðarstøðið í býnum og kommununi, samstundis sum vit skapa karmar til vinnu. Tað gongur væl og tað fer at gangast enn betur! Og so leingi Fólkaflokkurin ikki situr í býráðsleiðsluni, tess tryggari verður framburðurin og fíggjarstýringin. Fólk eru ikki blind. Fólk hava sæð hvat hesin flokkur hevur gjørt í býráðnum áður - og fólk síggja hvat hesin flokkur ger í landsstýrinum nú! Heðin Mortensen Borgarstjóri Flokkurin sum sorar landsbúskapin og skapar stóran stættarmun, vil nú eisini sleppa framat kassanum hjá Tórshavnar Kommunu. Tað má bara ikki henda! Tað er alt ov dýrt at seta búgv í Tórshavnar Kom­ munu! Líkamikið um tú velur at byggja, keypa ella leiga, so verður rokn­ ingin fyri bústaðin nógv tann tyngsti fíggjar­post­ urin fyri húskið fleiri áratíggju fram í tíðina. Fíggjarligt trýst er ein beiskur biti fyri øll húski. Allur mótgangur verður tyngri at bera, og orkan til at hjúkla um heimið verður minni. Tíðin er komin, at alternativ bygging kann gerast ein veruleiki. Bústaðarpakkin hev­ur verið ein politisk kasti­ bløka í áravís. Loksins er ein nýggjur tíðar­hósk­ andi bústaðarpolitikkur orðaður og tann 26. okto­ ber undirskrivaði lands­ stýriskvinnan í bú­stað­ armálum, Annika Olsen, bústaðarpolitikk lands­ ins. Heimildirnar hjá Føroya Bústaðarfelagið (fyrr­verandi Húsaláns­ grunninum) eru endiliga broyttar soleiðis, at Bú­ staðarfelagið kann veita fígging og útvega bú­ staðir. Tórshavnar Kom­mu­ na hevur heimild at bygg­ja lutaíbúðir og leigu­íbúðir til bústaðar­ endamál og fær end­ur­ rindað meginpartin av meirvirðisg jaldinum. Hetta fer at lækka bú­ staðarkostnaðin munan­ di. Kommunan kann tí­ skil stuðla við bygging og síðan selja fólki bílig­ ar íbúðir. Fyri Fólkaflokkin ræð­ ur um, at fólk flest eiga sín egna bústað. Ta før­ oysku siðvenjuna vil Fólkaflokkurin fegin varðveita. Eg vil arbeiða fyri at alt­er­nativ bústaðar­bygg­ ing verður ein veruleiki ið tryggjar, at havna­ borgarar kunnu seta búgv uttan at enda í skuldarfelluni. Skuldarfellan Sunniva Bjarnastein Kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavn Ein litríkur høvuðsstaður Tað var ein fantastisk og ógloymandi løta at fylgj­ ast við 5000 føroyingum gjøgnum havnargøtur á Faroe Pride 27. Juli. Eg vóni at Faroe Pride er komin fyri at verða og verið eg afturvaldur, so vil eg gera mítt til, at Tórshavnar kommuna eisini komandi árini stuðlar og samstarvar við LGBT Føroyar, so at vit saman við teimum fagnað ymiskleikanum og vísa at í Tórshavn er pláss fyri øllum. At so nógv møttu upp til Faroe Pride 27. juli ber boð um, at tað veruliga eru nógvir føroyingar, sum ynskja eitt samfelag, har øll skulu hava somu rættindi. Hetta er sjálv­ sagt fyri meg, men tí­ verri ikki fyri øll. Kjaki um samkynd hevur oftani verði ógvu­ sligt og dømandi, men tær røddirnar fækka. Ein av orsøkinum er, at LGBT á ein ógvuliga jaligan hátt hava ført síni sjónarmið fram og hava eisini verið ógvu­ liga sjónlig í samfelag­ num. Hetta hevur broytt hugburðin hjá nógvum og eg vil fegin sum bý­ ráðspolitikkari í Tórs­ havn stuðla hesi jaligu gongdini. Havnin skal verða lit­ rík og her skulu øll kun­ na kenna væl Levi Mørk