mánadagur 12. november 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
samstundis metta. Og tá eru
fullkornsvørur eitt gott val,
sigur Snorri Patursson.
Ein av orsøkunum, til at
máltíðirnar, sum dagstovn
arnir borðreiða fyri børn
unum, eiga at vera heilsugóð
ar, er, at maturin, sum barnið
fær á stovni, kann ávirka
matpakkan, sum barnið hev
ur við heimanfrá.
– Tað vísir seg, at fáa
børnini eitt nú heilsugóðan
millummála á dagstovninum,
so kann tað eggja til heilsu
betri val, tá foreldur gera
matpakkar til børnini, sigur
Snorri Patursson.
Grønmeti kann
vera millummáli
Umframt
stórar
sukur
mongdir og ov lítið fullkorn
vísir kanningin hjá Fólka
heilsuráðnum, at børn eta
ov lítið grønmeti, meðan tey
eru á stovni. Og í tí liggur ein
trupulleiki, tí ein stórur part
ur av gerandiskostinum hjá
børnum verður etin, meðan
tey eru á stovni.
– Vit vita, at tað, sum vit
eta í barnaárunum, hevur
ávirkan á, hvat vit eta sum
vaksin. Grønmeti er ein
týdningarmikil partur av
teimum 8 kostráðunum, og
eru fólk von við at eta grøn
meti frá barnsbeini av, fara
tey mest sannlíkt eisini at
eta tað sum vaksin, greiðir
Snorri Patursson frá.
Hann heldur, at ikki bert
dagstovnarnir men eisini
foreldur hava lyndi til at
halda tað vera trupult og
tíðarkrevjandi at skula borð
reiða grønmeti fyri børnum.
– Tað er rættiliga harmiligt,
at hugsunarhátturin er so
leiðis, hvat í grønmeti við
víkur, tí tað nýtist ikki at vera
møðsamt. Gev barninum nøk
ur leys mais og grønertrar í
einum koppi – tað er ein ein
faldur og stuttligur máti at
eta grønmeti. Tað snýr seg
um at hugsa kreativt, sigur
Snorri Patursson.
Sambært Snorra Paturs
son hevur kanningin stað
fest, at matvanarnir á før
oysku dagstovnunum kunnu
gerast betri.
– Við kanningini hava vit
sæð, at tørvur er á, at halda
fram við hesum arbeiðinum,
so at dagstovnarnir kring
landið fáa ein felags leist, so
leiðis at børnini fáa heilsu
góðan mat, og dagstovnarnir
fáa umstøður at menna
heilsugóðar matvanar, sigur
Snorri Patursson. Kanningin
er send til almennu myndug
leikarnar fyri at gera vart við
matvanarnar á dagstovn
unum.
– Vit halda, at dagstovn
arnir eiga at brúka pening
uppá heilsugóðan kost held
ur enn køkur og annað søtt,
sigur Snorri Patursson.
rannva@sosialurin.fo
eta ov ósunt
Kostfrøðingarnir hjá Fólka
heilsuráðnum hava havt sam
røður við stovnsleiðarar og
starvsfólk á 21 dagstovnum
í Sandoynni, Suðuroynni,
Eysturoynni, Streymoynni
og í Vágum. Endamálið við
samrøðunum var at kanna,
hvat stovnarnir bjóða
børnunum til matna, og um
tey nýta tey 8 kostráðini
í teirra dagliga arbeiði.
Harumframt góvu kostfrøð
ingarnir ráð og íblástur til
heilsugóðan kost, ið fyrst
og fremst gevur mettuna.
Samanumtikið fylgdu dag
stovnarnir ikki almennu
tilráðingunum, t.e. teimum
8 kostráðunum. Sum heild
varð nýtt ov nógv sukur, ov
lítið fullkorn og grønmeti
í gerandisdegnum.
Tað er stórur tørvur og
áhugi á dagstovnunum á at
fáa íblástur, kunnleika og
førleika til – á ein einfaldan
og bíligan hátt – at bjóða
børnunum heilsugóðan kost.
Góð ráð um mat og
matvanar hjá børnum:
• Hugsa einfalt og legg teg eftir
at raðfesta mat,korn, rótasløg og
aðrar rávørur úr nærumhvørvinum,
• Keyp og et árstíðarinnar frukt
og grønmeti. Við øðrum orðum
føðsluríkari mat og mat, ið liggur
leingi og væl á.
Dømi uppá millum-
málar í eini viku:
• Fullkornsbakstur
• Ymiskt grønmeti
• Bakað rótasløg og/ella epli
• Blanda fruktfat og nøtur
• Súpan ella greytur
Um kanningina: