Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 4 VIKUSKIFTI Kommunval Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Týsdagin í hesi vikuni var amerikanska forsetavalið, og týsdagin í næstu viku verð­ur kommunuval í Føroyum. Jóannes Hansen hevur í mong ár gjørt við­merk­ ingar í sjónvarpinum val­kvøldið. Tað fer hann aftur at gera týskvøldið, tá ið úrslitini av valunum til býráðini og bygda­ráðini verða klár. Tá ið vit hittu viðmerkjaran miku­ dagin, vóru hann og næmingarnir á HF skeiðnum í Klaksvík í holtur við at lesa úrslitini av amerikanska forseta­ val­inum. – Tað er sera áhugavert saman við næm­ingunum at fylgja við í valunum. Sum lærari í samfelagsfrøði er tað sjálv­ andi hugaligt, tá ið næmingarnir orsaka av tí, sum tey læra í tímunum, fylgja við í tí, sum er frammi í fjølmiðlunum og sam­felags­kjakinum. Fyri okkum er tað eitt sindur harmuligt, at amerikanska valið og kommunuvalið heima hjá okk­ um liggja so tætt uppat hvørjum øðr­ um, men tað fáa vit einki gjørt við, og so mugu vit taka avgerð um, hvussu vit brúka tíðina. Í hesum førinum hava vit mest tosað um USA og valini har yviri. Hvat er í viðmerkjarahøpi størsti mun­urin á amerikanska valinum og før­oyska kommunuvalinum? – Nógvir av mununum eru eyð­ sýndir, men tað er eisini nógv, sum lík­ist. Tað snýr seg um at tiltuska sær vald í forsetaembætinum í USA og í Kongressini, og tað snýr seg um at til­ tuska sær vald í føroysku býráð­unum og bygdaráðunum og at vinna borgar­ stjóra­sessirnar, sum eru mest sum alt av­gerandi í býráðunum. Á øllum stig­ um snýr valstríð seg í dagsins samfelag um persónliga profilering, sum tað er neyð­ugt at brúka lutfalsliga nógvar peng­ar uppá, og á øllum stigum snýr tað seg um at finna agnið, sum fiskar best. Tað var av tilvild Síðani tiltikna løgtingsvalið 7. juli í 1994 hevur Jóannes Hansen verið viðmerkjari í Sjónvarpinum á øllum løg­tings­valunum, fólkatingsvalunum og komm­unu­valunum. Hann sigur, at tað var bara av tilvild, at hetta kom í lag: – Í sambandi við at tað 28. mars í 1994 vóru hundrað ár liðin, síðani Victor Danielsen var borin í heim, gjørdu Árni Gregersen og eg eina sjón­ varps­sending um Victor. Eg var nógv í Sjónvarpinum, meðan vit arbeiddu við sendingini. Vit tosaðu eisini um politikk og uppstillingina til løgtingsvalið, sum skuldi verða hetta sama heystið. So varð val útskrivað at vera á hásumri, og tá ringdu teir og spurdu, um eg kundi hjálpa teimum valkvøldið, og síðani havi eg verið í sjónvarpinum øll val­ kvøldini. Hvussu gongur hetta fyri seg? – Vit hava ikki nakra fasta avtalu, og hetta er ikki so kompliserað. Tá ið valið er útskrivað ella ásett at vera, so plaga teir í Sjónvarpinum at ringja, og stutt und­an valinum plaga vit so at tosa eitt sindur saman um konseptið. Tá ið tað liggur fyri, plagi eg at vera við til roynd­irnar. Tey fyrru árini vóru fleiri send­ingar í Norðurlandahúsinum, aðrar vóru í Vørsluni, og seinni hava vit eisini verið í Útvarpshúsinum. Karmarnir eru ym­iskir alt eftir, hvat fyri val talan er um. Eg havi skilt, at hesa ferð verður tað í Vørsluni. Fólksligt og upplýsandi Alla staðni verður nógv gjørt burturúr valsendingum. Fremstir í hesum sum so nógvum øðrum eru amerikumenn. CNN, CBS og aðrar rásir eru framúr, og europearar duga eisini, um tað so eru bretar og BBC ella Sky news, og eis­ini danir, norðmenn og sviar megna hetta væl. – Tað er fasinerandi at fylgja við. Ivaleyst vóru vit fleiri, sum sótu uppi langt út á mikunáttina. Tað snúði seg Týskvøldið verður tað enn eina ferð Jóannes Hansen, sum í Sjónvarpinum fer at gera viðmerkingar til úrslitini á kommunuvalunum. Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at tað verður gjørt í føroyskum sniði, sum hann málber seg fær tølini at tala Jóannes