fríggjadagur 9. november 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Vit kunnu keypa so vøkur og dýr klæði, sum vit vilja, vit kunnu eiga
tað nýggjasta nýggja, tað vakrasta hárið, tað besta smyrslið, men
uttan vælveru, er alt hetta óneyðugt. Vit mugu finna okkara innara
vakurleika fram, og tað gera vit allarbest, tá ið vit kenna okkum væl.
Her eru nøkur boð uppá, hvussu tú kanst fáa vælveru í gerandisdagin
Vælveran er
altavgerandi
Halt frí
Mangan gloyma vit heilt at halda frí, og njóta
vikuskiftið saman við okkara kæru. Men í roynd
og veru er tað sera týdningarmikið at taka nakrir
dagar, har tú veruliga kemur í samband við
tíni kæru, og samstundis fær samband við teg
sjálva. Fyri mítt viðkomandi er tað sera gevandi
at taka eitt vikuskiftið inn ímillum, og fara út at
ferðast – um enn tað ikki er so langt. Í Føroyum
hava vit millum annað møguleikan at fara til
Gjáar, Suðuroynna, Klaksvíkina, Viðareiðis eitt
vikuskiftið, og um man er til luksus, so kann
Hotel Føroyar og matstovan Koks viðmælast.
Ven tríggjar
ferðir um vikuna
Vit vita øll, at er gott at venja, men
fleiri okkara koma ongantíð inn í
eina fasta rytmu viðvíkjandi venjing,
og tí gerast úrslitini hareftir. Men
vit vita eisini, at vit kenna okkum
betri um vit javnan venja eitt sindur,
og harvið royna at halda vektini
niðri. Fitness World í Danmark
hevur gjørt eina kanning millum
fleiri hundrað fólk, sum venja har
javnan, og úrslitið vísur greitt, at
tað er best at venja tríggjar ferðir
um vikuna. Venur tú meira enn tað,
so er vandi fyri at tú troyttast av
venjingini, tí tað tekur ov nógva tíð.
Venur tú minni, ja so er vandi fyri
at tú ikki fær uppí lag at fara. Ein
annar sera vælumtóktur møguleiki
fyri at røra seg eitt sindur, er at
venja heima. Í hesum døgum er
venjingin, sum eitur Insanity, sera
vælumtókt. Tú kanst ogna tær
Insanity umvegis internetið, og
so kanst tú venja heima hvønn
dag, ella so ofta tær lystir.
Tak myrkrið í álvara
Í Føroyum eru vit von við myrkur, og
tí hugsa vit kanska ikki so nógv um
tað. Men tað er sera týdningarmikið at
hugsað um teir avleiðingar, sum myrki
kann geva. Um veturin fáa vit ikki nokk
av D-vitaminum, og tí fylgir tunglyndi og
annað ofta við. Tak javnan D-vitaminir
um veturin, og keyp tær eina Bright Light
lampu, sum tú kanst hyggja í hvønn
dag, fyri at fáa ljós inn í eyguni. Soleiðis
kunnu vit fyribyrgja tunglyndi, og ikki
lata myrki ávirka okkum alt ov nógv.
Ger tað tú elskar
Tá ið tú arbeiðir fulla tíð, ella hevur eina ørgrynnu av uppgávum hvønn dag, so er lætt at gloyma
teg sjálvan burtur í øllum rokinum. Men vit mugu eisini minnast til at forkela okkum sjálvi. Mær
dámar til dømis væl at vera saman við vinkonunum hóast eg kanska ikki havi tíð. Men um tað
er at liggja í baðikarinum, keypa klæðir ella bara at lurta eftir tónleiki, so minst til at gera tað
innímillum. Hugsa um tað, sum tú elskar at gera, og set nakrar løtur av til tað hvørja viku!
Loys spenningar í kroppinum
Hóast mong ikki hugsa um tað, so er tað sera týdningarmikið at javnan fáa mýkt vøddarnar í
rygginum. Serstakliga tey, sum sita við einari teldu hvønn dag, ella venja nógv, eru noydd at
fáa massagu javnan, tí annars kann pínan í rygginum gerast sera ring at sleppa av við. Í mið
býnum í Havn ber til at fáa Thai Massagu, og sum skilst eru hesar sera góðar. Haraftrat hevur
Cosmetu nakrar viðgerðir fyri ryggin. Tey klóku mæla okkum til at fáa massagu einaferð um
mánaðin, og soleiðis tryggja okkum, at ryggurin ikki fær álvarsaman skaða yvir longri tíð.