mánadagur 12. november 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Fleksibul
barnaansing,
eisini parttíð
Hundavinur
í Javnaðar
flokkinum
Jógvan Poulsen
valevni á lista A
Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins
í Tórshavnar kommunu
Heðin Mortensen
Góða forkvinna, góðu peda
gogar, góðu limir, gott kvøld
øll somul.
Lat meg fyrst siga, eg havi
glett meg sera nógv til hesa
veitslu. Tit pedagogar eru
festlig og lívlig, og tí kann
hetta ikki blíva til annað enn
ein super veitsla. Og í kvøld
eri eg í veitsluhýri!
Men eg má loyva mær
eisini taka nakað meira ál
varsamt upp við tykkum í
kvøld, nú felagið leggur so
harðliga eftir kommununum
– og ikki minst mær – um
fyrireikingartíðina. Hetta er
einasta høvið eg havi, men eg
skal gera skjótt av.
Í einum av yrkingunum
hjá Poul F, sum Hanus
Johansen hevur sett lag til,
sigur hann: “Tú lovaði væl,
men hygg nú tín gerð”.
Hetta kom mær til hugs,
tá ið eg fyrireikaði, ja, fyri
reikaði,
hesa
røðuna
at
heiðra pedagogfelagnum og
tykkum á tríati ára degnum.
Tí beint tá hevði Maud,
forkvinna í Pedagogfelag
num, sent mær eina almenna
heilsan á Vágaportalin, har
hon við stórum stavum vísti
á, at Heðin undir verkfalli
num hevði lovað væl, men
at gerðirnar livdu ikki upp
til hetta.
Og her var tað serliga fyri
reikingartíðina, sum Maud
sipaði til.
Eg skal venda aftur til
hetta um eina løtu. Eg fari
fyrst sum umboð fyri Kom
munusamskipan
Føroya,
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið og sjálvsagt eisini
sum borgarstjóri í Tórshavn
ar kommunu at ynskja Peda
gogfelagnum hjartaliga til
lukku við 30 ára degnum.
Pedagogfelagið
er
við
sínum 2.000 limum millum
størstu og týdningarmestu
fakfeløgini á almenna ar
beiðsmarknaðinum. Tykkara
limir, leiðarar, námsfrøðingar
og hjálparfólkini, eru tann
størsti einstaki fakbólkurin í
starvi hjá kommununum.
Hóast vit stundum eru
mótpartar, so havi eg stóra
virðing fyri tykkum bæði
sum felag og fakbólk. Tit
er støðuføst, næstan treisk,
men tit eru sanniliga eisini
litrík og kreativ.
Hetta seinasta havi eg
upplivað á egnan krop, tá ið
eg kom aftur til Føroya við
flogfarið í februar mánað í
ár, júst sum verkfallið var í
hæddini, og ein heilur her
ur av námsfrøðingum og
hjálparfólki tóku ímóti á
flogvøllinum. Slíka stórfing
na móttøku havi eg ongantíð
fingið áður, og tað var ikki
sørt, at tit tóku meg á skeiva
beininum.
Og sjáldan hevur Havnar
býur verið so fullur av lívi,
sum hesar dagarnar, verk
fallið vardi. Í so máta var
hetta besta verkfallið nakr
antíð. Tinghúsvøllurin var
prýddur
við
túsundtals
hjørtum, og býurin fullur av
litum, tónleiki og røðum.
Hóast álvaran í málinum,
so vóru tiltøk tykkara altíð
gjørd á ein positivan hátt, og
hetta eiga tit stóran heiður
fyri.
Og at tit eru støðuføst,
vístu tit í verki, tá ið tit – sum
einasta fakfelag – stóðu við
tykkara og tóku konsekven
sin av tí órætti, sum varð
framdur móti tykkum í sam
band við skattingina av pen
sjónum, og fóru í verkfall.
Góðu pedagogar – tit eru
einasta fakfelag, sum veru
liga vísti stríðsvilja og støðu
festi.
Hetta
skapar
virðing,
hetta skapar megi, hetta
skapar sigrar!.
Føroyska samfelagið er
í mongum lutum sera sið
bundi. Ikki altíð fáa tit ta
virðurkenning, sum tit áttu
at fingið. Men tykkara áhal
dni og stríðsvilji hevur havt
við sær, at tilvitanin um
tykkara fak er støðugt vaks
andi og virðingin samsvar
andi. Og tað er gott.
Vit síggja hetta eisini hjá
kommunum, sum nú alsamt
víðka pedagogisku tilboðini
alt frá forskúla, frítíðarskúla
og til ungdómsklubbar. Í dag
eru skipaði viðurskifti, har
pedagogar standa á odda fyri
einum tryggum og mennandi
tilboði fyri ein nógv størri
part av børnunum og teim
ungu, enn áður. Hetta er
framburður, ikki minst tykk
um fyri at takka.
Góðu pedagogar – vit
á
arbeiðsgevarasíðuni
er
stundum tykkara mótpartar,
men mesta partin av tíðini
eru vit samstarvspartar, og
okkara mál og mið eru tey
somu.
Báðir partar ynskja okk
ara tilvaksandi ættarliðum
eina so góða og hepna byrjan
sum møguligt, og í hesum
liggur eisini góðar umstøður
til tey starvsfólk, sum eru um
tey.
Týdningurin av hesum
gerst alsamt meira sjón
ligur, nú samfelagið stendur
frammanfyri risa avbjóð
ingum við vaksandi fráflyt
ing,
manglandi
tilflyting
og lækkandi barnatali. Vit
eru noydd at standa okk
um í kappingini við granna
londini, bæði tá ið tað snýr
seg um at geva barnafamilj
um góðar tænastur, men
sanniliga eisini, tá ið tað snýr
seg um at geva fakbólkum
sum tykkum, góðar umstøð
ur at virka undir.
Vit hava sum samfelag
snøgt sagt ikki ráð til at
missa fleiri fólk av landinum.
Og nú er tað, at eg fari at
venda aftur til heilsanina, eg
fekk frá Maud í gjárkvøldið.
Eg veit, at kommunuval er
í hondum, og at alt verður
mett í mun til tað, men eg
skal her geva tykkum eina
heilsan, sum eg standi við av
innastu sál.
Góða Maud. Eg havi stóra
virðing fyri tær og øllum tí,
tú hevur avrikað fyri felagið,
fakið og limirnar. Lat ongan
iva vera um tað.
Góða Maud. Eg lovaði at
greiða krúlluna um fyrireik
ingartíð. Vit samdust um ein
sáttmála, har tíð til fyrireik
ing og eftirmeting varð ásett.
Góða Maud og góðu peda
gogar.
Heðin
Mortensen
fremur tað, hann lovar. So
lat meg siga tað púra greitt:
allar kommunur, eisini Tórs
havnar kommuna, standa við
sáttmálan um fyrireikingar
tíð.
Fyri
Tórshavnar
kom
munu kann eg siga, at eitt
grýtuklárt uppskot liggur á
borðinum, sum ein bólkur av
okkara dugnaligu leiðarum
hevur gjørt.
Eg havi stórt álit á okkara
leiðarum. Leiðararnir kenna
tørvin á teirra stovni og
loysnirnar. Leiðararnir duga
at skipa virksemið á stovn
unum best, eisini fyrireik
ingartíðina.
So góða Maud – eg bjóði
tær oman á býráðsskriv
stovuna mánamorgunin at
umrøða hetta uppskotið til
skipan av fyrireikingartíð.
Helst hevur tú longu sæð
tað, men lat okkum allíka
væl taka eitt felags prát – tú
og eg. Vit hava saman greitt
krúllur fyrr – lat okkum
greiða hesa eisini. Og minst
til, fíggjarætlanin er ikki
samtykt enn, so enn er ríki
ligt av tíð at fáa eisini tann
partin endaliga uppá pláss.
Góðu tit øll – hetta er
veitslukvøld. Til lukku við
degnum og framhaldandi
góða eydnu í arbeiðinum at
vinna tykkum sum fakbólki
neyðug rættindi og sømdir,
og børnum okkara bestu um
støður at vaksa upp í.
Hetta fer at koma sam
felagnum og okkum øllum
til góðar.
Eitt trífalt hurra fyri
Pedagogfelagnum
Takk fyri
Hjartaliga til lukku við 30
ára stovningardegnum
Tíðin er komin at laga
barnaansingina
eftir
tørvinum hjá einstøku
familjuni.
Parttíðaransing má
innførast.
Nú kunnu foreldur
einans velja, um teirra
børn verða ansað fulla
tíð ella slett ikki verða
ansað.
Hendan
støðan
av “antin/ella” er sera
óheppin
fyri
nógvar
familjur, eisini tí at
gjaldið fyri ansingina
er antin fult gjald ella
einki.
Vit kundu byrjað við
at innført møguleikan
fyri ansing hálva tíð.
Hetta
kundi
givið
stórar
sparingar
fyri
barnafamiljurnar og ei
sini fyri kommunukass
an.
Vit á lista A ganga
inn fyri, at peningurin
skal fylgja barninum,
soleiðis at familjan sjálv
kann ráða yvir, hvørji val
verða tikin.
Karmar og bygningar
til barnaansingina eru
til staðar. Nú er bert
eftir at menna tilboðið
til foreldur og børn.
Tað hevur verið nógv
heitt á býráðslimirnar
um at "bekjenna kulør"
hvat viðvíkir hunda
málinum í kommununi.
Hettar er eitt mál,
sum eg taki í fullum
álvara. 3 hvørt húskið
í
kommununi
hevur
hund, og tey gjalda skatt
sum øll onnur.
Sjálvandi skula vit
hava tilboð til hunda
eigarar og virðiligt sam
starv. Prógvað er, at
børn sum eldri trívast
betur, hava betur heil
su og koma meira út. Tí
skal kommunan syrgja
fyri virðiligum karm
um. Eitt fríøkið niðri í
miðbýnum er ein sjálv
fylgja. Nógv eldri búgva
har, vit vilja hava lív í –
eisini hundalív .
Allir aðrir býir klára
hesa uppgávu saman við
hundafeløgum, tað gera
vit eisini.
Les fleiri greinar
á http://bjorgdam.
blogspot.com