Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bara ein sterkur høvuðsstaður kann bjarga Føroyum Vit hava tørv á einum sterk­ um høvuðsstaði. Einum høv­ uðssstaði, sum dregur sum ein magnetur, sum fær fólk at støðast og trívast, fær føroyingar, sum eru farnir av landinum, at koma heimaftur og vera við til at byggja hetta land, so tað eisini verður eitt gott og trygt stað hjá kom­ andi ættarliðum. Fyri meg er kommunuvalið eitt landsval á tann hátt, at talan er um eitt avgerandi val fyri alt landið. Tí ein sterkur høvuðsstaður er avgerandi fyri, at Føroyar aftur koma á rættkjøl – at fráflytingin stegðar og føroyingar velja at koma heimaftur og verða kjølfestir í egnum landi. Valið snýr seg júst um, hvussu vit menna og byggja Havnina út til at vera tann magnetin, sum fær før­oy­ ingar aftur at trívast í egnum landi og eisini velja útlandið frá. Hetta er serliga avgerandi tá vit vita, at seksti prosent ella fleiri av útisetunum, bert vilja flyta heimaftur, um tey sleppa at royna seg í høv­ uðsstaðnum. Hetta er høvuðsstaðurin hjá øllum føroyingum, og mín vón er, at okkara pol­ itikarar, bæði á lokalum støði og á landsstøði veruliga síggja, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Føroyar, at vit hava ein sterkan og tryggan høvuðsstað. Í fólkamongd eru Føroyar lítið meira enn ein landsbygd í grannlondum okkara. Millum annað tí ber ikki til at spjaða alla orkuna, soleiðis at so mangt er hálvgjørt og onki er fullgjørt. Vit byggja ikki land, um vit ikki menna okkara høvuðsstað. Tí bara við einum vælvirkandi høv­ uðsstaði steðga vit fólka­ minkingini. Vit hava gjørt øgiligar íløgur í okkara undir­støðu­ kervi. Hetta hevur skapt møgu­leikar hjá øllum før­oy­ ingum skjótt, lætt og bíliga at koma til høvuðsstaðin við øllum sínum tænastum. Tí er umráðandi, at vit fáa vald fólk í býráðið, sum hava evni og vilja til at menna høv­ uðsstaðin og hegni til at stegða teimum politiskum flokkum og kreftum í landi­ num, ið helst síggja Havnina sum ein minni og veikari høvuðsstað. Hetta er eitt val um at brúka okkara avmarkaða tilfeingi so skilagott, at Før­ oyar sum tjóð kunnu menn­ ast. Í míni verð er onki meira týðindi til hetta valið, enn at fáa føroyingar at viðurkenna, at bara ein sterkur høvuðs­ staður kann forða fyri, at okkara land spakuliga verður avtoftað. Allar kanningar og øll fakta staðfesta hetta. Útjaðara og búpláss kring landið skulu ikki niður­leggj­ ast. Hava vit ikki júst bygt út undirstøðukervið fyri at gagna teimum? Men vit mugu øll taka í egnan barm sum føroyingar og sanna, at tað ongantíð áður hevur verið so týdningarmikið sum nú, at skapa fortreytir fyri einum sterkum og kraftar­ miklum høvuðsstaði – ið aftur skal gera Føroyar til eitt livandi og trygt stað fyri komandi ættarlið. Allar tær stóru íløgurnar fyri at byggja brýr millum høvuðsstaðin og restina av landinum hava skapt møgu­ leika fyri at sleppa undan dupultfunktiónum. Tó síggja vit, at somu landspolitikkarar, sum hava verið við til at brúka milliardir av krónum seinastu 25 árini til at binda landið saman við vegum, havnum, ferjum og tunlum, eisini vilja fordeila av­mark­ aðu skattakrónurnar til íløg­ ur í útbúgvarstovnar, sjúkra­ hús og heilsuverk yvir alt landið – bróðurliga. Hesi eru tey somu sum siga, at Havnin má ikki blíva ov stór, hon má ikki sleppa at køva bygdirnar og smá­bý­ir­ nar kring oyggjarnar. Hesin afturvendandi veru­ leiki vísir, hvussu torført tað er at menna hetta land og stegða fráflytingini. Tað var tí gleðiligt at hoyra fram­ standandi embætisfólk og politikarar í útvarpinum í vikuni úttala, at leggja vit ikki øll somul alla orku í at menna høvuðsstaðin, so er hesum landi ikki lív lagað. Við okkara avmarkaðu skattakrónum noyðast vit at raðfesta. Skulu íløgurnar for­ deilast bróðurliga í besta bygda­menningaranda, so merkir tað, at ov lítið verður til at skapa ein sterkan og góðan høvuðsstað, sum er tann einasti, sum kann fáa fólk við hægri útbúgvingum at støðast og festa búgv. Eg skal at enda endurgeva úr tí, sum nýggja Norður­at­ lantiska Tankasmiðjan sigur um NORA-økið, londini í Norðuratlantshavi, men sum eins væl kundi verið sagt um Føroyar: “Dragandi landaøki tørva sterkar býir. Vit mugu leggja dent á at menna nakrar úr­ valdar býir. Politikarar á smá­plássunum mugu vera nóg djarvir til at siga, at sterkir býir eisini eru til teirra fyrimun. NORA-økið verður einans dragandi, um vit megna at skapa dragandi býir, og tað er til fyrimuns hjá landaøkjunum, um tey stuðla eini tílíkari hugsjón. Serligu eyðkennini í NORA-økinum, m.a. lítið fólkagrundarlag, stórar fjarstøður og frá­flyt­ ing, hava við sær, at av­bjóð­ ingarnar hjá vælferðar­stati­ num serstakliga eru galdandi her.” Norðuratlantiska Tanka­ smiðjan kemur til ta niður­ støðu, at einans sterkir býir kunnu tryggja almennu tæn­ astuveitingarnar, sum eru neyðugar fyri vøkstur og vælferð í økinum. Hon slær seymin á høvdið. Hetta kann neyvan sigast greiðari. Og brúka vit hesa niðurstøðu fyri Føroyar, so eru vit so fáment, at her er bara talan um at menna ein bý – høvuðs­ staðin. Skal Føroyum og harvið búplássunum kring landið verða lív lagað, er tað ein fortreyt, at Havnin – høv­ uðsstaðurin – verður rað­fest­ ur ovast. Fyri meg er kommunuvalið eitt landsval á tann hátt, at talan er um eitt avgerandi val fyri allar Føroyar. Tí ein sterkur høvuðsstaður er avgerandi fyri, at Føroyar aftur koma á rættkjøl – at fráflytingin stegðar og føroyingar velja at koma heimaftur og verða kjølfestir í egnum landi. Heðin Mortensen Borgarstjóri Kollafjørður á Breddan Eg bjóði meg fram at um­boða tykkum koll­ firð­ingar í Tórshavnar Býráð. Okkum kollfirð­ ing­um manglar eina sterka rødd í býráðnum, sum megnar at vísa á manglar í bygdini og syrgja fyri, at gongd kemur á at menna bygd­ ina, soleiðis at fólk kun­ nu búsetast og trívast í bygdini. Sum er, er ov langt ímillum býráðið og borgaran í Kollafirði. Eg kann tí gerast tykkara rødd í býráðnum. Verði eg valdur, so fari eg at arbeiða fyri at fáa: • trivna og menning í Kollafirði • grundstykki til vega • ein nýggjan tíðar­ hóskandi dagstovn • frítíðartilboð til tey ungu •betri dagtilhaldstilboð til tey eldru • vetrarfriðing • betri og tryggari vegir í bygdini • betri bussleið • dagført bátahyljarnar í bygdini • vinnuni góðar møgu­ leikar at virka undir • gott samskifti við kollfjarðanevndina • gott samskifti við borgarar í bygdini Í Kollafirði er ikki so gal­ ið, men her kann gerast enn betri at búgva. Tað er ikki nóg gott, at fólk ikki kunnu seta búgv í bygdini. Útstykkingar eru neyðugar, vilja vit framhaldandi hava fólk at búsetast her. Børnini eru framtíðin, og tí er eisini neyðugt við góðum korum til børn og ung í bygdini. Í valskránni hjá Tjóðveldi stendur, at streingjast má á at fáa nýggjan dag­ stovn í Kollafirði. Eg fari at gera alt fyri, at gongd kemur á hetta arbeiðið sum skjótast. Peningur er settur av til høli í ítróttahøllini. Eisini her skal streingjast á, at peningurin sum skjótast verður nýttur til frama fyri tey ungu í bygdini. Dagtilboð er fyri tey eldru í bygdini. Hetta tilboðið eigur at verða ment, soleiðis at tey, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, hava nøktandi tilboð at fara til. Seyður í urtagørðum er gerandiskostur hjá kollfirðingum. Hetta er ikki hóskandi nú vit skriva 2012. Ein ætlan skal gerast, so Kolla­ fjørð­ur verður vetrarfrið­ aður. Bussleiðin er góð fyri tey, sum arbeiða og ganga í skúla í Havn, men hon er ikki á sama støði fyri kollfirðingar sum fyri onnur í kom­ munui. Hetta eigur at bøtast uppá. Vegirnir gjøgnum bygd­ina eru als ikki nóg góðir. Tað er í løtuni ótrygt, bæði fyri tey, ið ferðast við bili og fyri tey, ið eru á súkklu ella til gongu. Neyðugt er tí við betri og tryggari bygdarvegi. Tveir bátahylar eru í bygdini. Báthylurin á Signabø skal gerast lið­ ugur, og tann í við Sjógv skal dagførast. Tað skal vera møguleiki fyri at bunkra í Kollafirði. Møguleikar hjá vinn­ uni eru mentir seinastu árini. Arbeiðast skal al­ samt við at fáa bestu kor at virka undir. Ynskja tit eina rødd, sum umboðar tykkum kollfirðingar, í býráðið, so setið X við Jákup Dam á Lista E! Jákup Dam kommunuval 2012 www.fodursolan.com · info@fodursolan.com · Telefon 21 19 96 Ókeypis útkoyring í Tórshavn og nærindis SkyttenS fóður – kvalitetsfóður til kettur og hundar Søcla (20 kg) Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir, ið geva mjólk. Er eisini gott til aktivar hundar. SØCLA inniheldur C-vitamin. Fyri posan ......kr. 540,- Skyttens kat (15 kg) Turrfóður til kettur við nógvum protein- um frá fiski, flogfenaði og eggum. Inni- heldur úrdráttir úr høsnarungalivur. Fyri posan ......kr. 390,- Special (20 kg) Turrfóður til vaksnar hundar. Er eisini sera gott til hundar við húð- og pels- trupulleikum og til eldri hundar. Fyri posan ......kr. 450,- Bílegg beinleiðis á netinum