Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Stuttligastu nøvnini innan fótbólt Fótbóltur Eitt eyka undirhald, tá ein fylgir við fótbólti eru tey stuttligu og sjáldsomu nøvnini hjá fótbólts­ spælarum. Her eru nøkur dømi um nøvn, sum kunnu fáa ein at smírast Hulk – Brasil (Nei hann er ikki grønur) Jan Vennegoor of Hesselink – Niðurlond (Eitt giftarmál millum Vennegoor og Hesselink ættirnar førdi til hetta langa eftirnavnið, sum neyðars Jan líður undir, men tað hevur ikki forða honum í at skjóta mál uppá samliband) Daniel Drinkwater – Ongland (Orkar uttan iva væl. Hevur neyvan veskumangul) Claudio Pitbull – Brasil (Uttan iva betri enn Redbull) Mozart – Brasil (Mozart riggar neyvan væl til sambarútmur) Vagner Love – Brasil (Ein høgt elskaður spælari?) Lauri Dalla Valle – Finnland (Finsk nøvn kunnu eisini verða stuttlig, tá tey ikki eru finsk) Dean Windass – Ongland (Vónandi heldur hann luftini?) Creedence Clearwater Couto – Brasil (Ja vit vita hvat orkestur pápin dámdi) Nicky Butt – Ongland (Ja hvat kann ein siga?) Andrés Madrid – Argentina (Hevur hvørki spælt við Real ella Atletico – løgið nokk!) Bily-Joe King – Ongland (Ein kongur á vøllinum) Grafite – Brasil (Uttan iva góður við einari spraydós) Og her koma so nøkur sjáldsom fótbóltsnøvn, har serliga afri­ kanar gera vart við seg. Laughter Chilembe – Sambia (Uttan iva ein stuttligur liðfelagi)  Suprise Moriri – Suður-Afrika (Hesin slær til, tá ein minst væntar tað) Have-A-Look Dube – Simbabwe (Hesin skuldi verið verdur at hugt eftir) Givemore Manuella – Simbabwe (Hesin gevur ongantíð minni enn 110 prosent á vøllinum) Gift Makolonio – Simbabwe (Vandi er fyri, at hesin ger sjálvmál) Method Mwanyazi – Simbabwe (Ja hvør er so metodan?) Limited Chicafa – Simbabwe (Ein avmarkaður spælari?) Danger Fourpence – Simbabwe (Vandamikil, men bíligur) Stephen Sunny Sunday – Nigeria (Neyvan egnaður til tað føroyska veðurlagið) Naughty Mokoena – Suður-Afrika (Ein óargaligur spælari) Tonic Chabalala – Suður-Afrika (Skál fyri hesum spælaranum) Harry Daft – Ongland (Neyvan tann klókasti spælarin?) Segar Bastard – Ongland (Ja pápin veit neyvan av honum) Bongo Christ – Kongo (Man skal helst ikki blanda átrúnað og fótbólt saman, men her er undantakið) Norman Conquest – Avstralia (Hesin burdi vunnið nógv) Johnny Moustache – Seyscheloyggjar (Háaktuelur nú vit hava movember) heris@sosialurin.fo Man brasilski áleyparin við eykenda bláa hárinum, Vagner Love, vera ein høgt elskaður spælari Hulk Tróndur Arge – Tað kom óvart á meg, tá eg fyri tveimum døgum síðani fekk at vita, at eg skuldi byrja inni móti FCK í Park­ini. Tað var sjálvandi eitt stórt upplivilsi at spæla, sigur Hallur Hansson. FCK byrjaði við fullari ferð, og kom á odda longu aftaná sjey minuttir, tá Nicolai Jørgensen skor­aði. Stutt seinni økti sami maður eftir horna. Áðrenn farið varð til hálvleiks høvdu Kenneth Emil Petersen og Cesar Santin økti til 4-0. Øll málini komu eftir deyð­ bólts­støður. – Dysturin sjálvur var ikki nógv at reypa av, tí tað gekk slett ikki eftir ætlan. Vit roknaðu við einum tøttum dysti, og tað einasta vit høvdu brúkt nógva tíð uppá - vóru deyð­bóltar Tað skoraðu teir trý mál upp á, so tað kann man ikki siga var nøkt­andi, sigur miðvallarin. Føroyski landsliðsmiðvallarin spældi á verjukenda miðvøllinum, men eins og restin av AaB liðnum, so gekk minni væl. FCK vóru vanda­miklir at kalla hvørja ferð teir royndu seg móti málinum – líka­ mikið um talan var um deyðbólts­ støður ella úr opnum spæli. – Eg royndiat gera ein góðan fig­ur og arbeiða hart, men har kann man ikki siga annað enn, at eg spældi móti mínum yvirmanni, sigur Hallur Hansson. Í seinna hálvleiki kom AaB betri við, meðan FCK helst tók sær av løttum. Tíggju minuttir fyri tíð vísti TV3plus ein lista yvir teir, ið høvdu runnið mest á vøllinum. Hallur Hansson hevði runnið fjórð mest av øllum, so orkini bilar einki. FCK er oddalið, meðan AaB ligur nummar trý í Superliguni. Hetta er aðru ferð, at Hallur Hansson spælir í Superliguni fyri AaB. Hann hevur fingið nakrar fáa minuttir fyrr, umframt at hann eisini er innskiftur tvær ferðir í steypakappingini. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Hallur Hansson var við frá byrjan, tá AaB í gjár tapti 4-0 fyri FCK í Parkini. Hetta er fyrstu ferð, at hann spælir við frá byrjan Eitt stórt upplivilsi Hallur Hansson í dysti fyri Føroyar Mynd: Álvur Haraldsen