Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Peningur millum skins og hold... Seinastu tvey fíggjarárini hev­ ur ikki eydnast meiri­lutanum í Klaksvíkar kommunu at halda fíggjarætlanina, og meirnýtslan er umleið 20 milliónir krónur. Her er talan um fíggjarstýringin í einum tíð­arskeiði, tá kommunan hev­ur havt metstóra inn­ tøku. Fíggjaróskilið hjá meiri­ lutanum hava vit merkt í fleiri umførum. Bæði fíggjarnevnd og mentanarnevndin hava verið noydd at staðfest brúkt­ ar pengar, t.v.s. at pengarnir eru brúktir, áðrenn játtan er fingin til vega. Hetta er grovt óskil og vána háttur at fara um peningin hjá borgaranum! Ótryggleikin í býráðshúsinum Tilgongdin at fáa umskipað bygnaðin í kommununi er heldur ikki nøktandi. Fólk hava ikki kent seg trygg við tær mannagongdir, ið hava verið framdar í býráðnum, serliga tí ivi er sáddur um fíggj­arviðurskiftini í mál­in­ um. Fólk í umsitingini hava verið fyri truplum tíðum, har setanarviðurskifti teirra hava verið viðgjørd. Og verður hetta gjørt uttan fulla játtan, so hanga størv og harvið fólk í leysum lofti. Vit í minnilutanum hava ferð eftir ferð víst á tað neyðuga í, at hetta verður framt skipað, so ongin kemur illa fyri. Tað ber ikki til at gera nýskipanir og umskipa fólk og størv, sum ikki liggja í tryggum og føstum kørmum. Hvat dylst handan stongdar dyr? Seinasta útspælið til valið er, at býráðsfundurin, har fíggjarætlanin skuldi sam­ tykkjast, verður fluttur. Hetta ger, at vit uppstillaðu ikki sleppa í miðlarnar ella fáa sagt borgarunum frá, hvussu fíggjarstøðan í veruleikanum er. Próvførslan er, at tað ikki er vanligt, at viðgerð av fíggjarætlanin liggur fyri eitt val. Tað er rætt, at viðgerð av fíggjarætlan altíð liggur seinast í november, men upprunaligi býráðsfundurin hesa ferð var lagdur, men er nú fluttur. Seinastu tvey valskeiðini er ongin býráðsfundur fluttur av hesi orsøk, sum henda samgongur nú kennir seg noydda at gera. Vit gita, tí onki fæst at vita Skal eg geva eitt boð, so stendur meirilutin ikki sam­an, eins og hann held­ ur ikki megnaði at fáa fíggj­arætlanina samtykta á sinni, tá skattaprosentið var hækkað. Heldur ikki, tá Ellisheimið kom fyri, var meiriluti fyri tí stóra máli­ num. Og nú hallirnar hava verið fyri, nú megnar meiri­ lutin als ikki at halda saman upp á sín tepra meiriluta. At gera fíggjarætlanir uttan at hyggja hvørki til høgru ella vinstru er ikki haldbart og fremur ongi vøkur úrslit. Politiska leiðsl­ an hevur gyrt seg inni á síni borg. Miðlar biðja um innlit, men onki hendir, ið hvussu er skal onki út fyrr enn valið er av. So er bara at spyrja, hvat tað er, sum bagir? Og her er bara at gita ella at frætta úr býnum. Opinleiki har piparið grør Hvar er virðingin fyri borg­ aranum? Opinleiki tá um­ ræður mál, ið koma øllum borgarum við, er so langt burtur, ja heilt har piparið grør. Eitt er at brúka ov nógvan pening ella at velja samstarv frá. Men fólk gremja seg um ófantaliga viðferð frá politiska myndugleikunum. Enn kostar tað onki at vera høviskur og fara fólkaliga við borgaranum. Sjálv ivist eg ikki í, at stundin nú man vera komin, at borgarin sigur nei til óskipað fíggjarviðurskifti og óvirðiliga viðferð. At tað er hetta slag av fólkaræði, veljarin í Klaksvík ynskir sær, tað loyvi eg mær at ivast í! Óluva Klettskarð valevni Vinningurin hesaferð er gávukort, virði 4000,- frá Cosméto Niels Finsensgøta 38 • FO-100 Tórshavn • Telefon: 31 80 70 • www.cosmeto.fo