mánadagur 12. november 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Ikki
kann
sigast
annað,
enn
at menninir hjá ÍF eru komnir
flúgvandi
frá
byrjan
hetta
kappingarárið, tí higartil hava teir
vunnið sínar fimm dystir, so enn er
einki stig sett til.
Í Fuglafirði munnu tey óivað
eisini halda, at tað er tiltrongt, eftir
at tað síðsta vetur ikki gekst so væl,
sum tey mangan hava verið von við
tað.
Annars
hevur
mynstrið
í
Eikliguni hjá monnum verið tað
sama seinnu árini, at síðani 2007
hevur ÍF verið best annaðhvørt
ár og SÍ annaðhvørt. Samstundis
hevur tað ofta verið Mjølnir, ið
hevur bjóðað av, uttan tó at røkka
á mál.
Hinvegin sær ikki út til, at
Mjølnir hevur somu styrki, tí
higartil í ár hava klaksvíkingar tapt
allar sínar fimm dystir. Hesa ferð
høvdu teir júst oddaliðið á vitjan
í Badmintonhøllini, men ÍF gjørdi
slætt borð og vann ein greiðan 3-0
sigur.
Serliga í fyrsta setti var munurin
eyðsýndur, men hóast Mjølnir
vísti munandi betri avrik tey bæði
seinnu settini, so rakk tað ikki til
at hótta ÍF, sum við sigrinum fekk
vunnið sær pláss í steypafinaluni.
Har siga reglurnar, at tað
liðið, sum er á odda eftir tvey tey
fyrstu umførini, vinnur sær sæti í
steypafinaluni, so hóast ein dystur
enn er eftir at spæla, er longu greitt,
at einki av hinum liðunum fær ÍF
aftur.
Fleyr, sum hevur verið aftasta
liðið seinnu árini, vann leygardagin
ein týðandi sigur, tá tað á heimavølli
eydnaðist at basa SÍ 3-1. Fleyr vann
tey bæði fyrstu settini, men tapti
tað triðja, og í tí fjórða bleiv øgiligur
spenningur, og tað endaði ikki, fyrr
enn Fleyr kom upp á 28-26!
So fæst at síggja, um Fleyr
møguliga
verður
harðasti
avbjóðarin hjá fuglfirðingum, ella
um sørvingar fara at koma fyri
seg. Enn er tað ikki til at siga, so
hóast ÍF strýkur avstað, verða
dystirnir millum hini kanska meira
spennandi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fremsta deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
5
169
122
47
10
2 VB
5
123
129
-6
5
3 Kyndil
5
110
119
-9
5
4 VÍF/Tjaldur
4
96
100
-4
2
5 StÍF
3
76
89
-13
2
6 Stjørnan
4
76
91
-15
2
fremsta deildin kvinnur
eik-ligan menn
Tróndur Arge
Stjørnan skjeyt fyrsta málið í
dystinum, men var ikki á odda
aftur í dystinum fyrr enn mið
skeiðis í seinna hálvleiki. Kndil
sær út sum eitt av teimum lið
num, sum møguliga kann geva
Neistanum mótstøðu í einari
møguligari FM ella steypa
finalu.
Í fyrra hálvleiki bendi eisini
alt á, at Kyndil skuldi soleiðis
nøkunlund hanga í Neistanum,
sum er greitt oddalið í fremstu
deildini hjá kvinnum. Aftaná
23 minuttir var støðan 11-3 til
gestirnar. Stjørnan minkaði
um munin til 13-7 fyri hálvleik.
Um tað er í besta Al Pacino
stíli, at Svein Rógvi Nielsen
hevur talað í hálvleikinum, ella
um Kyndil metti seg longu hava
vunnið dystin skal verða ósagt,
men alt vendi á høvdinum í
seinna hálvleiki. Stjørnan fekk
málini, meðan einki eydnaðist
hjá gestunum úr Havn, sum
bara fingu trý mál í øllum
seinna hálvleiki.
Stjørnan kom á odda við
brotskasti, sum Ella Petersen
skoraði eitt korter fyri tíð.
Kyndil megnaði at javna, men
so skoraði Stjørnan trý mál
upp í slag, og fyrsti sigurin var
heima.
Fyri Stjørnuna kom tað væl
við, at Alina Anghel var aftur
at síggja á liðnum.
Stjørnan - Kyndil 18-16 (7-13)
Stjørnan: Ema Bezanovic 6, Una Olsen 4, Ella Petersen 4, Alina Anghel 2, Edith
Hansen 1, Annika Ljóstein 1
Kyndil: Turið Arge 6, Annika Sigursdóttir 3, Guðrið G. Eystberg 2, Simona Jacob 1,
Jórun Ludvig 1, Bjarta Johansen 1, Anja Heinadóttir 1, Birita Mortansdóttir 1
VB - VÍF/Tjaldur
VB: Rannvá Johannessen 11, Mirijana Trbojevic 4, Guðrið Mortensen 3,
Helga Eyðunardóttir 3, Christina Holm 3, Tamara Radic 1
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 8, Liljan Djurhuus 7, Heidi Sevdal 6, Sarah Hansen 5,
Eilin Hansen 3, Linda Davidsen 1
Nýggja felagsliðið vann heldur
óvæntað á VB í Vági. Gestirnir
høvdu munin tað mesta av
dystinum.
VB er eins og Kyndil eitt av
teimum liðnum, sum møguliga
kann geva Neistanum eitt sind
ur av mótstøðu í einari møgu
ligari FM ella steypafinalu.
Men eins og Kyndil, so taptu
teir eisin um vikuskiftið.
Heimaliðið kom illa frá
byrjan og tíggju minuttir fyri
hálvleik var støðan 13-6 til gest
irnar úr VÍF/Tjaldur. Eftir time-
out sjey minuttir fyri hálvleik
kom VB fyri seg, og minkaði
um munin til 16-12.
Munurin helt sær allan
seinna hálvleik, og tað endaði
við, at VÍF/Tjaldur vann við
fimm málum. Meðan tað vóru
fleiri leikarar, sum skutu fleiri
mál fyri felagsliðið, so var
Rannvá johannesen stóri mál
skjúttin hjá VB. Hon skoraði
ikki færri enn 11 mál.
Hóast tapi, so er VB fram
vegis á øðrum plássi, tí Kyndil
tapti.
Hondbóltur Tað sá leingi út til,
at Stjørnan framvegis fór at verða
stigaleys eftir dystin móti Kyndil,
sum var á odda 13-7 í hálvleikinum.
Men við bara trimum málum í seinna
hálvleiki misti tær grønu alt á gólvið
Stjørnan á talvuna
VÍF/Tjaldur vann í Vági
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
5
5
0
15
1
14
15
2 Fleyr
5
3
2
9
7
2
9
3 SÍ
5
2
3
8
9
-1
6
4 Mjølnir
5
0
5
0
15
-15
0
Mjølnir - ÍF 0-3 (9-25, 19-25, 20-25)
Fleyr - SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 18-25, 28-26)
ÍF longu í finaluni
Flogbóltur Hóast eitt umfar er eftir enn, áðrenn annað
umfar í Eikliguni hjá monnum er liðugt, hevur ÍF longu
tryggjað sær oddasessin og pláss í steypafinaluni
Fleyr, sum ikki hevur staðið seg væl seinnu árini, vann um vikuskiftið
á SÍ og er í løtuni næstfremst í Eikliguni hjá monnum
Mynd: Álvur Haraldsen