Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Tað hevur verið mikið tosað um hesa orkustøð hjá Fjarhitafelagnum í Klingruni í Hoyvík. Eigarfelagið Inni á Gøtu og eigarafelagið á Hoy­víks­hædd skipaðu fyri einum góðum og upp­lýs­andi fundi í bygn­ing­in­um hjá Føroya tele í Hoyvík í oktober mán­aði. Ivi er sáddur – kans­ ka av onkrum pol­it­isk­ um mót­støðu­fólki – um mína støðu í hesum máli. Á fundinum boðaði eg púra greitt frá fyri fundar­fólkinum, at tað skal ongin dálkandi orku­støð byggjast í Kling­ru­ni í Hoyvík. Tjóðveldi arbeiðir áhald­andi fyri grønari orku. Eitt gott dømi, er hvussu vit stríddust sam­an við øðrum fyri at fáa varandi orku – sjóvarfalshita – á Boða­ nes­heiminum. Tað gongur við rúk­ andi ferð við menn­ ingi av varandi orku. Ikki minni enn tríggj­a­r stór­ar ætlanir í Suður­ streym­oy liggja á borði­ num klárar at taka støðu til hjá komandi bý­ráði. Her má eisini Fjar­hita­felagið finna allar vitheilar fram, fyri at loysa hetta málið við grøn­ari og ikki dálkandi orku. Ongin dálkandi orkustøð í Klingruni í Hoyvík! Jákup Símun Simonsen býráðslimur og valevni á lista E - Tjóðveldi Bjørg Dam Valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar kommunu. Rógvi á Rógvu Valevni hjá Tjóðveldi Helena Dam á Neystabø valevni javnaðarfloksins til Tórshavnar Kommunu Sum landsstýriskvinna í Kommunumálum talaði eg fyri at smáar kommunalar eindir eiga at leggja saman í størri kommunalar eindir. Tað gjørdi eg eisini sum landsstýriskvinna í mentamálum. Eg skilji kort­ ini væl ivan hjá teimum, sum skulu fara inn í eina størri eind, og óttan fyri at missa egnan samleika og mentan burtur - eins og lokala áræðið. Tess størri er ábyrgdin hjá størru eindini “Havnini”, at gera bygdirnar í Tórshavnar Kommunu áhugaverdar at búgva í, og ikki minst at skipa fyri góðum samstarvi við fólkið á staðnum – tað lokala demokratiið. Eg vil leggja stóran dent á at fáa lokaldemokratiið í bygd­ unum í Tórshavnar kom­ mu­nu at virka, at lurta eftir, hvat ið sagt verður á staðnum, og at seta relistiskar raðfestingar upp, so at vit megna at gera neyð­u­g­ar útstykkingar, dag­ stovna­til­boð, skúlatilboð og frítíðartilboð til allar borg­ ar­ar í kommununi í rættari rað­fylgju. Tað ræður um at gagn­ nýta ta fíggjarorku, sum kommunan hevur at ráða yvir, so skynsamt og so samhaldsfast sum møguligt. Bygdirnar í Tórhavnar Kommunu skulu vera áhugaverdar at búgva í Hugsa tær, hvat ein nýggj kókibók við 100 nýggjum spenn­andi, heilsugóðum og eldri uppskriftum við al­ skyns seyðarættum vildi gjørt fyri eftirspurninginum av seyðakjøti og avroðum? Eg viðgangi, tað er ein av­bjóð­ing at fáa økonomi í føroyska tilfeingið, tí mark­ nað­urin er lítil og av­mark­ að­ur, og brandingin fyri føroyskum vørum stend­ur sera veik ímóti kapp­ing­ ini við útlendskar vør­ur, marknaðarføring og brúks­ mynstur. Føroyska vinnan ger veru­ l­iga sítt til, men vit muga ar­ beiða á øllum stigum, fyri at økja eftirspurninginum. Vit skula brúka tey politisku am­ boðini til at kveikja medviti fyri føroyska tilfeinginum. Vit skulu raðfesta og taka at­ lit til tilfeingið í politiskum av­gerðum. Upplýsa í barna­ gørðum, skúlum, læru­bókum og faldarum. Ráð­stevn­ ur, festi­valar og ný­skap­ an­ar­tiltøk skula stuðlast. Kommunan skal hava eina vinnudeild, sum er við at skapa røttu karmarnar. Mið­býurin skal húsa før­ oyskum serhandlum, so vit fáa synergi millum tilfeingi, ferða­vinnuna og ein livandi mið­bý. Tilfeingið er so nógv ann­að enn fiskur, tað er alt frá seyði, haru, fugli, alt sum veksur úr moldini, tar­ in í havinum, menniskja til­feing­ið, mentan, børn, føroyska málið o.s.f. Við at gagnnýta føroyska tilfeingið skapa vit arbeiði, fjølbroytni, styrkja okkara sjálvsfatan og tryggja sjálvbjargni. Stutt sagt, er hettar við at fáa fólk at støðast í Føroyum. Sjálvandi skal føroyska tilfeingið umboðast í Tórshavnar býráð. Eg vil verja, menna og umboða føroyska tilfeingið. Les fleiri greinar á http:// bjorgdam.blogspot.com Í býráðið at arbeiða fyri føroyska tilfeinginum Ungar familjur hava ikki ráð at seta sær búgv, tí bú­ stað­ar­marknaðurin er alt ov lítið fjølbroyttur og ov lítið framskygdur. Les­andi hava ikki ráð at lesa, tí eingin vilji er til at bjóða teymum hósk­ andi bú­stað­ar­møgu­leik­ar. Stak­ir uppihaldarar hava ikki ráð at geva børnunum eina framtíð, tí eingin skipan er, sum hjálpir teimum. Ongantíð áður hevur ver­ ið lættari at flyta fólk og før­ leik­ar millum lond, og um vit ikki vilja hýsa teimum mongu, sum vilja nema sær út­búgv­ing ella á annan hátt skapa sær eina framtíð í býn­um, so flyta tey hagar livi­lík­indi eru. Hetta er so ey­ð­sýnt. Soleiðis flytur tað mest virðismikla tilfeingið, ið vit eyga, úr býnum – tey sum skulu lívbjarga hesum býi. Soleiðis flytur Havnin úr Havnini. Eftir sita foreldur, ommur og abbar og mugu boyggja seg fyri teirri sannroynd, at tey missa børn og barnabørn síni, tí tey nú eru farin at ska­ pa lív og virksemi aðra­stað­ni. Tað er væl skiljandi. Øll kenna vit loysnina, men ilt mann verða hjá mong­um at kenna politiskan vilja til at fremja hana. Tí stend­ur valið millum at flyta Havn­ina úr Havnini ella vilj­ an inn í býráðsting. Skulu vit lata Havnina flyta úr Havnini?