Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Finnbogi Arge Týsdagin 13. november skulu havnaborgarar inn í atkvøðubúrið, at av­gera hvør skal um­ boða borgararnar næstu fýra árini. Eg havi við greinum sein­nu tíðina grundgivið hví eg eri rætta val­evn­ ið, at umboða júst teg og allar hinar havna­ borgarar næstu 4 árini. Búskapur Sitandi meirluti hevur gjøgnum farna valskeið prógva, at hædd ikki hev­ur verið tikið fyri, at ovur­honds stóru íløg­ ur­nar einaferð í tíðini skulu rindast aftur av okk­um havnaborgarum. Skuld­in er vaksin til 200 milliónir, og hyggja vit eftir vallyftunum, ið býráðspolitikarar í meir­ luta­num hava lagt fram í valstríðnum, verð­ur skuldin mangt mangt slíkt tey næstu fýra árini. Tíksil mugu vit havnaborgarar stan­da saman um fólk, ið hava tað í huga, at ein­hvør lántøka skal rind­ast aftur umvegis okk­ara skatta­prosent og harvið av okkum havna­borgar­ um. Vinnulív Tað hevur í høvuðs­heit­ um bert verið hugsað í standmyndum og ítrot­ tar­a­nn­leggum. Vinnu­ lívið hevur ongan­tíð ver­ið í so ringari støðu, sum sein­astu fýra árini við sitandi meirluta. Skjótt eru tað tvey ár síð­an Bacalao lat aftur, og býráðssamgongan hev­ur ikki gjørt nakað sum helst fyri at eggja nýggj­um vinnulívi til bý­in. Við einki at gera, hev­ur sitandi býráð somu­leiðis sagt nei til fleiri arbeiðspláss og bet­ri trivn­að í býnum. Bátahavn Bátaeigarar í Tórshavn hava av álvara merkt hvussu hesin bólkurin av havnaborgarum er niður­raðfestur. Bíði­ listar­nir eru sera langir, og stórur tørvur er á eini nýggjari víðkaðari báta­havn fyri at nøkta tørv­in hjá bátaeigarum í Tórshavn. Uppskot til nýggju bátahavnina í Álakeri hevur ligið í býráðnum í fleiri ár utt­ an, at nakar hevur tik­ið hetta fram. Sum skilst heldur verandi meiri­luti tað vera betri at bygg­ja renni­breytir og fót­bólts­ vøll­ir heldur enn at bøta um korini hjá báta­eigar­ um og ferðandi at vitja bý­in. Eg bjóði meg fram, at umboða eina ábyrgda­ fulla bú­skap­ar­stýring av Tórs­havnar Kommunu. Eina kommunu, har vinnu­lívið trívist og skap­ar vøkstur og ein bý, har møguleikar og rætt­ vísis­kenslan fevnir um all­ar borgararnar. Eg bjóði meg fram, at umboða teg, og vil føra tína rødd fram í býráðsarbeiðinum. Tí­ skil vil eg heita á teg um at vísa mær tað álit týs­ dag­in 13. november. Við tín­um áliti fáa vit aftur eina sterka ábyrgd­ar­ fulla rødd í Tórshavnar bý­ráð. Valið er títt, atkvøðan er tín Høgni Mikkelsen Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð kommunuval 2012 Beint áðrenn fólk í høvuðs­ staðnum ætlaðu sær á fund hjá Østrøm í gjárkvøldið at tosa um Havn­ina sum lestr­ ar­bý, steig Herman Oskarson frá Norður­atlant­isku Tanka­ smiðju­ni fram á skíggjan og segði, at vit mugu hava sterk­an bý í Føroyum fyri at steðga fólkaflytingini. Næsta innslagið í Degi og Viku átti Gunvá við Keldu, sum helt, at framleiðsluøkini eiga at verða styrkt, og at tað ber ikki til at forlanga, at fram­leiðsluøkini ikki fáa lut í almennu køkuni. Av tí at eingin framleiðsla er í høvuðsstaðnum, merk­ ir hetta, at meira al­ment virksemi skal flyta úr høvuðs­stað­num til fram­ leiðslu­eindir­nar. Trupulleikin er bara, at tað eru ikki einans klaks­ vík­ingar, sum framleiða. Tað gera eysturoyingar, suður­o­ y­ing­ar, sandoyingar og vága­ fólk eisini. Skulu vit fylgja hugsjónini hjá borgar­stjóra­ num í Klaksvík, so skal al­ ment virksemi spjaðast út til øll hesi framleiðsluøkir. Het­ ta er eisini tann leistur, sum hevur verið fylgdur sein­asti árini. Høvuðsstaðurin minkar, og hóast fráflytingin úr landi­num er meginorsøkin, so er flytingin av stovnum út úr Tórshavnar Kommunu eisini ein partur av trupul­ leika­num. Gunnvá við Keldu nevndi í sjónvarpinum, at Føroyar eru so lítlar, at vit áttu at kunn­að sæð allar Føroyar sum ein bý. Persónliga havi eg trupult við at síggja t.d. Suður­oynna sum ein part av hes­um býi, men hóast hetta er sjónarmiðið hjá borgar­ stjóra­num í Klaksvík vert at viðgera. Um vit síggja Føroyar sum ein bý, er tað so ikki býtt at hava fleiri funktiónir av sama slag í hesum býi? Um almenna virksemið er ov langt burtur frá Klaks­ víkini, so kundu vit bøtt um støðuna við at gjørt Skála­fjarða­tunnilin. Eg havi ongantíð skilt, hví politik­ ar­ar í Tórshavnar Kommu­ nu ikki stríðast fyri at fáa Skálafjarðatunnilin framd­ an. Tað hevði gjørt, at fram­ leiðsl­an í Eysturoynni og í Norð­oyggjum kom tættari uppá høvuðsstaðin. Tað hevði ikki bert verið gott fyri framleiðsluøkini, men so sanniliga eisini fyri priva­tu og almennu tænastu­ vinnu­na í høvuðsstaðnum. Og tað hevði gjørt landið minni, ja faktiskt til ein stór­ an bý,sum fevndi um Havn­ ina, Eysturoynna og Norð­ oyggjar. Vit kundu við einum Skála­fjarða­tunnli fingið tann stóra føroyska býin, sum Gunnvá við Keldu droym­ir um. Men ein avleið­ ing av hesum kundi verðið, at Heðin Mortensen avloysti Gunn­vu við Keldu som borgar­stjóri í Klaksvík. Heðin Mortensen borgarstjóri í Klaksvík Í Havn eru nógv listafólk. Felags fyri tey flestu er, at tey arbeiða einsamøll, og kans­ka av tí sama kenna, at tey ikki fáa burturúr tað, tey kundu hugsað sær. Gamaní hava summi listafólk rættar um­støð­ur við atelier, studio o.s.fr - men tey flestu munnu hava givið seg til tols við trong­ar umstøður at arbeiða í. Býráðið kann veita lista­ fólki onkran bygning at ar­ beiða í. Hesin nýtist ikki at vera nakar nýggjur og flottur bygn­ingur. T.d. kann Skúlin á Frúu­trøð, tá ið musikkskúlin er fluttur niðan í Sortudíki, brúk­ast, ella kanska høli úti við Bacalao, sum kommunan eig­ur. Bygningurin kann verða býttur upp í rúm til fleiri ymsar listagreinar, har bæði serstøk rúm og stór rúm við uppsettum skilaveggum eru tøk. Bygningurin kann skip­ast á tann hátt, at lista­ fólk leiga seg inn fyri ein bílig­an penga, t.d. í sambandi við komandi framsýningar, verk­ætlan­ir og annað - ella bara fyri at fáa íblástur frá øðr­um listafólki. Orsøkirnar kun­nu vera so nógvar. Býráðið kann veita neyðu­ ga útgerð til listaframleiðslu so sum pressur til grafiskt prent, ovn til brenning av leiri og annað. Listahúsið kann fevna um øll sløg av lista­fólki - rit­høvundar, tón­ leik­arar, mynd­lista­fólk, foto­ graf­ar, leir­lista­fólk, leik­lista­ fólk, installa­tións­lista­fólk, byggi­lista­fólk, films­lista­fólk og onnur listafólk. Bert hu­g­ flog­ið setur mørk. Endamálið við hesum er at samansjóva føroysku lista­fóllkini, at skapa eitt dynam­iskt listaumhvørvi í býn­um, at skapa grundarlag fyri menning av føroyskari list, at veita listafólki góðar arbeiðs­umstøður, at skapa grund­ar­lag fyri tvørfakligum listar­lig­um samstarvi og at lata upp nýggjar listarligar møgu­leikar. Møguleiki skal eisini vera hjá útlendskum listafólki at gera brúk av listahúsinum. Somu­leiðis skal pláss vera fyri at halda work shops av ymsum slag. Hetta kann geva okkara høvuðsstaði eitt spennandi umdømi í út­ lond­um. Hetta kann t.d. gerast í samstarvi við Norður­landa­ húsið, sum kann virka sum sambindingarlið við hini norðurlondini og veita lista­ húsi­num møguleika at søkja pengar úr ymsum norður­ lendsk­um grunnum. Til seinast loyvi eg mær at vísa til eina orðing um fram­tíðarmynd (visión) um ment­an og list í Tórshavnar Kommu­nu, sum varð sam­ tykt á býráðsfundi 18. mars 2010. Hon er soljóðandi: "Høvuðsstaðurin hevur ein bæði sterkan og til­tikn­ an mentanarpall, sum á mongum økjum kappast við um­heimin í dygd, um enn ikki í vavi. Tónlist, myndlist, leik­list og onnur list blóma á ein hátt, so bæði leikfólk og úr­mæl­i­ngar kunnu troyta sína skapanargleði og menna síni evni. Umstøðurnar at spæla leikir og hava kon­ sert­ir skara framúr í dygd, sniði og originaliteti í góð­um samsvari við allan høvuðs­ staðin. Tær savna allar før­oy­ing­ar og gera okkum ernar, og tær draga at sær bæði gitin listafólk og kræsið publik­um uttan úr heimi....” Jamen, hvat er tað ikki undur­fult! Hetta skuldi jú so­statt verið beint til høgra bein­ið! X - mentan, X - list, X - Leivur Thomsen, ein krea­ tiv­ur politikkari Les meira her: http:// www.politikkur.fo/vis- leivur+thomsen-greinar Skapandi HEILAR í sama húsi Leivur Thomsen