fríggjadagur 9. november 2012síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 2. november 2012
14
VIKUSKIFTI
Dagurin
november11.
Tað eru kanska fleiri enn 20 ár síðani, at Demi Moore veruliga livdi
upp til heitið sum tann besta á hvíta løriftinum. Men betur enn
tey flestu dugir hon at branda seg sjálva, og framvegis er hon
javnan at síggja á undirhaldssíðunum hjá tabloid-pressuni
Dýrasta
Friður við Franco
Tann 11. november 1950 góðtekur Francisco Franco eina
vápnahvíld, sum ber við sær, at hann ikki longur roynir at
hertaka Gibraltar. Franco vann sær hernaðarligt einaræði í
Spania, og hann ætlaði sær eisini lítlu hálvoynna, sum er syðst
á spanska meginlandinum. Hetta eydnaðist tó ongantíð, og enn
í dag er Gibraltar partur av ensku krúnuni.
Lennon argar
Tann 11. november 1968 kom fyrsta útgávan hjá John Lennon og
Yoko Ono. Útgávan bar heitið Unfinished Music No.1, og var hon úrslit
av einum tónleikaeksperimentið, sum tey bæði høvdu gjørt gjøgnum
eina nátt. Og teimum báðum so líkt, so argaðu tey eisini hópin av fólki
við útgávuni. Ikki minst tí perman á húsanum var ein mynd av nakna
parinum, meðan baksíðan var sama mynd – tó tikin aftanífrá.
Filmur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Meira enn nakað, so snýr Hollywood
seg um kynstrið at selja seg sjálvan. Í
riðlinum av stórum stjørnunøvnum er
skjótt, at títt egna navn dettur burtur,
og tá kann verða trupult at vinna seg
upp aftur úr mongdini.
Eingin ivi er um, at føðingardags
barnið hesaferð dugir nevnda kynstur.
Frá teirri løtu, at fólk fyrstu ferð varn
aðust hana á hvíta løriftinum, hevur
Demi Moore argað, bergtikið og meitlað
seg fasta í sálina hjá filmsídnaðinum.
Leyg um aldurin
Málið var at gerast kend, og tí ivaðist
hon ikki, tá hon fekk møguleikan at
verða avmyndað nakin í Oui Magazine.
Tá blaðið kom á gøtuna, var Moore 17
ár, men sjálv sigur hon, at hon bert var
16, tá myndirnar vórðu tiknar.
– Eg var farin úr skúlanum við tí fyri
eyga at vinna meg fram. Og ein finta
í hesum var at lúgva um mín aldur, tá
tey spurdu, um eg var 18, so sum kravið
var, hevur Demi More síðani sagt.
Myndirnar av naknu Demi Moore
hava síðani ferðast víða um allan
heimin, men tað var við livandi
myndum framman fyri upptøkutólum
– og ikki teimum stillu framman fyri
myndatólinum – at Demi Moore
gjørdist kend.
Longu í ’81 fekk hon fyrsta lítla leik
lutin í eini sjónvarpsrøð. Hon gjørdi al
samt meira um seg, og tá hon hevði ein
týðandi leiklut (Jules) í St. Elmo’s Fire,
varð kósin sett móti stjørnunum.
Heilt stóra gjøgnumbrotið kom, tá
hon saman við Patrick Swayze hevði
høvuðsleiklutin í Ghost. Filmurin
var tann mest sýndi yvir høvur hetta
árið. Kørleiksscenan við Swayze, tá
Unchained Melody ljómar í bakgrundini,
gjørdist ímyndin av størstu kvinnuligu
stjørnuni í Hollywood, og tá Oscar-
virðislønirnar skuldu handast hetta
sama árið, stóð Moore fremst í røðini.
Dýr og vánalig
Næstu árini var tað eingin yvir og eingin
við síðunar av Demi Moore. Merkisvert
er, at meðan filmsummælarar sjáldan
høvdu nakað gott at bera henni, so
var hon nærum garantur fyri framúr
vitjunartølum til bio-sýningarnar. Fyrst
og fremst, tí hon dugdi framúr væl at
selja seg sjálva. Bæði við at vísa seg á
røttu støðum til rætta tíð, og eisini tí
hjúnarbandið við Bruce Willis avgjørt
eisini var nakað, sum littu bløðini
dámdu at skriva um.
Í 1996 setti hon øll met, tá hon fekk
ikki minni enn $12,5 mió fyri at spæla
leiklutin sum Erin Grant í Striptease.
Yvir ein kamb vóru ummælini vánalig,
men um allan heim streymaðu bio-
gestirnir at síggja toppleysu Demi
Moore dansa. Meira enn eitt meistara
verk hjá filmsframleiðarunum, so var
talan um meistaraverk hjá Moore, sum
aftur her vísti hegnið at selja seg sjálva.
Veruleikin er nevnliga, at hon – um
framt myndirnar í Oui – hevði átta
scenur, har hon hevði víst seg uttan
topp. Men hóast veruleikan var tað at
rokna sum nærum heimssensatión, tá
Striptease kom í Bio-høllirnar.
Einastu »heiðurslønirnar«, sum
Moore fekk fyri leiklutin, var, at hon
varð vald sum vánaligasti sjónleikarinna
og sum partur av vánaligasti parið
(saman við Burt Reynolds) av Golden
Raspberrys, men líka legði Moore í.
Krúnrakað stóð hon aftur ovast á
listanum hjá Raspberys, tá hon tvey
ár seinni hevði høvuðsleiklutin í G.I.
Jane. Aftur vóru filmsummælararnir
á einum máli um, at filmurin og leik
listin var vánalig. Og aftur tustu fólk í
bio-høllirnar. Hesa ferð fyri at síggja
Moore í eini tough-bitch útgávu sum
herkvinna, ið var harðari enn allir
harðir hálsar tilsamans.
Tekkist lesarum
Síðani hevur tað verið meira friðarligt
kring Moore. Í øllum førum, tá umræðu
leiklutir á hvíta løriftinum. Hon var
tó aktuel við Charlie’s Angels: Full
Throttle, har hon spældi Madison Lee,
og við triðu »virðislønini« hjá Golden
Raspberry vísti hon seg enn einaferð
sum hon, ið filmsummælarar elska at
hata.
Og so sanniliga hevur hon eisini
hildið fast um leiklutin sum tann, ið
fólk elska at lesa um. Er ein stór veitsla
í Hollywood er einki so vist, sum at
Moore nýtir høvið til at vísa seg í bæði
vøkrum og frekum kjólum. Og eins vist
er tað, at myndamenninir standa klárir
við blitzunum, tá hon traðkar á reyða
teppið. Nú hon sunnudagin fer um tey
fimmti, er hon framvegis millum tey
dýrastu í Hollywood. Mett verður, at
bankabókin stendur í níggi-siffraðum
dollaratølum, og tí hevur hon neyvan
fyri neyðini at finna sær nýggjar
leiklutir. Men sjálv hevur hon ongan tíð
gjørt nakað fyri avsanna, at hon aftur
skal nýtast sum høvuðssúla, tá nýggj
bio-hitt skulu framleiðast.
brand í Hollywood