mánadagur 12. november 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Føroyski landsliðsleikarin hjá
Silkeborg, Christian Lamhauge
Holst, hevur fingið nýggjan
venjara. Keld Bordinggaard
hevur fingið sekkin eftir at
Silkeborg datt á aftasta pláss.
Tað var ein smeitur fyri
Silkeborg, at teir undan hesum
kappingarárinum máttu veitra
farvæl við Troels Bech sum
venjara. Hann valdi at fara til
OB. Men eftir at teir fingu Keld
Bordinggard, fyrrv. danska U21-
landsliðsvenjaran, sum venjara,
lat dyrnar upp fyri enn einum
góðum kappingarárið. Soleiðis
bleiv tó als ikki. Sunnudagin
tapti Silkeborg fyri 11. ferð út
av 16 møguligum í ár, og tað
var ovmikið fyri leiðsluna í fel
agnum, sum gav Keld Bording
gaard sekkin og ístaðin hevur
sett Viggo Jensen sum venj
ara.
Brøndby, sum hevði René
S. Joensen á bonkinum allan
dystin, vann dystin ímóti Silke
borg 2-1. Christian Lamhauge
Holst var ikki við vegna skaða.
Silkeborg var annars á odda 1-0
til minni enn eitt korter rest
aði í, men við tveimum mál
um tryggjaði innskifti Simon
Makienok Brøndby ein kær
komnan 2-1-sigur.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Lionel Messi skeyt tvey mál í
4-2-sigrinum hjá FC Barcelona ímóti
Mallorca sunnudagin, og við hesum
báðum málunum hevur hann skotið
76 mál seinasta kalendaraárið.
Hetta er eitt fleiri enn Pelé, sum
skeyt 589 mál í 605 dystum fyri
Santos í árunum 1956 til 1974. Til
samanberingar hevur Messi skotið
182 mál fyri FC Barcelona í 224
dystum.
Metið, sum Messi tók frá Pelé,
var ikki færri enn 53 ára gamalt.
Við sigrinum hjá FC Barcelona
staðfesta teir sína støðu sum oddalið
í La Liga. Teir eru við 31 stigum trý
stig frammanfyri Atlético Madrid,
meðan Real Madrid við 2-1-sigri á
Levante heldur fast um triða plássi
við 23 stigum.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
ATP Finals, sum er kappingin
fyri meistarar í tennis, er í
løtuni í London, og nú komið
er fram til finaluna er greitt, at
tað verður annaðhvørt Roger
Federer ella Novak Djokovic,
sum sleppa at lyfta seinasta
steypið í hesum kappingarár
inum.
Roger Federer gjørdi av
við
heimafavorittin,
Andy
Murray, umvegis 7-6, 6-2. Novak
Djokovic vann í trimum settum
ímóti Juan Martin Del Potro,
og er tískil lagt upp til eina
spennandi finalu ímillum teir
báðar leikararnar, sum báðir
hava roynt at vunnið hesa
kappingina. Novak Djokovic
vann hana í 2008, meðan Roger
Federer hevur vunnið hana
heilar seks ferðir.
Federer
ella Djokovic
enda best
Tennis Tað verður annaðhvørt
Roger Federer ella Novak
Djokovic, sum sleppa at enda
kappingarárið við einum sigri
Messi tikið
met frá Pelé
Fótbóltur Málskjótingin hjá Lionel Messi tykist
ongan enda at fáa. Sunnudagin setti hann enn eitt
met, sum hann hesaferð tekur frá sjálva Pelé
Holst fingið
nýggjan venjara
Viggo Jensen er settur sum nýggjur venjari hjá
Christian Lamhauge Holst og Silkeborg
Met
Við tveimum málum sunnudagin,
hevur Lionel Messi nú tikið 53
ára gamla metið frá Pelé