Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 59

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 11 VIKUSKIFTI atom­verk­ætlanina í Iran og harðrenda borgara­kríggið í Sýria. Eygleiðarar vísa á, at trygdarpolitiskt fær støðan í Iran helst hægstu rað­ fest­ing komandi tíðina. Tí at so hvørt iranska atomverkætlanin tekur seg longur fram, verður trýstið á ameri­ kanska forsetan um at fremja ítøkiligar at­gerðir mótvegis landinum størri, sam­ stundis sum útsøgnirnar hjá Ísrael um sjálvstøðugar hernaðarligar atgerðir mótvegis Iran leggja stórt trýst á Obama til ítøkuliga støðutakanir. Obama hevur eisini aftrað seg við ítøkiligum stigum at útvega mótstøðuni í Sýria vápn, ikki minst tí, at hann framm­um republikonsku mótstøðuna áður hevur givið stór lyftir um at enda ameri­konsk kríggj í miðeystri. Men sam­bært eygleiðarum verður torførari og tor­førari at rættvísgera fráveru í Sýria orsaka av ógvusligu sivilu av­ leið­ingunum og høgu deyðstølunum. Sam­stundis sum vandi er fyri, at granna­londini eisini gerast partur av stríð­num. Europa eftirlýsir business Barack Obama er væl umtóktur í Europa, hava hópin av meiningakanningum stað­fest. Partur av frágreiðingini er helst, at boð­skapurin hjá sitandi amerikanska for­setanum í ávísan mun avspeglar frælslyntu sosialu virðini, sum leingi hava eyðkent sosialdemokratiskan politikk í Europa. Men eftirlýsingin frá fleiri politiskum leiðarum í Europa eru betri handils- og tollavtalir millum ES og USA. Slíkar avtalur vildu økt nógv um transatlantiska handilin. Tí sam­ stundis sum amerikanskir politikarar eru atfinningarsamir mótvegis spari­ pakk­unum í nógvum europeiskum lond­um stendur greitt, at amerikanski marknaðurin telst millum størstu út­ flutningsmarknaðir fyri europeiskar vørur. Í einari grein í New York Times var fyri stuttum avdúkað, at nógvir vinnu­ lívs­leiðarar í Europa høvdu vónað, at Mitt Romney sat við róðrið komandi fýra árini. Frágreiðingin eru lyftini um at endur­reisa amerikanska kapitalismu og vinnu­ligt frælsi. Við lágum skatta­ trýsti og minni reguleringum lovaðu republikan­arar sum kunnugt at fáa gongd á amerikanska búskapin, sum aftur skuldi gerast heimsbúskaparliga loko­motivið – eisini fyri europeiska fram­leiðslu. Kritikkurin mótvegis sitandi stjórn í USA er, at hon leggur størri dent á at skipa handilsavtalur við latínamerika og asiat­isku londini frammum Europa. Men í ver­andi løtu er størsti óttin áður­ nevnda »fiscal cliff«, ið kann elva til stórar almennar sparingar í USA. Hesar vildu sum kunnugt eisini rakt euro­pe­ iskar veitarar av vørum og tænastum til almenna sektorin í USA meint. Ráðandi logikkurin í amerikonskum handilspolitikki, í hvussu er retoriskt, er frælsur handil við allan heim. Tað hevur verið gott latín bæði í republikonskum og demokratiskum samanhangum. Men júst hvussu politiska skipanin í USA raðfestir, hevur týdning fyri úrvaldar ídnaðir í Europa. Eitt nú hevur Obama lovað at menna grøna orku, ið eisini kemur grønum europeiskum veitarum til fyrimuns. Eitt nú hevur danska fyritøkan Vestas verið havd á lofti. Leiðandi búskapargreinarin hjá donsku Mærsk fyritøkuni segði í eini samrøðu við Danmarks Radio, beint eftir at úrslitið av forsetavalinum var kunngjørt, at fyri eina slíka altjóða fyri­ tøku sum Mærsk hava frælsur handil og stabilitetur størsta týdningin. Tað ræður um at vita, hvør politikkur er ráð­andi til einhvørja tíð, og ov stórar broyt­ingar eru ikki altíð ynskiligar, legði hann dent á. Republikanst comeback? Men samstundis sum at tað stendur greitt, at Barack Obama er forseti í ein­um ógvuliga polariseraðum landi, standa republikanarar av álvara eftir við svarta­peri. Amerikanskir eygleiðarar vísa á, at republikanski flokkurin ikki hevur nakran greiðan leiðara at stilla upp ímóti demokratunum í 2016, sam­ stundis sum at flokkurin sjálvur er við at fara í tvíningar – við einum meiri moderat­um vongi og einum nógv meiri kon­serva­tivum vongi, eitt nú umboða við Tea Party rørsluni. Í verandi løtu er talan tí um ein vikn­andi flokk sum ikki gongur í takt. Orsøkin til, at úrslitið hóast alt var so frægt hesaferð, var helst tronga bú­ skapar­støðan og arbeiðsloysið, og ikki per­són­urin Mitt Romney sum soleiðis, hava fleiri víst á. Analytikarar vísa á, at partur av frágreiðingini uppá sigurin hjá Obama er, at USA er ávegis at gerast eitt nógv meiri demografiskt fjølbroytt samfelag, enn siðbundu virðini hjá republi­kanurunum kunnu borga fyri. Eitt nú hevur Barack Obama lagt nógv fyri at vinna latínamerikonsku at­kvøður­nar í sín lut við at lova opnari immigratiónslógir, ímeðan Mitt Romney stygdi nógvar latínamerikanarar burtur við einum strangari retorikki á immigratiónsøkinum. Latín­ameri­ kanarar eru sum kunnugt vorðnir eitt týðandi veljarasegment. Eygleiðarar vísa á, at republikanski flokkurin, fyri í nóg stóran at skilja seg frá demo­krat­ unum, fór so langt til høgru, at nógvir moderatir veljarar á miðjuni valdu Obama ístaðin. Kritikkurin mótvegis sitandi stjórn í USA er, at hon leggur størri dent á at skipa handilsavtalur við latínamerika og asiatisku londini frammum Europa Júst hvussu politiska skipanin í USA raðfestir, hevur týdning fyri úrvaldar ídnaðir í Europa. Eitt nú hevur Obama lovað at menna grøna orku, ið eisini verður grønum europeiskum veitarum til fyrimuns. Eitt nú hevur danska fyritøkan Vestas verið havd á lofti.