fríggjadagur 9. november 2012síða 53
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
5
VIKUSKIFTI
um at frætta úrslitið, men tað var eisini
framúr áhugavert at síggja, hvussu pro
fessionelt, læruríkt og undirhaldandi
tað verður borið fram. Hjá miðlunum er
tað týdningarmikið at varðveita spenn
ingin og samstundis at vera fyrstir við
úrslitunum. Undan forsetavalinum
fylgdu vit í hesum HF flokkinum við í,
hvussu tølini í kanningunum í teimum
50 USA statunum vóru og broyttust
dag um dag. Síðstu dagarnar undan
valinum bendu tølini heilt týðuliga á,
at Obama fór at vinna soleiðis, sum
hann eisini gjørdi. Men uppleggið í
miðlunum var, at hetta fór at verða so
ógvuliga spennandi og nervapirrandi.
Hvat heldur tú er tín
týdningarmiklasti leiklutur
í valsendingunum?
– Tað eru tey í Sjónvarpinum, sum
leggja til rættis, og tað haldi eg, at
tey duga væl, tá ið hugsað verður um,
hvørjir karmarnir eru. Mín leiklutur er
at siga, hvat tað er, sum eg haldi er mest
spennandi og viðkomandi at fylgja við
í, og so at gera viðmerkingar til úrslit
ini. Hetta kennist ikki so nógv øðrvísi,
enn tað er at undirvísa HF og studenta
skúlanæmingum í samfelagsfrøði. Tað
ræður um at leggja tingini fram á ein
máta, sum vanligi hyggjarin fangar og
harvið tímir at sita eina løtu og fylgja
við. Tað ræður um at siga søguna um
tølini, og tað ræður um at gera tað
skjótt. Tá ið tað verður talt upp, veit
eg, at hyggjarin er ikki so áhugaður í
uttanumtosi. Tá kennist tað meiri sum
forargilsi.
Er tað ein serligur føroyskur
máti at gera hetta uppá?
– Føroysk val og føroysk valúrslit vera
tað altíð bara føroyingar, sum fara at
siga søguna um. Í Føroyum eru viður
skiftini smá, og vit kenna væl hvønn
annan. Tí haldi eg, at tað er nátúrligt at
tosa um valið og tey valdu og ikki valdu
soleiðis, sum kanska bara føroyingar
gera. Ikki minst tá ið talan er um
býráðsval og bygdaráðsval. Seinastu
dagarnar hevur Útvarpið dugað væl, tá
ið tey hava vitjað kring landið. Valið er
ikki flokspolitiskt so nógva aðra staðni
enn í høvuðsstaðnum, í Klaksvík, á
Tvøroyri, í Vági og í Eystur kommunu,
men valkvøldið er tað eins áhugavert
at tosa um tey, sum verða vald í hinum
kommununum.
Hvussu fyrireikar tú
teg til valkvøldini?
– Áhugin drívur verkið, men í hesum
sum í øllum øðrum, sum man fæst
við, so er tað týdningarmikið at gera
lektiur. Upp undir valini plagi eg at
hyggja í úrslitini frá undanfarnum val
um. Royndirnar hava eisini lært meg,
hvussu tað kann leggjast til rættis, so
tað undir sendingini er lætt at finna
fram til met og hagtøl.
Minnisríku løturnar
Tá ið vit spyrja Jóannes Hansen, hvat
hann minnist best frá valsendingum
hesi átjan árini, hann hevur verið við,
so ivast hann ikki:
– Sterkast í huganum stendur fyrsta
valkvøldið. Tað var løgtingsvalið 7.
juli 1994. Hetta var merkisvert og
harvið minnisríkt á so ymiskan hátt.
Kreppan leikaði í, og valluttøkan var
lítil. Verkamannafylkingin kom á ting
við trimum umboðum, Tjóðveldið fekk
fýra menn á ting, og Javnaðarflokkurin
fór úr tíggju og niður í fimm tingmenn.
Atli P. Dam hevði á valinum í 1990
vunnið næstan fjúrtan hundrað persón
ligar atkvøður, tá ið hann fyrstu ferð
var uppstillaður í Suðurstreymoy. Hetta
kvøldið fekk hann millum 130 og 140
atkvøður. Tað kendist ógvuliga sterkt,
tá ið tað var greitt, at fyrrverandi løg
maðurin so dyggiliga var fallin, minnist
Jóannes Hansen aftur á.
Hvat er serstakt við
kommunuvalunum?
– Stóri spurningurin er, hvør verður
borgarstjóri. Tann sessurin er so nógv
tann týdningarmiklasti í kommunal
politikki. Myndaliga tala er borgar
stjórin bæði nevndarformaður og
stjóri í partafelagnum, meðan hinir
politikararnir eru vanligir nevndar
limir. Royndirnar vísa eisini, at tað er
møguleiki fyri, at alt bæði hugsandi
og óhugsandi kann henda, eftir at tað
er liðugt at telja upp. Eftir valið eru
tað bara tey, sum eru vald, ið gera
av, hvussu bý- og bygdaráðini verða
skipað. Tað vil siga, at tá hevur tað
størri týdning at telja upp í talið, sum
ber samgongu við sær, enn tað hevur,
hvør vann flestu persónligu atkvøð
urnar á sjálvum valinum, og serliga á
kommunuvalunum hevur hetta viðhvørt
víst seg í óvøntaðum koalitiónum, stað
festir Jóannes Hansen.
Hann roknar við, at tað er rættuliga
sannlíkt, at bæði í Havnini og í Klaksvík
fara tey at skipa samgongu longu val
kvøldið.
– Men í kommunalpolitikki hava vit
eisini sæð, at tað ikki altíð er soleiðis, at
undirskriftirnar eru so bindandi, sum
tað annars verður roknað
við, so søgurnar um tølini
fara ivaleyst at verða sagdar
og broyttar, inntil býráðini
og bygdaráðini formliga
hava skipað seg.
myndir: Erland Sivertsen
Jóannes Hansen, sum týskvøldið fer at greiða frá úrslitunum á kommunvalinum,
undirvísir her næmingum á HF-skeiðnum í Klaksvík í samfelagsfrøði
Fakta
Navn: Jóannes Hansen
Aldur: 57 ár
Familja: Giftur við Sannu (fødd í Túni).
Tey eiga tvær døtur, Randi og Elisabeth
Útbúgving:
Læraraprógv frá Statsseminariet på Emdrupborg (1980)
Cand. mag. í samfelagsfrøði og geografi frá Roskilde
Universitetscenter (1987)
Størv: Studentaskúlalærari á Kambsdali 1988 -
Rektari á Føroya Læraraskúla (2006 - 2011)