mánadagur 12. november 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Í gjár skipaði Sjálvstýris
flokkurin fyri býráðs
valfundi á skúlanum við
Løgmannabreyt.
Har
var fitt av fólki og um
boð fyri politisku flokk
arnar løgdu fram síni
sjónarmið. Evnini sum
komu fram á fundinum
vóru sjálvsagt mest um
umstøðurnar í Hoyvík.
Eg førdi hesu mál fram.
Fótbóltsvøllur í Hoy
vík. Vit hava bygt henda
framur flotta skúla fyri
nogvar milliónir, sera
flott og neyðugt arbeiði.
Vit hava sett 3 milliónir
av, til at fyrireikað og
staðseta ein nýggjan fót
boltsvøll i Hoyvik, her er
ein nýggj kanning gjørd,
men enn er eingin polit
iskt støða tikin um enda
ligu staðsetingina, men
hon kemur fyrsta dagin.
Hoyvíkshøllin.
Vit
skulu útbyggja hoyviks
høllina meira í fram
tiðini, serliga umklæð
ingarúmini. Her eru 2
milliónir settar av í 2013.
Børn og ung. Vit hava
fingið ungdómsvirksemi
í Klubb 188 og men her
skulu vit arbeiða fram
ímoti at fáa eitt skap
andi ungdomshús. Tad
er eitt øki á Karlamagn
usarbreyt til endamálið.
Somuleiðis
kundi
eg
ynskt, at vit hyggja at
fritiðartørvinum
hja
børnum frá 4 til 5 flokk.
Serstovu í Hoyvíkar
skúla.
Vit
hava
gjørt
eina
serstovu
í
Frítíðarskúlanum
í
Hoyvík. Men her eru
ov smáir karmar hjá
børnum við fakligum
avbjóðingum, her hevði
verið ynskiligt at útbygt
í Hoyvíkar skúla .Tað ber
til og har er nógv faklig
vitan og royndir td. fyri
børnum við autismu.
Ferðslatryggir vegir.
Ferðslutryggur
vegur
er gjørdur við Hoyvíkar
skúla.
Tað
er
eisini
átrokandi, at gera nakað
við ferðslutrygdina við
skúlan við Løgmanna-
breyt
Útstykkingar.
Vit
hava gjørt útstykkingar
við Myllutjørn í Hoyvík.
Ynskiligt er, at gera
leiguíbúðir til eldri,støk,
lesandi í Hoyvík. Her er
upplagt, at lata Búðstað
ir byggja íbúðir burtuav
teimun vinnustykkjum
sum eru tøk í Hoyvík.
Nei til hitastøð sum
granna. Hitamiðstødin,
her skal ein nýggj stað
seting
finnast.
Vit
kunnu ikki byggja eina
dálkandi orkustøð mill
um fólk og ein barna
garð.
Kirkjugarður.
Vit
skulu blíva samd um
eina staðseting um ein
kirkjugarð i Hoyvik.
Gøtuljós. Annars eru
fleiri gøtuljós sum vanta
ella eru óvirkin. Hetta
skulu vit eisini rætta til.
Bussleiðin. Alt hettar
omanfyri var meira ella
minni kjakast um, men
eisini var nomið við at
tann
bussleiðin
skal
koyra í vikuskiftinum.
Somuleiðis
var
stort
ynski um, at fáa lands
myndugleikarnar
at
seta ferð á aftur Ytra
Ringveg.
Er tú samdur við hes
um set so krossin við
Levi Mørk á býráðsvali
num týsdagin.
Góður
politiskur
valfundur
í Hoyvík
Levi Mørk
á lista C
“Vit standa úti á gøtuni
skjótt”. Hesi vóru neyðar
rópini hjá 2 arbeiðsleysum
kvinnum í 40’unum í sam
bandi við, at lógin um for
sorgarhjálp verður broytt 1.
januar 2013. Kvinnurnar løg
du sína kostnaðarætlan fram
fyri meg - ávikavíst í verandi
støðu og eftir 1. januar, tá
ið lógin um forsorgarhjálp
verður
broytt.
Hetta
er
liður í einum sonevndum
"pakka
við
arbeiðsfrem
jandi tiltøkum", sum sam
gongan hevur sett í verk.
Hetta merkir i stuttum, at
forsorgarhjálpin eftir 1. janu
ar verður skattað.
Kvinna A:
Sonurin júst fyltur 18 ár og
er fluttur í kamar, t.v.s. hon
hevur júst mist stuðulin til
einligar forsyrgjarar, sum
var einar 1600 krónur um
ársfjórðingin, umframt 1000
krónur um mánaðin í barna
pengum frá pápanum.
Hennara kostn
aðarætlan í dag
sær soleiðis út:
Inntøka: Forsorg 10200
Útreiðslur: Húsaleiga (við
olju) 6000, SEV 700, KVF 300,
trygging 200, internet 500,
medisin 200, telefon 300
Útreiðslur tilsamans: 8200.
Eftir til mat og klæði: 2000
um mánaðin
Kostnaðarætlan
eftir, at broytingin í
forsorgarlógini kemur
í gildi 1. januar 2013:
Inntøka: Forsorg 10248 –
skatt 2618 = 7630
Útreiðslur tilsamans: 8200.
Eftir til mat og klæði: -570
um mánaðin – altso negativt
(!)
Kvinna B:
Dótturin vorðin yvir
18 ár, og tískil fær
hon onki fyri hana.
Kostnaðarætlanin
hjá henni sær
soleiðis út í dag:
Inntøka: Forsorg 10200
Útreiðslur: Húsaleiga 5147,
SEV 600, KVF 300, telefon
400, lán 1000, medisin 300,
leasing av sjónvarpi 250.
Útreiðslur tilsamans: 7997.
Eftir til mat og klæði: 2203
um mánaðin
Fíggjarætlan eftir,
at broytingin í
forsorgarlógini kemur
í gildi 1. januar 2013:
Inntøka: Forsorg 10248 –
skatt 2618 = 7630
Útreiðslur tilsamans: 7997
Eftir til mat og klæði: -367 um
mánaðin – altso negativt (!)
Hesar
báðar
kvinnur
eru
stakar
uttan
for
syrgjaraplikt. Hetta er ein
samfelagsbólkur, sum full
komiliga dettur niður ímill
um
við
lógarbroytingini.
Samgongan
kallar
hetta
”arbeiðsfremjandi tiltøk” -
púra uttan, at fleiri arbeiðs
pláss eru skapað. Gevur
hetta meining? NEI! Um tað
skapar ein stóran samfelags
trupulleika á tann hátt, at vit
fara at síggja fleiri heimleys
fólk í havnargøtum? JA! Flat
skatturin gav teimum ríku
pengar, tey ikki høvdu brúk
fyri - og nú tekur samgongan
pengar frá teimum fátæku,
sum hava teir fyri neyðini.
Hvat kann
kommunan gera?
Um vit vilja tað ella ei, so
verður hendan lógarbroyt
ing ein stórur samfelags
trupulleiki. Støk fólk uttan
forsyrgjaraplikt fara ikki
at hava ráð at hava tak yvir
høvdið. Uml 6000 krónur fyri
innivist um mánaðin við ljós
og hita er tað bíligasta, man
kann finna i Havn. Tórs
havnar Kommuna hevur,
sum er, ikki nakað bíligari
at bjóda - her er snøgt sagt
onki, og tað er for galið. Alt
meðan borgarstjórin tekur
upp í saman "vit fremja úrsl
it", tá ið jú ongin úrslit innan
bústaðarøkið, hetta týdning
armikla kommunala øki, eru
at vísa á. Nøktandi bústað
arviðurskifti eigur einhvør
modernað kommuna at hava
- og tað hevur Tórshavnar
Kommuna ikki! Men hesar
báðar umrøddu kvinnurnar,
og ikki bara tær, men fleiri
við teimum, hava tørv á hjálp
her og nú. So inntil vídari, til
vit hava fingið bygt bíligar
kommunalar leiguíbúðir, so
mugu hesi fólk onkursvegna
fáa hjálp frá tí almenna. Ein
loysn kundi verið íbúðar
stuðul
(boligsikring).
Vit
mugu finna uppá okkurt, og
tað skjótt.
X-bústaðir, X-hjartað á
røttum stað, X-Leivur Thom
sen, ein samvitskufullur poli
tikkari, listi E.
Leivur Thomsen
Páll á Reynatúgvu
Neyðarróp frá
tveimum kvinnum
Hoyrist at sjúkraflutnings
avtalan millum Landssjúkra
húsið og Strandferðsluna
er uppsøgd. Tað merkir at
Teistin ikki er at røkja sjúkra
flutningin. Seinast tað var
uppá tal, var tá Hans Pauli
strøm var landsstýrismaður,
men Gerhard Lognberg og
undirritaði fingu tá forpurr
að hesum óðamannaverki.
Tað kemur ikki uppá tal
at vit í Sandoynni skulu
hava sjúkraflutning við LÍV
ella við tyrlu. Seinast tyrlan
var roynd til slíkan flutning
mundi enda galið, bæði fyri
tyrlu og sjúkling. Slíkur ør
skapur frá samgonguni skal
steðgast.
Vit í Sandoynni góðtaka
snøgt sagt einki annað enn
Teistan til sjúkraflutning, so
leingi eingin Sandoyartunnil
er. Latið okkum standa sam
an um kravið fyri einum
tryggum sjúkraflutningi. Vit
goðtaka ikki longur niður
píningina av okkara øki, og
hava fullan rætt til tryggan
sjúkraflutning. Uttan slíka
trygd gerst enn meira ólivi
ligt í oynni.
Teistan til sjúkra
flutning. Basta!