Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-09, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2012síða 64

‹ fyrra síða allar 64 síður

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 2. november 2012 Koyrd heim kanska? 200 koyrd í Danske Bank Sosialurin Duga tær at lesa? Maskinur fara at skilja postin Dimma Tað verður turt! EM í svimjing 2013 verður hildið á danskari jørð TV-avísin hjá DR Bara tey ikki fáa láturkrampa Stuttligari at búgva í Havn Sosialurin Juhu! X- Factor dómari er bergtikin av føroyingum Planet.fo Og er kaldur og hvítur! Kavi kostar Dimma Í ranga strúpan Rás2 í Klaksvík Kommunvalið setir dám á sendingina Leygarkvøld í Klaksvík, sum Rás2 sendir úr Klaksvík hetta vikuskiftið. Valevni fara at kjakast, nú kommunuvalið bert er nakrar fáar dagar burtur. Eisini verður livandi tónleikur, list og samrøður. Leygarkvøld í Klaksvík Rás2 Leygarkvøldið 10/11 kl. 20.00 Hátíðarhalda Jens Paula Mánakvøldið verður hátíðarhald í Norður­ landahúsinum í sam­bandi við 80 ára føðingar­dagin hjá rit­høvundanum Jens Paula Heinesen, sum doyði í fjørsummar. Høvundin verður heiðr­aður við at varpa ljós á skaldskap hansara við framsýningum, mynda- og filmssýning, tónleiki og bókasølu. Jens Pauli Heinesen 80 Norðurlandahúsið Mánakvøldið 12/11 frá kl. 17.00 Elton John fríkendur fyri stuldur Tað kemur javnan fyri, at kendir tónleikarar verða lagdir undir at hava stolið tónleik. Nú um dagarnar varð bretski tónleikarin Elton John fríkendur fyri at hava stolið stóra 80’ara hittið Nikita. Ein ókendur amerikanskur sangskrivari, Guy Hobbs, hevði annars drigið Elton John í rættin, tí hann tvíhelt um, at Elton John hevði stolið tekstin frá honum. Dómarin í málinum fríkendi Elton John og helt, at pástandurin hjá Hobbs var slutur. »Tað ganga nokk tvær vikur til nøkur nýggj KÍ tíðindir verða at frætta. Tí meginparturin av persónunum í KÍ leiðsluni eru uppstillaðir til býráðsvalið og sum skilst verður nevndararbeiðið og valstríðið ikki blandað saman komandi 10 dagarnar«. Norðlýsið »Tað er keðiligt, tá ið alt er so planlagt. Tú veist hatta her »hey, lat okkum hittast og eta saman um tveir mánaðir«. Har taki eg meira eitt ting í senn. Og tað havi eg helst við mær úr Føroyum«. Teitur Lassen í samrøðu við danska blaðið Gaffa Eg eri sera heppin at hava ein góðan plastikk­ skurðlækna Sharon Osbourne um sína útsjónd baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein Tað stendur hvørjum einstøkum skattaborgarar í landinum í boði at gjalda ein triðing minni í skatti, enn hann longu framman undan ger (...) Hetta kann gerast, um vit lata rættvísina ráða og taka leigugjald frá teimum reiðarum og alarum, sum fáa vinnurætt til landsins felags tilfeingi. Uttan at tað skalar fiskivinnuna tað allarminsta – heldur tvørtur ímóti Búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson í bloggi