Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 8 VIKUSKIFTI Bøkur Inna Törnroos inna@sosialurin.fo E. L. James – ella Erika Leonard, ið henn­ara rætta navn er – hevur starv­ ast innan sjónvarp í nógv ár, men dreym­urin hevur alla tíðina verið um at skriva bøkur. Tá ið Twilight-bøkurnar um vam­ pyrin Edward og unnustu hansara, Bellu, komu út, var E L James ein av teimum nógvu, sum skrivaðu so­kall­að fjepparafiktión um Twilight. Tað eru søgur, sum eru spunnar úr upp­runa­ søguni Twilight. Tí minna tey trý bindini í »Fifty Shades« røðini og Twilight røðin rætt­iliga nógv um hvørja aðra. Høvuðs­persónarnir hava somu familjusambond, tey eru um sama aldur, og veðurlagið er tað sama. Men tað, sum lítið verður tosað um í Twiligt, verður tess meira tosað um í »Fifty Shades« – nevniliga sex! Tað kynsliga fyllur so at siga alla bókina – og søgan er grundað á, hvussu og hvat fyri kynsligt samband, tey bæði Anastasia Steel og Christian Grey skulu hava. Sadomasochisma er afturgangandi, eftirsum stríðið í bókini er um, hvørt Anastasia skal góðtaka tey krøv, Christian hevur til hennara. Lisið fyrr Lesararnir hava í flestu førum verið sera positivir til bøkurnar. E. L. James hev­ur í samrøðum sagt frá, at kvinnur hava takkað henni fyri at bjarga teirra hjúnar­bandi, og nógv vilja hava fleiri bøkur um Christian og Anastasiu. Ummælarar hava ikki verið eins jaligir. Nógv vilja verða við, at hetta eru gamlar »Harlekin« novellir sum eru uppgrivnar og kryddaðar við sex. Ung fátøk genta hittir ríkan eldri mann, hevur man jú lisið fyrr. Eitt, sum tó er víst er, at E. L. James ánaði ikki, tá søgurnar, hon skrivaði úti á internetinum, fóru at selja yvir 35 miljónir eintøk og at verða týddar til øll heimins mál. Ein av orsøkunum til at bøkurnar eru vorðnar so væl dámdar kann vera, at tær eru skrivaðar í fyrsta persóni, og at tað er unga Anastasia, sum sigur frá. Hon nýtir ikki tað mál, ein ofta finnur í erotiskum bókmentum. Tað er eitt rættuliga »óskyldugt« málbrúk, har hon setur sína innaru gudinnu og sína undirvitsku upp ímóti hvørjum øðrum – skal, skal ikki! Nú er greitt, at filmur verður gjørdur út frá bókunum, og nú er tosið um, hvør skal hava leiklutirnar sum Anastasia og Christian. At tað má verða eitt djarvt par, ið ikki hevur nakað ímóti at vísa seg naknan, er so í øllum førum heilt víst. Ongin er so ovfarin sum høvundin sjálv, E. L. James, sum skrivaði bøkurnar »Fifty Shades« um sítt egna seksuella hugflog. Nú eru hennara bøkur seldar í fleri eintøkum enn Harry Potter og DaVinci-kotan bøkur leggja heimin niður Erotiskar Kvinna, 48 ár, gift: Eg havi lisið ta fyrstu bókina og eri nú byrjað upp á tí aðru. Tað ræðir meg, at eg tendri uppá hesar bøkurnar. Teirra sex er jú so ógvusligt, og eg eri eitt sindur spyrjandi, um eg eri eitt sindur løgin, tá eg tendri av hesum, ella um bøkurnar eru skrivaðar, so at vit kvinnur skulu tendra av teimum. Irriterandi heldur enn eggjandi Ein miljard kinesarir kunnu ikki taka feil, plagar man at siga. Eitt sindur soleiðis var tað, tá eg avgjørdi at keypa bókina »Fifty Shades – Fanget« av E. L. James. Á permuni stendur, at 35 miljón­ir eintøk eru seld av henni, og hava so nógv fólk lisið hana, má okkurt gott vera við henni – ella? Bókin er um ungu Anastasiu Steel og ríkmannin Christian Grey og teirra eggjandi parlag. Anastasia er ung og óroynd, og Christian vil hava hana at royna sado­masochismu. Har hann er tann, ið ræður, og hon tann undurgivna. Hann er ómetaliga ríkur og vakur, og hon er ein van­ligur fátækur studentur. Tey hava samlegu aftan á samlegu aftan á samlegu. Og tað, sum í byrjanini er eitt sindur kitlandi, er móti miðjuni av bókini bert irriterandi. Einastu ferð eitt nøkulunda intelligent orðalag er í bókini er, tá ið tey senda teldupost sínamillum. Tá er bókin faktiskt eitt sindur undir­hald­andi, tí Anastasia tá torir at seta teir spurn­ingar, hon so sanniliga hevur brúk fyri at fáa svar uppá. Málið í bókini er beinleiðis vánaligt. Somu orð og setningar verða endurtikin umaftur og umaftur. Talið av samlegum í bókini ber ikki til at telja (tað er alla­tíðina), men orðini fyri at lýsa eina orgasmu ella greði eru tey somu – ógvu­liga troyttandi í longdini. Eg vil ikki viðmæla, at man lesur bókina sum eina skaldsøgu út í eitt – held­ur sum erotiskan skaldskap, tá tú vilt eggjast. Eg havi bara lisið fyrsta part av teim­um trimum bøkrunum, og hjá mær steðgar tað nokk við hesi einu bókini. Ummæli