Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Upp á fleiri mátar líkist flog­bólts­ kappingin hjá kvinnum sær sjálvari, tí sum tað hevur verið seinnu árini, er Mjølnir á odda. Og ikki ólíkt undan­farnu árunum, hevur Mjølnir lagt út við fimm sigrum og ongum tapi. Heldur ikki er nakað óvæntað í, at SÍ er næstfremst, tí soleiðis hev­ur tað ofta eisini verið, men hin­vegin er kanska eitt lítið sindur óvænt­að, at TB hevur trokað seg fram á triðfremsta plássið, trý stig aftan fyri hini bæði liðini. Fyrst og fremst skyldast hetta, at TB í gjárkvøldið vann ein sera týdningarmiklan sigur á útivølli í Havn, tá tað eydnaðist at vinna 3-2 á Fleyr í Gundadalshøllini. Hetta skuldi vísa seg at vera nóg mikið til, at TB kreyp eitt stig fram um Fleyr, umframt at TB eisini leyg­ ar­dagin hevði vunnið 3-0 á Drátti, so samanumtikið hevur TB fingið væl burturúr sínum fyrstu seks um­førum, har talan hevur verið um fýra sigrar og tvey tap. At Fleyr fyribils er dragnað eitt sindur í oddastríðnum, stendst eisini av, at liðið leygardagin tapti fyri SÍ, ið vann trygt. Tí megnar Fleyr í løtuni ikki tað, sum í øllum før­um skal til fyri at vera við har frammi, at tú ikki bara vinnur á teimum, ið eru aftan fyri teg, men eis­ini á teimum, ið eru grannar tínir á stigatalvuni. Dráttur hevði størstu útsvingini um vikuskiftið, tí fyrst taptu kvinn­ urnar úr Sandavági og Miðvági greitt í Trongisvági fyri TB leygardagin, men tá tær so í gjár vóru á Toftum og spældu fyri Ternuni, vunnu tær 3-0. Tí er Dráttur í løtuni bara tvey stig aftan fyri Fleyr. Øll liðini hava spælt seks dystir, uttan Mjølnir, ÍF og KÍF, ið ikki spældu um vikuskiftið. Mjølnir og KÍF hava spælt fimm dystir og ÍF hev­ur spælt fýra. hilmarjan@sosialurin.fo eik-ligan kvinnur TB gjørdi gott hál Flogbóltur Um vikuskiftið vunnu TB-kvinnurnar tveir dystir í Eikliguni og eru nú beint í hølunum á oddaliðunum báðum, Mjølnir og SÍ Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 5 5 0 15 2 13 15 2 SÍ 6 5 1 16 3 13 15 3 TB 6 4 2 14 8 6 12 4 Fleyr 6 4 2 13 10 3 11 5 Dráttur 6 3 3 10 9 1 9 6 Ternan 6 1 5 6 15 -9 4 7 ÍF 4 0 4 0 12 -12 0 8 KÍF 5 0 5 0 15 -15 0 Fleyr - SÍ 0-3 (16-25, 17-25, 10-25) TB - Dráttur 3-0 (25-19, 25-18, 25-14) Ternan - Dráttur 0-3 (22-25, 17-25, 16-25) Fleyr - TB 2-3 (25-19, 23-25, 22-25, 27-25, 8-15) Sigurin hjá TB-kvinnunum á Fleyr í gjárkvøldið merkti, at TB nú er á triðja plássi, trý stig aftan fyri Mjølnir og SÍ, sum eru tey bæði fremstu liðini Myndir: Álvur Haraldsen