Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mars 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 62 - 30. mars 2004 C M Y K 30 Nr. 62 - 30. mars 2004 31 Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 11 10 - 0 - 1 630 458 172 31 2 VB 11 10 - 0 - 1 656 483 173 28 3 VÍF 10 6 - 0 - 4 576 477 99 21 4 Neistin 11 6 - 0 - 5 594 535 59 20 5 StÍF 11 2 - 0 - 9 524 642 -118 9 6 Søljan 11 3 - 0 - 8 437 563 -126 8 7 Kyndil 11 1 - 0 - 10 372 631 -259 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 9 5 - 1 - 3 564 527 37 20 2 Neistin 9 6 - 0 - 3 540 503 37 18 3 VÍF 8 5 - 0 - 3 511 461 50 16 4 StÍF 8 3 - 0 - 5 470 452 18 13 5 H71 9 3 - 1 - 5 484 548 -64 9 6 KÍF 9 3 - 0 - 6 522 600 -78 9 Kvinnuliðið hjá Stjørnuni fekk eina stóra móttøku á ferju- leguni í Klaksvík leygarkvøldið, tá tær komu aftur úr Vági við meistaraheitinum í skjáttuni. Ein harður og krevjandi dystur, sum tær vunnu 26-24 HONDBÓLTUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Nevyan var Dúgvan komin um pollin leygarkvøldið, tá tær fyrstu rakettirnar fóru upp í loft. Og allan vegin inn eftir vánni dundi fýr- verkið millum fjøllini, so tað næstan var sum nýggj- ársaftan. Umborð á Dúgvuni stóðu eitt ovurfegið kvinnulið hjá Stjørnuni saman við venjara og viðhaldsfólki og veittr- aðu til ta stóru mannamúgv- una, sum var komin at taka í móti í øllum regninum. Fólk vóru ovurfegin, tí tað eydnaðist Stjørnuni at vinna á VB, sum var einasta liðið, sum kundi taka meist- araheitið frá Stjørnuni. Dysturin var harður og strævin, og VB lá á odda meginpartin av honum. Men seinastu tíggju ella fimtan minuttirnar tók Stjørnan dyk á seg og megnaði at vinna dystin við tveimum málum. Og harvið var meistaraheitið tryggjað, og kunnu kvinnurnar í Stjørnuni nú kalla seg greipuvinnarar. Hornorkestrið spældi ein marsj og menn stóðu við neyðblussi í hondini, tá rampin fór niður á Dúgv- uni. Men har vóru ongir leikarar. Einans ferðafólk, sum ikki vistu, um tey skuldu fara í land ella ikki. Tað gekk ein løta, áðrenn Stjørnuliðið kom, men fagnaðurin var stórur, tá tær so komu gangandi í land. Bilarnir umborð máttu so tolnir bíða, til øll manna- múgvan hevði flutt seg, men tað hevur neyvan verið nakar trupulleiki kortini. Tí, sum ein av fyrireikar- unum til móttøkuna segði: »Tað er so hugaligt at ringja runt, tá ein fyrireikar slíkt. Onki er nakar trupul- leiki, og alt ber til eftir stuttari løtu« KÍ høllin Stjørnan hevði skipað fyri einari móttøku í KÍ høllini, og øll mannamúgvan fór beinleiðis frá ferjuleguni niðan í høllina, har leikar- arnir fingu blómur handað- ar frá forkvinnuni í mentan- arnevndini í Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen. Síðani gingu fólk og prát- aðu eina løtu, áðrenn hvør fór til sítt. Ein smakkiroynd upp á tað, sum fer at henda komandi leygarkvøld, til heiðurs fyri føroyameistar- arnar. Tí enn er ein dystur eftir, og gullkrónurnar og steypið koma ikki til Klaks- víkar fyrr enn komandi leygardag. Og tá verður, sum skilst, eitt brak. Liðskiparin Una Olsen segði, at tað var ómetaliga stuttligt at koma aftur til eina slíka móttøku. – Men vit hava ein dyst eftir, so tað er onki við at taka tað róligt nú fyri tað, um meistarheitið er komið, segði hon. Seinasti dysturin hjá Stjørnuni í hesum kapping- arárinum verður leygar- dagin í KÍ høllini, tá tær taka ímóti Neistanum. Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 198 (41) Aukse Vysniaskaite VB 169 (44) Nicoleta Radu Søljan 162 (38) Daiva Tuomaite VB 145 (20) Ioana Rápa VÍF 142 (35) Gurið Mortensen VB 132 (6) Melica Ergic StÍF 125 (17) Katarina Stepanov Stjørnan 117 (20) Sóley Mikkelsen VÍF 113 (22) Joan M. Djordjevic Stjørnan 111 (46) Lina Andriulyte Neistin 96 Irina Radovici VÍF 96 Heidi Maria Akselsen Søljan 96 (9) Poula D. Olsen StÍF 91 Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 91 Menn Damir Oros KÍF 129 (43) Dragisa Stojovic Neistin 121 (4) Halgir D. Olesen H71 121 (10) Blagoje Buha Neistin 114 (25) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 113 (38) Áki Mørk Neistin 102 (20) Henrik Gerster H71 102 (32) Ingi Olsen VÍF 92 (23) Petur Martin Poulsen KÍF 90 Alexandur Johansen StÍF 88 (30) Jacob Jónsson Kyndil 87 Regin Petersen KÍF 86 (1) Høgni Klein Kyndil 82 (2) Gert Hansen KÍF 82 (3) Agnar Joensen VÍF 77 (10) Blómur og fagnaður til Stjørnur Ein dystur er eftir í kappingini, so tí varð ikki so øgiliga nógv gjørt burtur úr í høllini, men blómur fingu leikararnir tó. Her er tað Joan M. Djordjevic, sum tekur ímóti Tveir av útlendsku leikarunum hjá Stjørnuni, málverjin Lidja og útileikarin Katarina Ein stór mannamúgva var savnað til móttøkuna – bæði á ferjuleguni og í høllini Stjørnuvenjarin Svein Rógvi Nielsen fegnast saman við forkvinnuni í mentanar- nevndini Jórun Høgnesen og formanninum í felagnum, Kristoffur Ragnarsson Peugeot Partner van Diesel Í sera góðum standi. Árg. 5/97 Selist við mvg Lagalig fígging Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 Umsitari av kafeteria Skála kommuna søkir við hesum eftir umsitara av kafeteria í Ítróttarhøllina á Skála. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • at miða ímóti, at vit fáa eitt virkið kafeteria í bygdini • sjálvstøðugt at reka kafeteria og útleigan av hølum, ið hartil hoyra • at halda rúmini rein og ruddilig Førleikakrøv Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevnir. Starvs- og setanarviðurskiftir Tann, ið settur verður kemur sjálvur at reka kafe- teria. Starvið verður sett frá 01.05.2004 og er fyrsta árið at rokna sum royndartíð. Meiri fæst at vita Gjølligari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til kommunuskrivaran á tlf. 441179. Umsókn Skrivlig umsókn skal vera Skála kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. apríl 2004. Bygdaráðið skilar sær rætt til at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka. Skála Kommuna 480 Skála Tilmelding til Barnagarðin á Svangaskarði Tey, ið ætla at søkja um upptøku í barnagarðin eftir summarfrítíðina, mugu lata umsókn inn áðrenn 15. apríl. Børn, sum eru fødd í 1999 og 2000, kunnu søkja og verður tikið inn eftir aldri. Børn, sum eru í dagrøktini, fáa umsóknarblað frá dagrøktarleiðaranum, onnur kunnu ringja ella koma inn á gólvið eftir umsóknarblaði. Nes kommuna ger vart við,at ístaðin fyri virkandi Útibarnagarð, verður ein barnagarðsstova sett á stovn frá 1. august 2004 at rokna. Eru spurningar hesum viðvíkjandi ber til at ringja til leiðaran á tlf. 448760. Barnagarðurin Á Svangaskarði FO-650 Toftir Tlf. 448760 - 228460 BMW 325i Í sera góðum standi. Árg. 12/90 Nýsýnaður Lagalig fígging. Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 31