mánadagur 12. november 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Í gjárkvøldið varð skipað
fyri býráðsvalfundi á
skúlanum við Løgman
nabreyt. Eini 60 fólk
vóru á fundinum, og
umboð fyri politisku
flokkarnar løgdu fram
síni sjónarmið.
Kjak og spurningar
komu frá áhoyrarum,
sum altíð gera slíkar
fundir lívligar.
Sjálvsagt vóru evni
tikin fram, sum hava
við Hoyvík og kringum
støðurnar har at gera.
Millum annað vóru hesi
evni viðgjørd:
•
at fegnast var um
útbyggingina av
Hoyvíkshøllini, og
at fleiri byggistig
verða framd í
næstum
•
at
ungdómsvirksemi
er í Klubb 188
•
at fegnast var um at
gøtan til Hvítanesar
verður gjørd í
næstum
•
at fáa endaliga
staðseting av
kirkjugarði
•
økið avlagt til
fótbóltsvøll
•
ferðslutrygd
•
at vælvirkandi
bussleiðin verður
meira útbygd til
eisini at koyra í
vikuskiftinum,
umframt útbygd til
bygdirnar
•
at ongin dálkandi
orkustøð verður
bygd í Klingruni
•
at fáa
landsmyndug
leikarnar at
seta ferð á aftur
Ytra ringveg, so
tað lættir um
ferðslutrongan
•
og onnur mál
Fundarfólkið endaði við
at reisast og syngja øll
trý ørindini – sjálvsagt
- av okkara vakra tjóð
sangi.
Jákup Símun Simon
sen býráðslimur og val
evni á lista E – Tjóðveldi.
Góður
valfundur
í Hoyvík
Jákup Símun Simonsen
býráðslimur
Johan Mortensen
Valevni fyri Tjóðveldi
Elin N. W. Tausen
Niels Midjord
Um hálvan august kom eitt
stórt reytt frystifarmaskip
inn á Fuglafjørð at taka ímóti
fiski frá flakatrolarum. Gav
mær ikki far um, hvussu
farmaskipið
kallaðist,
tí
skipið
var
friðarligt
og
órógvaði ikki náttarsvøvnin,
men
stutt
eftir
kemur
Kaptan
Kravchenko
inn
á fjørðin í somu ørindum.
Hann larmaði so illa, at
tað var ikki sovandi. Fleiri
í
grannalagnum
gjørdu
vart við hetta, bæði hjá
havnarfútanum og hjá bý
ráðnum og mánadagin 16.
september fingu vit fund
við havnarnevndina. Fyri at
hava naka ítøkiligt at tosa
um fingu vit áðrenn fund
in sakkønan mann at máta
larmin við næstu íbúð og
máldi hann 59 dB. Nú er tað
so heppið, at fáar metrar
frá har Kaptan Kravchen
ko lá, liggur eitt umhvørvis
góðkent virki, sum til ber at
samanbera við, nevnuliga
Havsbrún. At virkið er um
hvørvisgóðkent
merkir
í
stuttum, at tað hevur bund
ið seg til at fylgja ávísum
altjóða reglugerðum, sum
áseta markvirðir fyri mest
loyvda útláti av heilsuskaði
ligum evnum og mest loyvda
larmi. Sambart hesi reglu
gerð er mest loyvdi larmur
máldur á nátt og við næstu
bústað 40 dB. Tað kann tykj
ast erkvisið at gera so nógv
burturúr, tá íð skipið bara
larmar knøpp 20 dB meir enn
altjóða markvirði loyvir, men
her skal havast í huga, at dB
stigin er logaritmiskur og
bygdur soleiðis upp, at hvørja
ferð tú fert trý stig upp á
stiganum, tvýfaldast ljóðork
an. Ein øking av ljóðorkuni á
20 dB er tí 2x2x2x2x2x2 ferðir
altjóða markvirðið ella ein 72
falding av mest loyvdu ljóð
orkuni á nátt sambart altjóða
reglugerðini, so tað er skilligt,
at tað kann ikki vera sovandi
í slíkum gangi. Bæði skipini
lógu við bryggju til síðst í
september.
Hett er ikki eindømi,
heldur reglan . Við jøvnum
millumbilum koma skip at
kaj, sum larma so illa, at ikki
er sovandi, og ikki ber til at
biða tey sløkkja ljósmotorin
um náttina, tí tey hava frysti
góðs umborð. Seinast var
tað trolarin Armenak Babev,
sum larmaði 56 dB við næsta
búðstað, ein ljóðorku, sum er
36 ferðir sterkari enn mest
loyvdi larmur á nátt eftir
altjóða reglugerðini. Arme
nak Babev lá og avskipaði frá
sunnudegnum 21. oktober til
mikumorgunin 24. oktober.
Tá tað gjørdist okkum
í grannalagnum greitt at,
ætlanin hjá kommuni var,
at Fuglafjørður skuldi ger
ast umskipingarhavn fyri
útlendsk skip. Sendu vit
soljóðandi skriv til Fugla
fjarðar býráð dagfest 15. 10.
07: Um ætlanin er, at Fugla
fjørður skal gerast umskip
ingarhavn
fyri
útlendsk
skip, so áliggur tað Fugla
fjarðar kommunu, sum var
ar av Fuglafjarðar havn,
at omanfyri nevndu mørk
verða hildin, og hetta kann
bert gerast, um skipunum
verður álagt at sløkkja ljós
motorarnar, beinan vegin
tey hava lagt at og síðan taka
streym frá landi. Skrivið var
undirskrivað av 18 fólkum í
grannalagnum. Enn, fimm
ár seinni er einki hent. Nú
kommunuvæl er í hándumg
fari eg tí at spyrja tey, sum
stilla upp til býráðsvalið, um
tey vilja seta hetta í verk,
og velja ímillum teirra, sum
geva játtandi svar, og eg fari
at heita á fuglfirðingar um at
gera tað sama.
Larmur frá skipum,
sum liggja við bryggju
Einaferð spurdi eg pápa
mín hvussu hann at
kvøddi 14 September i
1946. Hann brosaði og
segði, “sjálvandi valdi eg
loysing”.
Einaferð fara míni 4
abbabørn at spyrja meg
hvi eg eri Tjóðveldis
maður. Eg fari at siga
teimum, at eg vil at tey
skulu vaksa upp sum
frælsir borgarar í einum
frælsum landi. Eg fari
eisini at siga teimum
at tey hava ábyrgd og
skyldir sum Føroyingar.
Men at tey eru eisini
heimsborgarar og eg fari
at biða tey um at fara
út í heimin, gera sínar
royndir og so koma aft
ur til Fólkaheimið Før
oyar og byggja land,
eitt land i samvinnu við
umheimin og ein errin
Tjóð, okkara alra Føroy
ar, har samhaldsfesti og
virðing fyri fólki og um
hvørvi ræður.
Passión, visión,
Fullveldisglæman
Eg bjóði meg fram sum títt
umboð í komandi býráð fyri
Tórshavnar kommunu. Eg
havi sett mær sum stevnu,
at vera ein sosial rødd og
at arbeiða fyri, at denturin
verður lagdur á tørvin og
umstøðurnar hjá borgarum
her í kommununi til at liva
og virka - at Tórshavnar
kommuna skal vera ein rúm
lig og livandi kommuna.
Eitt av mínum hjarta
málum er dagstovnaøkið.
Eg brenni fyri, at menna
hetta
økið
innihaldsliga.
Royndir
mínar
gjøgnum
4,5 ár sum námsfrøðingur
og 2,5 ár í fakfelagsarbeiði
hava gjørt meg enn meira
tilvitaða um, at tað er innan
fyri kommunalan politik,
at menningin kann fáast at
henda. Økið skal mennast
gjøgnum førleikamenning av
starvsfólkum og skipaðum
arbeiðisviðurskiftum
hjá
námsfrøðingum og hjálpar
fólkum. Børnini hava rætt
til eitt umhvørvi, sum er
merkt av læring, tryggleika
og dygd.
Hví eri eg rætta umboðið?
Tað eri eg, tí eg eri arbeiðsom,
ábyrgdarfull, ágrýtin og
gevist ikki fyrrenn málið er
nátt. Tað havi eg prógvað
gjøgnum dagliga arbeiði mítt
á Dagstovinum í Løkjatúni
og í fakfelagsarbeiðinum.
Men samstundis, sum at eg
eri málrættað, so er ein av
mínum styrkum, at eg dugi
at lurta. Eg dugi at hoyra
áhugamálini
hjá
ymsu
borgarununum, hóast tey
ikki eru míni hjartamál. Tað,
at vera politkari, krevur líka
nógv at duga at lurta, sum at
duga at traka fram.
Eg ynski at virka fyri
nærdemokrati og opinleika í
kommununi. Eg vil, at betur
eigur at vera kunnað um tað
ymiska arbeiði, sum fer fram
í nevndunum, og at borgarin
fær møguleika at vera hoyrd
ur. Tað hevur týdning, at
staðbundnu
nevndirnar,
eldraráð og borgarir upp
liva at vera hoyrd og hava
ávirkan í málum, sum við
koma teimum.
So eg vil heita á teg um at
vísa mær álit við at seta x við
Elin á lista E!
Elin N. W. Tausen
www.elin-nwt.tk
Hjartað inn í býráðið!