Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað skal enn einaferð stað­festast, at sambýlið til sinniveik, sum skal byggjast Eystan Heyg, í Tórshavn, er úrs­lit av fruktagóðum sam­starvi millum lands­myndug­ leik­arnar og Tórshavnar Kommunu. Eg havi sam­ an við øðrum ar­beitt fyri hesum máli – bæði sum partur av bý­ráðs­sam­ gongu­ni og uttan fyri sam­gonguna. Vit eru fleiri, sum strembaðu eftir hesi loysnini. Tí loyv­di eg mær alment at fegnast um, at lands­ stýris­kvinn­an í al­man­ na­málum í vikuni boð­ aði frá, at sambýlið nú verð­ur veruleiki – eftir ein langan politiskan leik. Málið var loyst, og øll áttu sostatt at verið glað, men í staðin fall hetta Gunn­leivi Dals­ garð, fyrr­ver­andi for­ manni í Starvs­man­na­ felag­num, fyri bróstið. Í Sosialinum um vikuskiftið leggur hann meg undir av órøtt­um at taka mær heið­urin av hesum máli. Hann sigur, at eg sum vara­ borg­ar­stjóri – utt­an fyri meirilutan í Tórs­havn­ ar Býráð – havi einans heglað meirilutan niður, síða­ni eg gjørdist partur av minnilutanum. Hetta er beinleiðis ósatt Gunn­ leiv­ur Dalsgarð, og tað søm­ir seg ikki fyri teg at leggja slíkar politiskar fót­onglar. Síðani eg tók meg úr meirilutanum, havi eg arbeitt saman við meiri­ lutanum í summ­um málum, og eg havi ikki tikið undir við øðr­um mál­um. Hetta er erlig fram­ferð, sum Gunn­ leiv­ur Dalsgarð annars royn­ir at gera til óerligt politiskt virksemi. Eg fegnist framvegis um, at hetta álvarsmál nú er loyst, so tey sinnis­ veiku kunnu gleða seg til at síggja eitt ítøkiligt úrslit, sum tey hava uppiborið. Og tað átti tú eisini at gjørt Gunn­leiv­ ur Dalsgarð – heldur enn at avskepla mín leiklut í málinum, tí tær ikki dámar mín politiska lit. Gunnleivur reingir málið um sambýlið Bogi Andreasen varaborgarstjóri Gjógvin millum komunu­ myndu­gleika og borgaran skal burtur Bergur Robert Dam Jensen Valevni á lista C Levi Mørk Tað er mín greiða fatan, at ein gjógv er grógvin ímillum, tann vanliga borgaran og kommu­nu­mynduleikan Ser­ liga er tað í “útkantinum” í komununi hetta merkist. Mál­ið um at hava eina væl­virk­andi og sameinda kommu­nu, er onki meira enn ein fiktivur veruleiki. Hetta tekur teppið undan øll­um grundarlagi fyri einari væl­eydn­aðari og vælrøktari kom­mu­nu. Tí meti eg hetta verða høvðusevni, ið kom­ andi býráð má taka í størsta ál­vara. Sum kollfirðingur og hand­il­s­mað­ur í bygd­ini, komi eg í sam­band við nógv av fólki­num her á plássi­num hvønn dag. Somuleiðis ligg­ur væl fyri, at hoyra hvat koll­ firð­ing­ar siga um støðu­na vit eru í. Tað ljóðari ikki, at vit eru ónøgd við aktivitetin hjá bý­ráð­num. Hetta klagar so at siga ongin um. Men sagt verð­ur ofta um: “teir elle tey í Havn”. Man kennir seg ikki sum ein part av komununi. Vit eru jú ein lítil partur av eini størri eind. Men sum ein kommu­na, sum setn­ing­ur­in “sam­an standa vit sterk­ari” sip­ar til, skuldi ikki verði mun­ur á at búð í út­kanti­num ella mið­skeið­is í Tórshavn. Trupuleikin er tí tann, at vit kundu ynskt okk­um at verði ein meira lut­tak­andi partur í teimum av­gerð­um ið viðkoma okkara øk­ið. Av­ gerð­ir ið umfata Kolla­fjørð, Signa­bø og Oyrareingir. Ong­ in ivið er um, at bý­ráðs­limir gera sítt til, fyri at taka tær rættar avgerðir, men tað er so, at fólkini ið ar­beiða við ella í hesum øki, ofta helst hevði kunna greitt bý­ráðs­ lim­um frá hvussu tey síggja loysnirnar best. Tað er ikki ivi í mín sál um, at um­sit­ ing­ar­liga og borgarliga hevði man bæði spart nógva tíð og ó­neyð­ugt kjak, fekk man eina loysn á hesum. Vit sóknast eftir einum betri samstarvið mill­um kommunu og borgara stutt sagt. Tòrshavnar kommuna er ikki bert størsta kommuna í Føroyum, men eisini nógv tann størsta geografiskt. Hetta setur bæði umsiting og myndugleik­um í kommununi stór, ómetaliga stór krøv. Undar­ligt er tí ikki at arm­ar­nir ikki røkka til útkantin. Tað er útfrá hesum eg meti mína uppgávu verða, komi eg inn í býráðið. Hetta vil eg a­r­beiða fyri, gerst eg partur av býráðnum. Eg ætli at arbeiða fyri, at vit fáa fastar borgararfundir í kommununi.Tankin við tí­ lík­um fundi er, at upplýsa bý­ráð hvat borgarin ynsk­ir, metir og viðmælur kom­mu­ nu­ni at arbeiða útfrá. Somu­ leiðis sum borgarin kennir seg sum ein týðandi part av tí sum hendir og rørir seg í nærumhvørvinum, so­leið­is at her kann bygjast brúgv. Har skal verða ein funda­ skrivari, ið ikki er tilknýttur at býráðnum beinleiðis. Hes­ in skal hava til uppgávu at niður­skriva fundarfrásøgn út­frá tí sum borgarin og bý­ráðs­limir tosa um. Sìðan tá býráðsfundur er, har av­ gerð­ir­nar verða tiknar, fáa býráðslimirnir hesa ítøkju­ ligu fundarfrásøgn at meta út­frá, soleiðis at ongin ivi skal vera um, at innlitið er har, tá ið avgerðin skal taks­ at. Ongin ivi er um, at tað er sera torført at sita á Vagli­ num í Tórshavn og taka støðu til mál sum viðvíkja Hesti, Nólsoy, Kollafirði, Hoy­vík, Argir og Kaldbak, inn­lit­ið væntar. Hvussu kun­na vit vissa okkum og okk­ara kommunuleiðarum bestu karmarnar, fyri at fáa bestu avgerðina fram. Ì mín­ ari verð er ongin ivi um, at hesir fundir skula haldast javn­an á lokalu økjunum, og tá ið býráðið metir hetta vera neyð­ugt. Hetta er uttan iva besta loysn­in fyri báðar partar, komm­un­u­stýrislimurin sær seg meira kláran til, at taka røttu avgerðina og borgarin kenn­ir seg hoyrdan. Fyri at Tórshavnar kommu­na framvegis skal koyra á framburðakós, so er hetta ein loysn uppá, hvus­ su vit fáa kommuna til at standa sterkari sum EIN KOMMU­NA. Tí tað er tann verðuleikan vit hava, okk­ ara uppgáva er tí at ska­ pa hendan verðuleika, AT VIRKAÐ SUM EIN KOMMU­ NA. Eg hugsi ikki bert um mið­ býin í Tòrshavn, har sær ikki út til at væntað eldsálir á økji­num. Eg hugsi eisini um hvussu vit fáa kommununa á sam­eindað kós aftur. Hetta er spurningur um at vilja, eg vil, vil tú ? Avgerðin er tín, set tí tín X við Bergur Ro­bert Dam Jensen á lista C týs­dag­ in 13. November. Gott Javnaðarval. Bæði í býráðssamgonguni og uttan fyri samgonguna havi eg strembað eftir at fáa sambýlið fyri sinnisveik bygt Eystan Heyg í Havn. Tískil vísi eg aftur Gunnleivi Dalsgarð, sum í Sosialinum í vikuskiftinum roynir at avlaga hetta málið við politiskum brongli kommunuval 2012 Eg havi brúk fyri tínum stuðli, tí tín atkvøða kann vera sera avgerðandi, um eg verið valdur innaftur! Eg vil fegin veljast inn­ aftur, tí eg havi nógv uppá hjarta og brenni fyri sakini. Tí vil eg biðja um fýra ár aftrat, og tað kanst tú gera við at velja meg ella okum á Lista C! Veljarakanningarnar siga, at valið fer at hepnast so og so væl fyri okkum á lista C, og kanska fólk hug­ sa at teimun ikki nýtast at vel­ja Levi Mørk, ella lista C. Sum er havi eg nú brúk fyri tykkum, fyri at tit skulu brú­ ka meg í 4 ár aftrat. Vit vinna einki val um vit ikki øll atkvøða og seta kross­in til lista C ella til Levi Mørk. Eg havi brúk fyri tykkum!