fríggjadagur 9. november 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Húsavørður á Hotel Føroyar og Sjóri á 7Adventures.
Hvat er tað besta við starvinum?
Man møtir og arbeiðir við nógvum nýggjum persónum.
Hvussu sær ein vanligur arbeiðsdagur út?
Fyrst kanni eg mail og spectra-skipan aftur við
einum góðum kaffimunni. Síðani verða tær uppgávur
gjørdar, ið eg tá hevur fingið via mail og annað.
Hví hevur tú valt
at íðka hondbólt
fram um aðrar
ítróttargreinar?
Tað kemst helst
av, at hondbóltur
hevur altíð verið
tann fremsta
ítróttargreinin í
Vestmanna, men
eg havi tó róð kapp
í nøkur ár og eisini
spælt fótbólt.
Hvussu nógv fyllir ítrótturin í gerandisdegnum?
Spyr konuna. Hann fyllur sera nógv um
veturin - 4 til 5 dagar um vikuna.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Lurti so at siga eftir øllum. Ynskiløtan er altíð
frá, tá tað ber til, har er jú sera blandað. Eg lurti
eftir øllum frá John Mogensen til Celine Dion.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
Crazy Nights hjá Kiss.
Hvussu eru tínir matvanar?
Eti tað, ið rekst framm við, men
eti so at siga ikki bomm.
Hvør er tín fyrimynd?
Abbi mín, Agnar Nielsen.
Hvat gert tú í frítíðini?
Fáist mest við okkara fyritøku 7Adventures,
síðani hondbólt, og dámi sera væl at
skjóta fugl, haru og at fiska laks.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Eg eri sera nógv við familju og vinum um summarið,
har vit antin eru við kampingvogni ella leiga summar
hús runt Føroyar, og tað dámar mær væl.
Hvør er tín lívrættur?
Ringt at siga nakað ávíst, men alt føroyskt
og so nýbakaðu bollarnir hjá konununi.
Hvørjum hyggur tú
at í sjónvarpinum?
Ongum í Kring
varpinum. Á
Televarpinum
Discovery og
National
Geographic.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Bíblian liggur í skuffuni.
Fuck tourists, fuck tourists rópti
tannáringurin, sum seldi, royndi
at selja, postkort í palestinska
Betlehem í meldurhvirluni mill
um enn eina gamla kirkju, har
sum Jesus kanska var, ja, meira at
siga kanska, kanska, varð føddur,
og bussin, sum var har.
Eingin keypti frá honum, unga
manninum, og tað fekk øðina í
hann. Kanska smurdi pápin hann
av, tá hann kom til hús við øllum
postkortunum og ongari inntøku.
Lorta turistar. Fuck tourists. Hví
selur hann ikki okkurt, sum vert
er at keypa? Kaldar øl til dømis.
Tað eru kortini ikki bara
áleypandi gøtuseljarara, sum
órógva ferðafólk har í Miðeystri.
Við lýsandi talgildum stavum
stendur Welcome to Israel hinu
megin trygdareftirlitið. Men við
passlúkurnar og við kufferta
skannaran kennir tú teg ikki
vælkomnan. Tvørturímóti.
Skikkiligastu hampafólk úr
Føroyum verða hálað til viks og
biðin um at tøma kuffertið, so
øll í langa halanum síggja, hvat
har er í.
Er hetta veruliga tú? spyrja
vápnaðu miðnámsskúlagenturnar
og hyggja í passið. Hvussu eitur
tú? Hvat gert tú ger? Nær fert tú
heim?
Vælkomin, vælkomin. Eg
meini tað.
Ein meginregla við trygdar
eftirlitum, sum eru uppfunnin
fyri at gera ferðafólki ónáðir, er,
at tað má ikki ganga ov skjótt at
ganga ígjøgnum. Tí eru ongantíð
allir skannarar mannaðir ella
allar passlúkur. Fólk, sum ferðast,
hava frí. Tey hava saktans góða
tíð at bíða.
Men skjótt gekk tað aftur
ímóti, við rúkandi ferð, í Egypta
landi gjøgnum oyðimørkina til
markið hjá lovaða landinum.
Bussførarin hevði øgiligan
skund. Kanska var hann nýgiftur
og honum longdist heim aftur til
Kairo. Seks tímar at koyra, fýra
við hansara ferð, tá hann var
sloppin av við okkum 200 metrar
og ein tíma pluss frá digitalu
welcome talvuni.
Vit koyrdu í einum fylgi,
allir bussarnir við útlendingum,
sum høvdu verið uppi á Sinai
fjallinum.
Okkara bussur byrjaði aftast.
Men eftir ein hálvan tíma vóru
vit fremst. Hann tók ein bussin
fyri og annan eftir. Fór fram um
á høvdum, har um sýnið var 100
metrar og minkaði skjótt. Tók ein
politibil við, nú hann var vinstru
megin kortini, hóast miðstrikan á
vegnum var óbrotin og ikki kám.
Anarkistisk ferðsla.
Men fremsti bussurin í kon
voyini vildi ikki sleppa okkum
framum.
Royndi fleiri ferðir, men
hin koyrdi bara út fyri hann, í
síðstu løtu sjálvandi. Hetta var jú
kappkoyring, bussrally við øllum
váða.
Men tíggjunda royndin eydn
aðist. Hann slapp framum.
Tey, sum sótu heilt har
frammi, søgdu, at hann koyrdi
130. Óført, tí bussurin var gamal.
Men vit vunnu. Tey tíggju
ferðsluboðini, who cares?
Undarligt, ja, heilt surrealist
iskt, at hoyra ein mann siga bart
út: eg havi dripið nógv fólk. Eg
síggi andlit teirra fyri mær, and
litini, beint áðrenn eg skeyt tey.
Vit vitja Taysir Abu Saada,
róptur Tass, í palestinska Jeriko.
Hann var næsti maður Arafats,
drap jødar og kristnar arabarar
fyri Arafat. Hann var sníkiskjútti.
Tass fór so til USA og gjørdist
ríkur har the american way.
Byrjaði við at vaska upp á einari
matstovu. Endaði við at eiga
gistingarhús og matstovur og
minst eina milliard. Og so bleiv
hann frelstur, sá hvíta ljósið og
alt hatta sirkusið.
Fór heim aftur at hjálpa sínum
egna fólki.
Eingin í salinum stúrsaði
við, tá hann uttan nakað segði,
at hann hevur dripið nógv fólk.
Hann kundi tað sama sagt, at
hann hevði verið til handils tann
morgunin.
Eg var tann einasti, sum hugs
aði um ein annan hópdrápsmann,
Breivik.
Og so relativt alt er. Tass
gjørdist kristin. Breivik er kristin.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Agnar Joensen
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Ítrótturin fyllir
nógv um veturin
Hondbóltsspælarin og húsavørðurin Agnar
Joensen lurtar eftir Ynskiløtuni, dámar
væl at ferðast í Føroyum, og hevur valt
hondbóltin fram um kappróður og fótbólt
Fuck tourists