Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. november 2012 · Nr. 131 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Ein og hvør lágløntur og stakur uppihaldari, har inn­tøkan er lægri enn 275.000,- kr. um árið, hevur rætt til frípláss í vøggustovu, barna­garði og fríðtíðarskúla. Fyri uml. hvørjar 1000,- krónur, ið inntøkan fer upp um 230.000,- kr. – markið fyri 100% frí­ plássi á stovni – lækk­ar stuðulin við 2%. Í kunn­ gerðini um fríggjarligt frí­ pláss er barnagjald írokn­ að sum ein inn­tøka. Barnagjald er ikki inn­ tøka! Tað er pen­ingurin til uppi­haldið hjá barni­ num. Barna­gjald er tann peningur, sum annar av for­eldr­unum skal gjalda til tann, sum barnið býr hjá. Nakað yvir 1000,- um mánaðin. Tað sum eg hervið vil gera vart við er, at barnagjaldið – sum nú er – verður roknað við í útrokningini av frí­ plássi­num. Eftir mínari fatan er hetta skeivt! Stakir uppihaldarar eru longu ov sperdir. At stuðul til fríðpláss mink­ ar, sum eitt úrslit at uppihaldarin fær barna­ gjald, er púra burtur­við. Tað er jú meiningin, at bæði foreldrini skulu hjálpast at við at forsyrgja barninum, og tí er skipanin um barna­ gjald ásett, at tryggja at tað eisini hendir. Tí líkist tað ongum, at stuðulin verður skerdur, tá barnagjaldið verð­ur roknað við í fríplássið. Vit tosa um upp til 24% minni í stuðuli til frípláss. Í mínum hugaheimi er hetta ein stórur tru­ pulleiki, sum eg vil gera mítt til at fáa broytt, so borgarnir vera ver­andi í býnum. Eg vóni, at eg sleppi at gera nakað við trupulleikan – eg eri longu farin undir hetta arbeiðið. Vit muga ansa eftir at Havnin ikki sovnar heilt! Barnagjald er ikki ein inntøka! Súsanna Køtlum SMS, Miðbýurin og Vinnan Síðani Tórshavnar kommuna gjørdi ta dáragerð at kvetta gamla gøtukervið av fyri at sambinda eystur- og vest­ur­ býin gjøgnum Steinatún, hevur miðbýurin spakuliga bløtt út. Kappingin frá SMS hevur ofta fingið skyld­una fyri hesa gongd, men er tað valla allur sannleikin. Kom­ munan má seta eina virkis­ ætlan um miðbýin í fremstu røð, tí hjartað í býnum má ikki kódna. Serfrøðin í býar­ skipanarmálum er rættiliga greið í sínum tilmælum; býir skulu skipast soleiðis, at fólk trívast at vera har. Á tann hátt verður grundarlag skapt fyri handilslívi, veitingar­ tænastum og øðrum vinnu­ lívi. Nýggj serstøk byggi­sam­ tykt má gerast fyri allan mið­býin, har ein m.a. stimbr­ ar til bústaðir í økinum, tálmar sníkjandi yvirtøkuni av húsunum til skrivstovu­ bygningar (tí hesir eru tómir eftir kl. 16), og áleggur treytir um opið og útvent virksemi í veghæddini o.s.fr. Verk­ætl­ an­in “Havnin innan fyri Stóra­garð” vísir á mangar áhugaverdar møguleikar í miðbýnum. Eitt P-hús á havnarlagnum við Eystaruvág, samskipað við aðra ferðavinnu- og flutn­ingstænastu, eigur at vera gjørt beinanvegin, og tá hevði ein hópur av stuttíðar parkeringsplássum blivið tøkur í Miðbýnum. SMS og Miðbýurin SMS er vorðin ein partur av Miðbýnum. Nú SMS fylti 35 ár, varð søgan um SMS um­ rødd í miðlunum. M.a. varð sagt frá, at Hans Mortensen, stigtakari og stjóri, var av tí áskoðan frá fyrsta degi, at handilshúsið skuldi verða toppstýrt, við einum stjóra, einum lýsingarblaði o.s.fr. – hetta grundað á sundurlyndið í føroyinginum, sum annars kundi komið at lagt fótonglar fyri eindini. Í sama viðfangi varð víst á Miðbýin, og at her hevði sundurlyndið víst seg at vera galdandi. Tó at vit bæði hava havt Kunningarstovuna og Miðbýarfelagið, ið tíverri bert umboðar ein part av handlunum í Miðbýnum, so hevur verið trupult at drigið somu línu. T.d. eru aftur­ latingartíðirnar ymiskar, og ringt er at vita, nær hvør handil letur aftur ein leyg­ ardag. Ja enntá Mentanar­ náttina, sum kommunan hevur lagt stóra orku í at fyri­ skipa, og sum fólkið hevur tikið til sín, eru upp- og afturlatingartíðirnar ymisk­ ar. Samanumtikið varð sagt, at SMS hevur dugað betri at brúkt sínar fyrimunir enn Miðbýurin. Hóast Miðbýurin eisini hevur fleiri fyrimunir, t.d. við hugnaligum og smá­ um gøtum, varð hildið, at hann hevði dugað ov illani at gagnnýtt hetta, og at hann ikki hevur verið nóg initia­ tivríkur. SMS og Miðbýurin eiga at spæla upp ímóti hvørj­um øðrum, so at vit fáa ein fjøltáttaðan og spennandi býarkjarna. Tað eru handl­ arnir og veitingarstøðini sum geva Miðbýnum lív, og kom­ munan eigur í enn størri mun at betra um karmarnar. Vinnan Kommunan skal skapa væl­ skipaðar karmar til vinnu­ lívið at virka undir. Men slíkir karmar eru ikki einans bryggjupláss, vegir og vinnu­ grundstykkir, tí eitt gott undirstøðukervi fevnir um so nógv meira. Kommunan kann óbeinleiðis stuðla fyritøkunum við at miða eftir einum fjøltáttaðum samfelag, har nógvir ymiskir førleikar trívast. Lívliga virksemið í Vágsbotni nú er eitt gott dømi um samvinnu; kom­mu­ nan legði kloakkir, ið gjørdu Vestaruvág reina, og vinnu­ lívið og borgarin skaptu síðani nýkomna virksemið á staðnum. Hesi kós fer listi E framhaldandi at arbeiða fyri. www.marinkatrina.fo Marin Katrina Frýdal Býráðslimur á lista E Sjóvarmálin er eitt paradís Sjóvarmálin er eitt paradís hjá sjósvimjarum, kajakrógv­ ar­um, kavarum, róðrarfólki, bátafólki og hjá fólki, sum bara hava hug at njóta sam­ anrenningina millum hav og land. Tí skal Tórshavnar kommuna tryggja, at sjóvar­ málin er reinur og atkomi­ ligur hjá øllum. Tórshavnar kommuna má somuleiðis tryggja, at um­ støðurnar til at íðka hesi ítriv eru so góðar um møguligt, við trygd, skiftirúmum og at tað verður lætt at koma í og úr sjónum. Í Tórshavnar kommunu eru vit so heppin, at vit hava fleiri bryggjur, fjørur, sand, smáar kaiir, havnir og smá­ báta­havnir. Svimjing á sjónum hevur ment seg nógv seinastu árini. Heilt nógv fólk svimja dagliga á sjónum í Hoyvík, í Saen­ skovndá­gerði og á Gomlu­rætt. Onkur svimur á Velbastað, í Kirkjubø. Og í Kollafirði svimja nøkur. Fyri hav­svimj­ arar er Kaldbak ein sonn perla. Har hava nakrir menn gjørt ein heitan pott, sum til ber at leiga og so ber til at svimja í bátahylinum. Fyri góðum trimum árum síðani byrjaðu fólk at svimja í Hoyvík, har umstøðurnar at svimja eru góðar. Har er friðarligt og vøkur náttúra. Á lítlu kaiini eru tveir stigar, so til ber at koma upp á land á báðum síðunum. Í Hoyvík bleiv Havsvimji­ felagið 365 stovnað í mai 2010 við tí endamálið at menna áhugan fyri sjósvimjing og at menna umstøðurnar í Hoy­ víkini við skiftingarhøli og øðrum. Havsvimjifelagið hevur skipað skiftingarrúm í einum lántum neysti. Fyri at brúka neystið krevst limaskapur í felagnum. Á Gomlurætt verður svom­ ið út frá eini bátabrúgv. Um­ støðurnar at svimja har eru góðar, tó skulu svimj­ar­arnir laga seg eftir báta­ferðsl­uni. Í Sandagerði svimja heilt nógv fólk, har eru svimjium­støð­ urnar sera góðar. Ein træ­ brúgv er sett upp í eini roynd­ artíð eitt ár, sum svimjarnir eisini brúka. Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin, at karmarnir fram við sjóvarmálan eru so góðir og tryggir sum gjørligt hjá øllum íðkandi. Hjá sjó­ svimjarnum er størsta ynski at fáa betri skiftingarum­ støður. Elin Lindenskov Býráðslimur Javnaðarflokkurin Hóskandi bústaðir til eldri Í hesum døgum fegnast vit um Boðanesheimið. Røkt­ ar­heimið loysir ein stóran og akuttan trupulleika, sum Havnin hevur drigist við í fleiri ár. Men hetta er bert fyrsta stigið. Ein hópur av eldri í tí yngra endanum, kanska júst farin um pensjónsaldur, hava tørv á eini minni íbúð ella bústaði, nú lívsleiðin er broytt, børnini eru flutt og húsini, tey høvdu, eru ov stór. Eg gleðist um, at tað nú saman við Húsaláns­ grunni­num – nú Bústaðir, er eydnast at seta gongd á fyrstu 20 íbúðirnir á Óðins­ hædd. Hes­ar hóska eisini til eldri, sum enn klára seg væl í egnum heimi. Kommunan eigur tó at hugsa longri og útvega annað bústaðaralternativ til eldri. Eg kundi hugsað mær bú­stað­ardeplar við kanska 15-20 íbúðum við felagshølum bæði til so­ siala samveru, ítriv og til røktartænastu frá heima­ røktini til teirra, ið treingja einhvønn lættan røktar­ stuðul. Harumframt eitt gevandi uttanumøki. Ein slíkur depil hevur fleiri fyrimunir. Ein er, at íbúgvarnir fáa eitt saman­ hald og ein annan trygg­ leika, tí tey taka sær av hvørjum øðrum og hjálpa, skuldi eitthvørt verið. Tey fáa eisini ein lættari ger­ andisdag við bústaði, sum hóskar til teirra. Hetta er eisini alneyðugt fyri samfelagið. Eldri borg­ arar vilja búgva heima sum longst, og bústaðardeplar gera, at tørvurin á røktar­ heimsplássi kann útsetast munandi. Kommunan hevur tørv á einum fjøltáttaðum bú­ staðar­marknaði. Hesum vil eg virka fyri í Tórshavnar býráð. Halla Samuelsen Býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð