Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 10 VIKUSKIFTI Bakgrund Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Barack Obama fekk sløk tvey prosent fleiri atkvøður enn republikanski mót­ støðumaðurin Mitt Romney á ameri­ kanska forsetavalinum í vikuni. Ein rættuliga tepur sigur fyri ein sitandi for­ seta, ið ikki hevur stórvegis eyð­sýndan meiriluta, hvørki í politisku skip­anini ella millum veljaran. Úrslitið avdúkar eitt samfelag og eina kongress, sum ideologiskt eru ógvuliga polari­serað. Onkrir eygleiðarar tosa tí í hes­um døgum um tvey heilt ymisk sam­feløg – eitt progressivt og sekulert USA, sum í størri og størri mun stuðlar demo­ krat­unum. Og eitt konservativt USA, ið førkar seg longri og longri til høgru – umboðað av Tea Party rørsluni og ófrá­víkiligum lyftum um ikki at hækka skattin fyri nakran prís. Demografiskt eru tey progressivu at finna í stórbýum, millum væl útbúgvin og millum nógvar minnilutar, eitt nú latín amerikanarar. Ímeðan tey kon­ serva­tivu í størri mun eru at finna úti á land­inum og eru í størri og størri mun ein homogenur bólkur av hvítum kon­ servativum, serliga mannfólkum. Barack Obama lovaði stórar tvør­ politiskar loysnir í 2008, men hesaferð stend­ur greitt, at tað verður alt annað enn nøkur løtt uppgáva orsaka av parta­ politisku støðuni í amerikonsku kon­ gress­uni. Tí politiska tvíningin, sum í stóran mun hevur lagt amerikonsku kon­ gressina lamna – við republikonskum meiri­luta í umboðsmannatinginum og demo­kratiskum meiriluta í senatinum – var aftur staðfest á valinum hesaferð. Tví­ningin ger tað trupult hjá afturvalda for­set­anum at fáa undirtøku at fremja stór­ar reformar. Ímyndin av Barack Obama sum savnandi tvørpolitiski for­setin hevur av álvara staðið sína roynd tey fýra árini hann hevur sitið, og tað sær ikki út til, at hetta broytist í bræði. Størsta búskaparliga avbjóðingin fyri framman beint nú er »the fiscal cliff« – ella »búskaparliga heljardýpið«. Talan er um eina røð av skattalættum, ið halda uppat við endan á árinum, sam­stundis sum nógvar almennar út­reiðslur skulu skerjast nógv. Hesi kunnu samanumtikið fáa stóra ávirkan, bæði á amerikanska búskapin og heims­búskapin. Stóri spurningurin er, um Barack Obama megnar at savna klovn­aðu kongressuna um munagóðar loysnir, uttan at báðir partar eru sinn­ aðir at toyggja seg rættuliga langt ideo­ logiskt. Iran og Sýria trýsta Uttanríkispolitiskt stendur forsetin fyri stórum avbjóðingum – Sýria og Iran í Miðeystri, búskaparkreppa í Europa og handilsstríð við Kina. Ofta verður víst á, at hjá einum og hvørjum sitandi forseta vigar uttanríkispolitikkur nógv tyngri seinna valskeiðið, enn hann ger fyrra. Seinna valskeiðið er ofta veruliga høvið til at gerast »rættur statsmaður í heiminum«. Í førinum hjá Obama skund­ar tronga støðan í kongressuni eisini undir at leggja størri orku í uttan­ ríkis­politikk, tá trupult er at fáa undir­ tøku heima. Uttanríkispolitiskt hevur Barack Obama ført ein varnan hernaðarpolitikk í mun til George Bush, og partur av hans­ara image í valstríðnum í 2008 vóru lyftini um hernaðarliga afturtøku úr Irak og Afghanistan. »Leading from behind« hevur tí verið partur av hernaðar­ligu visiónini hjá Obama. USA skal ikki spæla solo, eins og tað gjørdi undir George W. Bush forseta. Men kort­ini stendur greitt, at forsetin ikki slepp­ur undan at taka støðu, eitt nú til Amerikanska kongressin er í tvíningum, uttanríkispolitiskt lúra Sýria og Iran, og fyri framman stendur »búskaparliga heljardýpið«. Afturvaldi forsetin stendur fyri ovurhondsstórum avbjóðingum, og kritiskar røddir spyrja, um hann hevur nakran møguleika at savna tjóðina, sum í dag er í ideologiskum tvíningum Obama afturvaldur hvat nú? Úrslitið avdúkar eitt samfelag og eina kongress, sum ideologiskt eru ógvuliga polariserað. Onkrir eygleiðarar tosa tí í hesum døgum um tvey heilt ymisk samfeløg