mánadagur 12. november 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Kyndil tapti mikukvøldið tepurt
fyri VÍF, og um vikuskiftið taptu
teir grønu úr Havn aftur. H71 bladar
seg í oddin, og sigurin merkir, at
hoyvíkingar bara eru eitt stig frá
fyrsta plássinum.
Liðini fylgdust fyrstu sjey min
uttirnar, tá støðan var 5-5. Síðani
fekk H71 trý mál upp í slag, og misti
ongantíð leiðsluna aftur.
Liðini skiftust um at skora. Fyrst
kom H71 upp á 11-7, men so svaraði
Kyndil aftur og fekk trý mál upp í
slag. Soleiðis gekk fram til hálvleik,
tá støða var 16-13 til H71.
Kyndil fekk fýra útvísingar fyrstu
13 minuttirnar í seinna hálvleiki.
Hetta var ein av orsøkunum til, at
H71 økti um leiðsluna. Tá eitt korter
restaði í, var H71 á odda 26-17.
Eftir hetta kom Kyndil veruliga
fyri seg, og skoraði sjey av teimum
næstu átta málunum. Men eitt brent
brotskast steðgaði upptúrinum.
H71 helt fast um leiðsluna og vann
31-25.
H71 - Kyndil 31-25 (16-13)
H71: Bogi G. Davidsen 7, Rógvi Sørensen 6, Bogdan Florea 6, Sidmundur Nolsøe 5,
Niels Viggo Niclassen 3, Rúni Højgaard 2, Poul Kjartan Dam 2
Kyndil: Birgir Poulsen 7, Ludvík Súnason 4, Andrias Sólsker 4, Finnur Hansson 3,
Josef Abrahamsen 3, Hørður F. Sigtórsson 3, Frank Askildsen 1
Team Klaksvík - StÍF 22-31 (10-11)
Team Klaksvík: Sámal T. Olsen 9, Beinur Heðinsson 5, Andrias Ellingsgaard 3,
Matthias Samuelsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 1, Heri Johnsson 1, Jens Pauli Mohr 1
StÍF: Pætur Joensen 10, Allan Norðberg 6, Steinar Prestá 3, Borgar Danielsen 3,
Marius Joensen 3, Jón Rasmussen 2, Teitur Nilssen 2, Jógvan G. Joensen 2
H71 vann á Kyndli
Team Klaksvík
við í ein hálvleik
Hondbóltur H71 var á odda næstan allan dystin,
og fór avstað við sigrinum á Kyndli, sum eitt
skiftið var aftanfyri við heili níggju málum
Atlantic Airways deildin
Myndir: Álvur Haraldsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
StÍF
var
uttan
Svein
Justinussen til dystin móti
Team Klaksvík leygardagin.
Fyri heimaliðið kom tað væl
við, at Sámal T. Olsen aftur
var á liðnum. Tað hevur verið
stórur saknur í honum seianstu
dystirnar.
Í fyrra hálvleiki gekk javnt
á, og munurin í hálvleikinum
var bara tað eina málið. Hetta
er eitt stórt framstig frá millum
annað dystinum móti KÍF, tá
munurin í hálvleikinum var
upp í eini 15-16 mál.
Tíggju minuttir inn í seinna
hálvleik var framvegis minni
munur millum liðini, men so
steðgaði Team klaksvík upp.
StÍF hevði lætt spæla seinastu
løtuna og endaði við at vinna
31-22.
StÍF hevur framvegis sam
band við oddin við átta stig
um.
trondur@sosialurin.fo
Hondbóltur Team Klaksvík
megnaði at spæla við í ein
hálvleik, so fór StÍF frá