Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 15 VIKUSKIFTI Eitt er, at filmsframleiðarar væl vistu, hvussu nógv Demi Moore var verd, tá filmir skuldu gerast í 90’unum. Annað var, at Moore sjálv væl og virðiliga eisini visti, hvat hon var verd. Og sum ein verulig primadonna, so var hon heldur ikki bangin fyri at seta treytir fyri, hvussu hon vildi arbeiða. Eitt nú kravdi hon, at tvey flogfør skuldu standa til reiðar til hana og fylgi henn­ara, tá G.I. Jane varð tikin upp. Og tá henni stóð í boði høvuðsleiklutin í While You Were Sleeping, segði hon nei, tí hon helt ikki, at lønin fyri ómakin var nóg góð. Hetta fekk films­fram­leið­ ar­arnar til at kalla hana Gimme Moore. Uttan fyri bio-høllirnar hevur Moore eisini roynt seg sum vinnulívskvinna. Eitt nú var hon við til at stovna Planet Hollywood-ketuna saman við eitt nú Sylvester Stallone og fyrrverandi manni sínum, Bruce Willis. Í fjør vísti hon tó, at hon eisini kann lata pening, tá hon var við til at seta á stovn ein non-profit felagsskap, har endamálið er at forða fyri prostitutión millum børn. Gimme Moore Russiski risin Fyodor Dostoyevsky, sum av teimum flestu verður roknaður sum ein tann mætasti høvundurin í heimssøguni, varð borin í heim 11. november 1821. Hann var kanska ikki tann mest produktivi av øllum, men verk hansara standa enn í dag sum varðar, ið lýsa á samtíðarsøgu okkara, hóast varðarnir vórðu skrivaðir fyri hálvtannaðhundrað árum síðani. Ikki minst tí Dosoyevsky í stóran mun nýtir sálarfrøðina sum grundarlag í skriving sínari, og á tann hátt rakar eina grundleggjandi ímynd av menniskjanum. Titanic-sjeikurin Leonardo DiCaprio varð borin í heim 11. november 1974. Hann hevur havt leiklutir í nógvum filmum gjøgnum árini, men eingin ivi er um, at stóra gjøgnumbrotið kom í 1997, tá hann saman við Kate Winslet hevði høvuðsleiklut í Titanic. Hann hevur støðugt hildið sær á tindunum, og higar til seinasti stóri leikluturin var í fjør, tá hann spældi leiklutin sum J. Edgar Hoover í filminum J. Edgar. – Eg fór inn í biografin sum sjeikurin hjá Grace Jones. Men tá eg kom útaftur, var tað sum Dolph Lundgren, hevur Lundgren sjálvur sagt um bio-frumsýningina av Rocky IV, sum fullkomuliga broytti lív hansara