Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 57

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 9 VIKUSKIFTI Ein av orsøkunum til at bøkurnar hjá e. l. james eru vorðnar so væl dámdar kann vera, at tær eru skrivaðar í fyrsta persóni, og at tað er unga Anastasia, sum sigur frá Kvinnurøddir um »Fifty Shades – Fanget« Kvinna, 42, í parlagið Jú, eg var eitt sindur eggjað av hesum bókunum. Eg eri ikki serliga áhugað í sadomasokismu, men tað er eitt sindur kitlandi at lesa um hansara løgnu hugskot í seingjakamarinum. Eg haldi ikki, at hesar bøkurnar eru serliga væleydnaðar til ungar gentur, heldur til búnar kvinnur. Kvinna, 34 ár, gift: Eg havi lisið allar tríggjar bøkurnar á enskum. Tað er fínt tíðsfordrív. Eg kundi sveima burtur og vera forelskað í Grey eina løtu. Eg læs tær ikki við kritiskum eygum, bara av reinum huga. Allar kvinnur, sum eru undirerneraðar seksuelt og á annan hátt, fáa okkurt gott burtur úr Grey. Hann er ríkur, lekkur, intellegentur... og so er hann uppfinnsamur.