Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Ein stórur partur av teimum føroysku børnunum eta ov ósunnan mat, tá tey verða ansað á dag­stovnunum. Tað vísir ein kanning, sum kost­ frøð­ingarnir Gyða í Gongini og Snorri Paturs­son hava gjørt fyri Fólkaheilsu­ráðið. Sambært kann­ing­ini fáa børnini alt ov nógv sukur og ikki nóg mikið av full­korns­ vørum, tá tey eta millummála. Harafturat borðreiða fæstu dagstovnarnir grønmeti fyri børn­unum. – Tað er óheppið, at børn­ ini fáa so nógv sukur á dag­ stovn­unum, tí tað tekur pláss­ið frá fullkornsvørum og grønmeti, sum mettar bet­ur. Tað er vælsaktans held­ur ikki uppgávan hjá al­ menn­um stovnum at geva børn­unum »sukurbumbur« til millum­mála, sigur Snorri Patursson. Sukurkvotan stýrast heimanfrá Á meginpartinum av dag­ stovn­unum, sum hava verið við í kanningini, verða ymisk sløg av køkum bakaðar til børnini. – Fleiri av dagstovnunum borðreiða javnan við eitt nú pannukøkum, vaflum, køkum, sukurjogurt og tílíkum, sigur Snorri Patursson. Hann leggur stóran dent á, at sukur ikki eigur at vera forboðið á dagstovnum, men ístaðin eigur nøgdin av sukri at verða tálmað. – Almennu stovnarnir eiga at minka um sukurnýtsluna. Ikki forbjóða. Tað snýr seg um nøgdina og góðskuna á tí søtmetinum, sum børnini fáa, sigur Snorri Patursson. Hann heldur tað vera týdn­ ingarmikið, at for­eldur sjálvi kunnu stýra sukurnýtsluna hjá børnunum. Hetta skal ikki skiljast sum at børnini ikki kunnu halda føðingardagar við køku og øðrum søtum á dag­stovnunum. – Sjálvandi skulu tey hugna sær, tá føðingardagur er á stovuni. Men eg haldi, at tað sum heild er týdningar­ mikið, at børn læra at njóta tað søta, og at tað bert verður etið til serlig høvi, greiðir Snorri Patursson og leggur afturat: – Ikki bert á dagstovnum men eisini aðrastaðni eiga vit at fara frá at seta hugna í sam­band við køkur og góð­ gæti, heldur Snorri Paturs­ son. – Tað er als ikki tí, at nú skulu frukt og grønmetisspjót gerast hvønn dag. Eg eri eis­ ini vælvitandi um, at hetta er ikki nøkur løtt uppgáva. Tað snýr seg í stóran mun um van­ar, og hvat vit sum vaksin eru von við. Ov nógvir hvítir bollar Sambært kanningini fylla full­kornsvørur ov lítið í før­ oysku dagstovnunum. Hetta hongur saman við, at børnini ofta ístaðin fáa okkurt søtt at eta. – Trupulleikin er sum heild, at vit stimbra ov nógv tann søta smakkin í mun til hin­ar. Tað er alneyðugt at leggja dent á hetta, ser­ liga tá hugsað verður um vaks­andi trupul­leikan við eitt nú ovurfiti og ikki minst diabetes, sigur Snorri Patursson. – Kanningin vísir mill­um annað, at børnini á dag­stovn­ unum javnan fáa bollar við hveitimjøli. Her hevði verið ynskiligt, at borðreitt bleiv við fullkornsbollum ístaðin, sigur Snorri Patursson og held­ur fram: – Endamálið við at eta millummála er at halda blóð­sukrinum støðugt og Barnagarðsbørn Kostur Alt ov nógv sukur og ov lítið fullkorn og grønmeti. Tað er niðurstøðan í eini kostkanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt í dagstovnum kring landið. – Hugni á dagstovnunum eigur ikki at merkja tað sama sum køkur, vaflur og pannukøkur, sigur ein av kostfrøðingunum handan kanningina Millummáli • 21 av 21 bjóða millummála • Frukt, cornflakes, havragrýn, rugfras, havragreyt, rísgreyt, grønmetisstavar, saltstengur, spagetti v. kettjup, bollar, rákost, brakbreyð, skorpur, rugbreyð, blakstampur (t.d. summarskál), budingur, pasta, søtt jogurt (jogurt við súltaðari frukt), reint jogurt, ovnkips og pulvursuppur, fruktsuppur, rosinur, keks (Kornmo, Kaptajn, rískeks, Tuc) og súrgaða mjólk • 2 av 21 bjóða ovnkips til millummála • 1 av 21 bjóða ovnbakaðar rót­ fruktir til millummála Bakstur • 19 av 21 baka bollar hvørja viku • 18 av 21 baka køkur • 8 av 21: 1ferð um mánaðin, 3 av 21: 14. hvønn dag og 7 av 21: 1 ferð um vikuna • 2 av 21 baka ikki køkur á stovninum Grønmeti • Gularøtur, agurkur, piparfruktir, hvítkál, blómkál, brokkoli, epli og ymiskar rótfruktir • 1 av 21 bjóða ovnbakaðar rótfruktir til millummála • 1 av 21 bjóða ovnbakað epli til millummála • Flestallir nýttu einans gularøtur og agurkur Nøkur av úrslitunum frá kanningini: Tilvildarlig savnsmynd