Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Ein sera harðlig fíggjar­ stýr­ing hevur verið neyðug seinastu fýra ár­ini í Tvøroyar Býrað. Skuldin skuldi niður ! Úrslitið má sigast at vera sera flott tí nú skyld­ar kommunan minni enn eina álíkning Afturlítandi tykist fíggj­ar­stýringin í nøkr­ um førum at hava verið óneyðu­ga harðlig. Persónliga eri eg sera hørm um at vit hava skert hjá teimum við ser­l­ig­um tørvi og at sambýlismálið ikki varð loyst so sum partar av býráðnum ynskti. Innanhýsis í meiri­ luta­num hevur ikki ver­ið full semja um hand­far­ingina av sam­ býlis­máli­num, men meirluti var so fyri at selja sambýlið ella toftirnar av tí og trygg­ ing­ar­peningurinn 1,3 mill kr og sølupeningurin fyri toftir­nar 300.000 kr varð sett á bók til eldraøkið. Argumentið hjá nøkr­ um hevur verið at at tað er ikki ein kommununal upp­gáva at reka sambýli. Var tað ikki ein kommu­nal uppgáva tá sa­m­býlið upprunaliga varð sett á stovn ? Tvøroyar kommuna hev­ur traditión fyri at reka ellisheim,tí longu fyri yvir 60 árum síðan lat fyrsta ellisheimið á Tvør­oyri upp. Tað má vera góður javn­að­ar­politikkur at kom­munan eftir føri­ muni áteku sær átrok­ andi sosialar uppgávur. Sagt verður at vit hava so nógv onnur mál at loysa,men her kemur so spurningurin um rað­fest­i­ng og persónliga vil eg sleppa at raðfesta sum javnaðarkvinna! Tí fari eg um eg verið afturvald at seta upp­ skot um at stovna sam­ býlið av nýggjum eisini tí alt bendir á at eldra­ økið endar sum kommu­ nal uppgáva. Brutal fíggjar­ stýring? Malla Dam Jákup Símun Simonsen býráðslimur valevni á lista E - Tjóðveldi Hallbjørg Lamhauge Valevni til býráðsvalið í Tórshavn á lista E Sum sosialráðgevi hitti eg í mínum dagliga starvi nógv­ ar familjur, sum av ymisk­um orsøkum ikki megna til­veru­ na. Familjur, sum hava giv­ið upp og ikki hava orku ella yvirskot til sín sjálvs, ella til at geva børnum teirra nøkt­ andi umstøður at trívast og menn­ast. Eg vil bjóða meg fram til at bøta um viðurskiftini hjá teim­um, sum eru illa fyri í kommun­uni. Tann sosiali tryggleikin skal setast í hásæti, so­leið­is, at allir borgarar í komm­u­n­u­ n­i fáa góð livikor. Arbeiðast skal miðvíst fyri, at stuðla teimum, sum eru ringast fyri og teimum, sum hava trupult við at fóta sær í samfelagnum. Tíverri er støðan soleiðis í dag, at vit hava bólkar í okk­ ara samfelag, sum liva und­ ir korum, sum als ikki eru virðu­lig ella hoyra heima í ein­um nútímans væl­ferð­ar­ sam­felag. Hesi viðurskifti mugu broyt­ast, og tí vil eg ar­ beiða fyri at gera ábøtur inn­an tað sosiala økið, har míni hjartamál eru, so­leið­ is at Tórshavnar Kommu­ na verður ein vælferð­ar­ kom­mu­na at liva í fyri allar borgar­ar. Hungursmarkið Nú stundar til jóla, men nógv­ar familjur eru so sperd­ ar fíggjarliga, at tær ikki hava ráð til at halda jól við teirra børnum. Vit hava mammur, sum sníkja seg inn á Herbergið sum olmussudýr á náttartíð fyri at bidda um matleivdir til teirra børn. Frá 1. januar 2013 verða for­sorgarveitingarnar ­ikki long­ur roknaðar eftir tørvi hjá tí einstaka, men verða fast­ar bruttoveitingar. Avleiðingin av hesum verð­ur, at ein stórur part­ ur av teimum sum fáa for­ sorgar­veiting, um­framt tey, sum detta úr ALS-skipanini fara at vera munandi verri fyri fíggjarliga og koma at liva í fátækraváða. Tað eru fleiri hundrað fólk í Havn sum fáa forsorg­ar­ hjálp og sambært útmelding frá ALS, verða tað umleið 100 aftur­at, sum detta úr teirra skipan. Sambært Hagstovuni liva um­leið 1200 børn í Føroyum í fátækr­a­váða. Hetta talið fer at vaksa við broytingunum í for­sorg­arlógini. 596 av teimum 910 børn­ unum sum fingu jólahjálp í fjør frá ÍMGT livdu í familj­ um, sum høvdu minnið enn 100 kr. um dagin at liva fyri. Børn og familjur í fátækraváða Neyðugt er at bøta um fíggjar- og bústaðarkorini hjá barnafamiljum og familj­ um við serligum tørvi, so­leið­ is at øll børn fáa ein tryggan upp­vøkst­ur, undir viður­ skift­um, sum eru góð fyri teirra heilsu og menning. Kommunan eigur at seta í verk eina matarskipan, har øll børn, sum ganga á stovni hjá kommununi, hvønn dag fáa eina heita og heilsugóða mál­tíð á stovninum. Alternativar bústaðarmøguleikar Tørvur er á at vit fáa alter­ na­tiv­ar bú­stað­ar­møguleikar, sum til dømis lutaíbúðir og lestraríbuðir, soleiðis at ung, lesandi, støk, stakir uppi­ haldarar og vanligar familjur kun­nu búleikast fyri ein rími­ligan kostnað. Heimleys Fleiri og fleiri gerast heim­ leys og er hettar ein vaksandi trupul­leiki í býarmyndini. Tey heimleysu hava fyri neyðini, at fáa loyst teirra trupulleikar, soleiðis at teim­ um verður tryggja virði­lig­ar umstøður. Tørvur er á einum stað, har tey eru við hús. Neyðugt er at sosial­ráð­ gevi verður settur burturav til at veita teimum tann stuðul og ta viðgerð teimum tørv­ar til eina góða tilveru. Eldraøkið Eg vil arbeiða fyri, at tey eldru fáa tryggar karmar sum longst í egnum um­hvør­ vi, og at tey verða hoyrd og tikin við upp á ráð í øllum av­ gerð­um teimum við­víkjandi. Vit noyðast at raðfesta skyn­samari og mugu fyri alt í verðini ikki skerja heima­ røkt­ina fyri ístaðin at byggja røktar­heim og sambýli til okkara eldru. Øll ynskja at búgva í egn­ um heimi sum longst, og tí eiga vit at hava eina viftu av til­boðum til okkara eldru. Til dømis eitt fjøl­broytt og hugnaligt dag­til­hald við koyri­tæn­ast­um, vitjun­ar­ tænastu, mat­tæn­astu, um­ framt eina góða heima­hjálp til tey, sum hava trupult við at koma heimanífrá. Ikki fyrr enn tann eldri hev­ur veruligan røktartørv, eig­ur tilboð um røktarpláss at verða neyðugt. Størri játtan til fyri­ byrgjandi tænastur kann vinnast inn aftur, við at tørv­urin á búplássum verður tálm­að­ur, og at eldri við góð­ um tænastuveitingum kun­ nu búgva sum longst í egn­ um heimi. Hettar eru bert nøkur av málu­num innan sosiala økið, sum eg vil arbeiða fyri um eg verið vald. Les meira um meg og míni sjónar­mið á www.tjodveldi. fo/hallbjorg Ta røttu at ráða? – vel mam­mu Høgna og Boga Tilboð frá einum garvaðum sosialráðgeva Tað hevur verið ymsir tru­ pul­leikar viðvíkjandi út­ veg­an av grundøkjum runt í bygd­unum í Tórshavnar kom­mu­nu. Hetta er eisini greitt kom­ ið fram á val- og veljara­fund­ unum, ið verið hava runt í økjunum. Ymsar orsøkir hava verið nevnd­ar, m.a. kostnaðurin av byggi­bún­ing, fígging, fáa jørð til vega v.m. Talan er í mongum før­um ikki um tær stóru verk­æt­lan­ ir­nar, men heldur um nøkur grund­økir, sum verða løgd aftur­at verandi býlingum. Fyri at fáa kostnaðin niður á grund­økjunum í bygdunum, so­leið­is at ein verulig bú­ set­ing kann fara fram og trivn­að­u­rin økjast, so er ein loysn at slaka krøvini til eina útstykking viðvíkjandi breidd á vegi, gongubreyt, asfalt­ering, v.m, tó uttan at hetta gongur út yvir ferðslu­ trygdina. Hetta er eitt mál, ið eigur at hava hægstu raðfesting hjá komandi býráðssetu. Fleiri og bíligari grundøkir í bygdunum!