Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Viðurskiftini millum Pidda og fyrrverandi konuna var turbu­lent, sum hon málbar seg í rættinum í morgun. Sam­skiftið var lítið teirra mill­um, og gekk mest um­veg­ is móður hansara. Tað er fyrrverandi kona Pidda, sum verður avhoyrd í rættinum ík dag, og hon hev­ ur valt at hava Jógvan Bæk, sálarfrøðing, við sær í rætti­ num. Hon greiddi frá, hvussu hon og ákærdi kroatin hitt­ ust. Tað var á Facebook at byrja við, men hann elti hana eisini í bili, og tað helt hon var rættiliga ótespiligt. Men tey møttust so, og hon gjørd­ ist skotin í honum. Hon greiddi frá, at hann hevði sagt sær, at hann hevði eini hús í Split við ein­um hjartafrormaðum svimji­hyli, og at hann átti jørð har, sum hann ætlaði at selja. Pen­ing­ urin skuldi koma teimum til góða. Hon greiddi eisini frá, hvussu hann vildi hava børn­ini hjá Pidda og konuni at kalla seg fyri babba, men har mutaði hon ímóti og vísti á, at børnini høvdu ein pápa. Einaferð í august hoyrir kona Pidda, at eini hús á Mýra­vegi møguliga verða til sølu, samstundis sum Piddi og konan togast um felags hús­ini á Gerðisvegi. Hon tosar við ákærda um hesi húsini, og hann líkasum yvir­tek­ur málið. Sambært vitninum billar hann henni inn, at stjórin á Bakka­frost, Regin Jacobsen, onkus­vegna er í familju við tey, sum eiga húsini á Mýravegi, og at tað er gjøg­ num Regin, at hann fær hús­ ini. Ákærdi fortelur eisini unnu­stu­ni, at hann hevur ver­ið í bankanum, og at eitt lán er fingið til vega. Hann sig­ur seg hava gjørt avtalu við Regin Jacobsen, um at draga eina fasta upphædd av lønini at gjalda lánið aftur við. Fekk lykil til húsini Ákærdi kroatin hevði eina­ ferð keypt eitt sera flott og dýrt ur, og tað skuldi vera ein gáva til Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Hetta ur­ ið hevði hann víst unnustuni, og hendan gávan skuldi gev­ast sum ein tøkk fyri, at handilin við húsunum á Mýra­vegi var komin undir land. Men sambært unnustuni vil­di Regin Jacobsen ikki taka ímóti hesum urinum, og sein­ni skuldi tað eisini vísa seg, at handilin við húsunum á Mýravegi var farin í vaski. So nógv trúði unnustan upp á, at hesi húsinik skuldu gerast teirra, at tey bæði vóru í Havn at bíleggja møblar til hús­ini. Í Pier bíløgdu tey fyri einar 30.000 krónur, og møbl­ar og sengur til børnini vórðu bíløgd í Skemmuni fyri ein­ar 10.000 krónur. Hesir ordrar vóru skriv­ að­ir í navninum á ákærda og við bústaði á Mýravegi 17. Tað kom eisini hartil, at ákær­di segði seg hava fingið lykil til húsini á Mýravegi, og ein ávísan dag skuldi unnu­s­ tan so fáa lykilin og fara inn í húsini at hyggja. Sakførarin, ið ákærdi segði skuldi koma fram við við lyklinum, kom ikki fram, men so fekk unnustan ein lykil frá ákærda. Hesin lykilin vísti seg tó ikki at passa í nakað av lás­ unum, hvørki í høvuðs­dyrn­ar ella tær báðar kjallaradyrnar. So tað var ein snópin unnus­ta, sum mátti fara av­ stað sum av torvheiðum. Nú bar ákæsdi seg so und­ an við, at ein ávísur sonur hjá teim­um, ið áttu húsini, hevði lagt seg í vegin, og tað var tí, at handilin var farin fyri bakka. Gerðisvegur aktuellur Tá nú húsini á Mýravegi ikki longur eru ein møguleiki, verða eyguni vend móti húsu­num á Gerðisvegi, sum enn liggja í skiftinum. Fyrrverandi kona Pidda hevði fingið í boði at fáa 115.000 krónur fyri at lata hennara part av húsunum til Pidda, men hesum tekur hon ikki av. Í staðin bjóðar hon Pidda sama tilboð. Eisini hendan handilin tek­ur ákærdi úr honsunum á heni so at siga, og hann bill­ar henni inn, at hann og sakførari hansara hava fing­ ið handilin í lag, og at Piddi skal vera úti úr húsunum 1. nov­em­ber. Men tá 1. november kem­ ur, er Piddi framvegis í húsu­ num. Hon hevði annars skilt á lagnum, at Piddi flutti út um mið­dagin 1. november, og at hann skuldi flyta til Fugla­ fjarð­ar. Men um 19.00-tíðina koyr­ ir unnustan fram við húsu­ num og sær, at har framvegis er ljós inni. Ákærdi hevði annars sagt, at um Piddi ikki var úti 1. november, skuldi politi­ið tveita hann út. Hann bilti eisini unnu­st­ uni inn, at Piddi var komin inn í húsini aftur við at bróta ein rút, men hetta kundi hon við egnum eygum sanna, at so var ikki. Heldur ikki var lásið skift, sum ákærdi ann­ ars hevði sagt henni. Svav heima Ákærdi hevði eisini sagt unnust­uni, at hann skuldi hitt­ast við Pidda hendan hós­dag­in, 3. november. Báðir skuldu hava hvør sín sak­ førara við eins og »Big Boss« eisini skuldi taka lut í hesum fundi­n­um. Big Boss fataði unnustan so­leiðis, at talan var um onkr­an høgtstandandi per­ són frá skiftirættinum. Hon avsannaði, at hon hevði verið í húsunum hend­ an fríggjadagin og segði, at hon fyrstu ferð var inni í húsu­num leygarmorgunin. Hon greiddi frá, at ákærdi segði seg skula taka tað ring­ as­ta upp fríggjadagin, og at hann somuleiðis skuldi um­ væla oljufýringina hendan dag­in. Ákærdi hevur annars greitt frá, at hann brúk­ti meginpartin av leygar­deg­ num at umvæla olju­fýr­ing­ ina. Somuleiðis kom fram fyrra­partin, at ákærdi ikki svav í húsunum hjá unnu­ stu­ni, men svav heima hjá sær sjálvum. Hetta høvdu dótt­urin og unnustan tosað um eftir, at ákærdi var hand­ tik­in. Tað kom somuleiðis fram, at ákærdi ikki hevði grett eitt orð um, at Skodabilurin var stol­in hesa fríggjanáttina. Avhoyringin av unnu­st­ uni, sum í rættinum í morg­ un staðfesti, at tey bæði ikki eru par longur, heldur fram seinna­partin. Ákærdi einki alibi fríggjanáttina Tað kom fram á rættarfundinum í morgun, tá fyrrverandi kona Pidda varð avhoyrd, at ákærdi maðurin ikki svav hjá unnustuni fríggjanáttina, tá ákæruvaldið metir, at ákærdi hevur beint fyri Pidda Verjin spyr tann ákærda, ákærin lurtar